Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGFERÐSLA Árni Gregersen Ætlanirnar hjá SAS at flúgv­ ast til Føroyar vóru ikki al­ mennar, tá ið Tjóð­veldi á Christiansborg av­gjørdi at fáa eitt felag at gera eina kann­ing av før­oysku flog­ vinn­uni og avleið­ing­unum av henni. Men tá ið úrslitið kom, tá hevði stóra skandinaviska flogfelagið boðað frá, at tað í mars fer at flúgva á rutuni millum Keypmannahavn og Vágar. Eyðsýnt fylti hetta nak­ að í kjakinum, tá ið Copen­ hagen Eco­no­mics legði frá­ greiðingina um før­oyska flogvinnu frram í Norður­ landa­húsinum. – Hetta verður ein kamp­ ur um lív ella deyð, men vit taka av avbjóðingini, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í At­ lantsflog á fundinum. Keypmannahavn er landgrunnurin Hon vísti á, at florutan mill­ um Vágar og Keyp­manna­ havn er at meta við land­ grunn­in hjá fiskivinnuni. – Tað er her vit hava tey allar­flestu ferðafólkini – eini 187.000 í ár. Vit flúgva sjálv­andi eisini við nøkrum tómum setrum á hesi far­ leiðini, men tá ið SAS kemur, so verður útboðið munandi størri. SAS kemur inn við 120.000 setrum afturat og tað fer at merkjast, segði Jó­ hanna á Bergi. Umframt tað, so fær At­ lantsflog sítt triðja flogfar í hesum mánaðinum. Tað er eit Airbus 320, sum hevur 168 setur, sum er munandi fleiri enn tað sum núverandi flogførini hava. So útboðið av setrum verð­ur størri og tískil fer prís­urin eisini at lækka. – Tað er her vit hava eina avbjóðing, sumvit mugu fyri­ halda okkum til, segði stjórin í Atlantsflog. Óttast útlendskt monoipol Skandinaviska flogfelagið hev­ur ikki enn fingið loyvi at flúgva millum Føroyar og Dan­mark. Flogvinnan er danskt lóg­ ar­mál, men føroyski lands­ stýris­maðurin við vinnu­ mál­um hevur flog­ferðslu und­ir sær í Føroyum. Hann skal viðmæla at flog­feløg sleppa at flúgva til Føroyar. Poul Michelsen, lands­ stýrismaður, segði tað ikki við greiðum orðum, men meira innballlað, at tað verð­ur so, at SAS sleppur at flúgva millum Føroyar og Keyp­mannahavn. – Tað einasta eg fái ilt í búkin av er, tá ið eg hugsi um, at eg kanska vakni ein morgun og tá hava vit aftur eitt danskt flogfelag, sum hevur monopol á rutuni. Tað vil eg ikki uppliva aftur, segði landsstýrismaðurin. Á fundinum var tosað um, hvussu flogvinan í Føroyum kann mennast og geva eitt uppaftur størri í kast til før­ oyska búskapin. Ein partur av kjakinum gekk uppá, um tað er ein fyrimunur fyri Føroyar, at vit hava fleiri flogfeløg sum flúgva hendanvegin held­ur enn bara editt tjóðar­flog­ felag. Tað positiva við, at tað er meira enn eitt flogfelag, sum flýgur hendanvegin er, at so eru tað fleiri sum “branda” Føroyar sum ferðamál. Meðani 70 prosentum av teimum, sum flúgva við Atlantsflog eru føroyingar, so var upplýst, at av teimum, sum hava keypt ferðaseðlar við SAS ru 70 prosent út­ lendingar og bert 30 prosent føroyingar. At so eitt bretskt flogfelag – Logan Air – eisini fer at flúgva til Føroyar fer at gera, at hetta felag eisini fer at »branda« Føroyar í Bret— landi og harvið viðvirka til at fleiri útlendingar koma hendanvegin at vitja. Víst var til, at í Íslandi eru tað fleiri enn 20 flogfør, sum lenda og at har er ferða­ vinnan vaksin við rúkandi ferð. Hóast kanningin av føroysku flogvinnuni var gjørd áðrenn SAS almannakunngjørdi rutuna til Føroyar, so fylti hetta nógv, tá ið kanningin var til viðgerðar á almennum fundi ATLANTSFLOG HÓTT AV FLÚGVINGINI HJÁ SAS Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, tekur ímóti avbjóðingini frá SAS Atlantsflog fær eitt nýtt flogfar í hesum mánaðinum, sum eisini Er Airbus, men tekur 24 fólk meira enn núverandi flogfør