mánadagur 5. desember 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á síðuni Google Trends ber
til at leita fram statistikkir
fyri tað, sum føroyingar hava
leitað eftir seinastu tíðina.
Og tað letur til, at mest
áhugaverda evnið hendan
seinasta mánaðin er hóp
drápsmaðurin Peter Lundin.
Tí hann liggur ovastur á
listanum yvir, hvat føroyingar
hava leitað eftir. Ivaleyst er
orsøkin, at ein sending varð
sýnd í sjónvarpinum hjá DR
og KVF herfyri, har føroyska
Mariann Ingridardóttir Klein
greiddi frá lívinum við Peter
Lundin.
Samstundis
var
sama
Mariann í fleiri øðrum før
oyskum og donskum miðlum
um hetta mundið, har hon
greiddi frá árunum undir
valdinum
hjá
hópdráps
manninum.
Leonard Cohen er næst
ur á listanum yvir, hvat
føroyingar leita eftir á Google.
Canadiski
sangarin
doyði
tann 7. November, 82 ára
gamal. Og stutt áðrenn kom
seinasta fløga hansara “You
want it darker” á marknaðin.
Vit hava hoyrt nógv um
Leonard Cohen í útvarpinum
hjá Kringvarpinum seinastu
tíðina. Bæði tá ið umræður
nýggjastu útgávuna og ikki
minst, tá ið hann fór foldum
frá. Og ivaleyst er tað orsøkin
til, at føroyingar hava leitað
óvanliga nógv eftir honum
á internetinum. Fidel Castro
er eisini á listanum og tað
sama er telvarin, sum tapti
heimsmeistarakappingina
móti norska Magnus Carlsen,
Sergej Karjakin. Magnus Carl
sen er sjálvur eisini á listanum.
Eitt annað evnið, sum
føroyingar hava leitað nógv
eftir seinasta mánaðin, er
“Aberdeen”. Tað kann hugsast,
at orsøkin er, at flogfelagið
LoganAir fer at flúgva millum
Føroyar og Aberdeen.
Tað, sum hendir í samfelagnum, hevur eftir øllum at døma
beinleiðis ávirkan á, hvat føroyingar googla eftir.
Føroyingar googla Peter Lundin
Ert tú eisini við at verða rættiliga troytt av at hoyra
somu jólasangirnar umaftur og umaftur? Her eru 5
nýggir jólasangir, sum útvarpsvertur á P3, Sandie
Westh viðmælir.
1. Cesilia og Hasan Shah: 'Kold december'
2. Kylie Minogue: 'At Christmas'
3. Kacey Musgraves: 'Christmas Makes Me Cry'
4. R. Kelly: 'Home for Christmas'
5. Ariana Grande: 'Santa Tell Me'
Náttina til sunnudagin
vóru tveir kvinnuligir
journalistar og
ein kvinnuligur
býráðspolitikari skotnir í
finska býnum Imatra.
Skjótaríið hendi um mid
náttarleitið og løgreglan
var á staðnum stutt eftir,
har tey handtóku ein 23 ára
gamlan mann, sum er undir
illgruna fyri at hava framt
morðini.
Kvinnurnar vórðu skot
nar í høvdið og kroppin
við einari byrsu, og vórðu
funnar
lívleysar
uttan
fyri
eina
inngongd
til
eina matstovu í býnum,
sigur svenska løgreglan
á heimasíðu sínari. Ger
ningsmaðurin skal hava
skotið millum fýra og fimm
ferðir, og hann var púra
róligur, tá ið hann varð
handtikin.
261 umsóknir eru
komnar til Barnabata
frá fólki, sum søkja
fíggjarligan stuðul til
jólini. Tað er munandi
minni enn undanfarin ár.
Fidel Castro
jarðaður í
lítlum býi
Líkið eftir Fidel Castro
varð jarðað í Santiago de
Cuba, ein lítil býr í eystara
partinum av landinum.
Hansara øskukrukka
verður stillað undir liðina
á einum mausoleumið
fyri tí cubanska
frælsisstríðsmanninum frá
1800 talinum, Jose Marti.
Cubanski forsetin doyði
25. November, 90 ára
gamal.
Hansara øskukrukka
hevur verið koyrd tvørtur
um landið seinastu fýra
dagarnar og endaði í
Santiago de Cuba. Tað var
her, at hann í 1953 setti í
gongd stóra uppreisturin,
sum í januar 1959 endaði
við, at einaræðisharrin
Fulgencio Batista fall.
Síðsta staðið
øskukrukkan steðgaði
var í kirkjugarðinum
Santa Ifignia, har ein stór
fólkamongd hittist og
róptu “Livi Fidel”.
Kelda: dr.dk
Tveir journalistar og ein
politikari dripin í Finnlandi
Fimm nýggir jólasangir til tey troyttu