Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 Broyttar byggisamtyktir Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 30. november 2016 samtykti uppskot um broytingar í serstøku byggisamtyktini fyri útstykkingina undir Myllutjørn, serstøku byggisamtyktina við Sundsvegin og at seta úr gildi leiðbeinandi byggiskipanina fyri miðstaðarøkið á Hálsi. Broytt serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina undir Myllutjørn Uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri útstykkingina undir Myllutjørn soleiðis, at bilhús/úthús kann verða bygt størri og loyvt verður at byggja svala. Serstøk byggisamtykt við Sundsvegin Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri matr. Nr 1401a við Sundsvegin, at skipa útstykkingina har ætlanin er at byggja íbúðir. Leiðbeinandi byggiskipanina fyri miðstaðarøkið á Hálsi Uppskot um at seta úr gildi leiðbeinandi byggiskipan fyri miðstaðarøkið á Hálsi – serstaka byggisamtyktin nr. 3 soleiðis, at møguleikar eru fyri at byggja út í avmarkaðan mun. Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri útstykkingina undir Myllutjørn, serstøku byggisamtyktina við Sundsvegin og at seta úr gildi leiðbeinandi byggiskipanina fyri miðstaðarøkið á Hálsi liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 5. desember 2016 til 26. desember 2016, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til 15.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 16. januar 2017. torshavn.fo TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Via, Aggusteinsvegur 5, 188 Hoyvík, skrás. nr. 4593, sks.nr. 3-103/2016, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, j.nr. 8801016, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 15. november 2016. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund mikudagin tann 25. januar 2017, kl. 09.15, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 1. DESEMBER 2016. Søkt verður eftir maskinmeistara at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið stendur fyri at skula gera stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran. Førleikakrøv: Tað er ein treyt av tú hevur fulla maskinmeistara útbúgving. Ein fyrimunur er um tú ert elektrikari, men tó ongin treyt. Vit leggja dent á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur, nærlagdur, hevur góðan kunnleika til edv, autocad o.a. Arbeiðsuppgávur: Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um planlegging av viðlíkahaldi av netinum, eftirliti við útbyggingum, kundatænastur, o.a. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag. Umsókn: Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til Fjarhitafelagið P/F Stiðjagøta 6 Postrúm 3215 110 Tórshavn Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 16. desember 2016. Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo Maskinmeistari til P/F Fjarhitafelagið Skattalistin fyri 2015 Skattalistin fyri Fuglafjarðar kommunu liggur frammi til allment innlit á kommunuskrivstovuni hvønn gerandisdag frá kl 10-15 frá mánadegnum 5. desember til mánadagin 20. desember 2016 Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 Fuglafjørður Fuglafjarðar kommuna Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo