Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 31 Á 3+ hóskvøldið 30. sept. kl. 20.00 Tað eru liðin fleiri enn 20 ár síðani, at Don Diego de la Vega (Anthony Hopkins) stríddist móti spanska yvir- valdinum í Alta, California, undir heitinum, Zorro. Hetta endaði við, at hann varð fongslaður, og eftir 20 ár í geglinum roynir hann nú at finna mannin, sum kann halda fram við stríð- num móti Don Rafael Montero (Stuart Wilson). Ein vadsmikil guvernørur, sum at enda tók frælsið frá de la Vega. Montero hevur ætlanir um at keypa Cali- fornia frá mexicanska for- setanum, Santa Anna gene- rali. Alejandro Murieta (An- tonio Banderas) er ein ban- dittur við eini ivingar-sam- ari fortíð, men hann vísur seg at vera júst maðurin, sum de la Vega leitar eftir. Tað eydnast eisini gamla Zorro at skapa sín eftir- fylgjara, soleiðis at ætlan- irnar hjá Montero eina feð fyri allar kunnu burturbein- ast. Nýggi Zorro fer í svarta kappan hjá undan- manni sínum, og so fer hann í herna móti yvirvald- inum. Á vegnum hittir hann eisini eina vakra kvinnu, sum onkursvegna stavar frá fortíðini hjá de la Vega, og so verður talan um eitt ævintýr av teimum góðu gomlu. Fylt við romantikki, kærleika, æru, vanlagnu og endaliga sigr- inum. Og til tíðir er talan so sanniliga eisini um stutt- ligar hendingar, sum veru- liga lýsa, hvussu trupult tað kann vera hjá einum ráns- manni, at hann nú brádliga er hetja. Zorro Tað eru teir báðir, Anthony Hopkins og Antonio Banderas, sum hava høvuðsleiklutirnar í hesi útgávuni av Zorro. Maskuklædda hevnaranum Catherina Zeta-Jones hevur leiklutin sum vakra kvinnan, sum onkursvegna eisini hevur nakað við fortíðina hjá Zorro at gera Lucy Kelson (Sandra Bul- lock) er í starvi hjá ríka - men haldur merkisverda - advokatinum, George Wades (Hugh Grant). Lucy er sjálv ein framúr góður advokatur, við einum skjót- um heila, sum eisini dugir væl at leggja strategiskar ætlanir. Arbeiðið sjálvt er heldur ikki nakar trupul- leiki hjá henni, tí her trívist hon framúr væl. Trupul- leikin er heldur stjórin og hansara æviga sjálvsgleði. Hóast hann neyvan hevði megnað at bundið sær slipsaknútin uttan hennara hjálp, og hóast hann er fult greiður um, at hann hevur brúk fyri henni í fyritøkuni, so letur hann hetta ongantíð koma til sjóndar. Sam- stundis er hann tó sjarmer- andi sum fáur, men í longdini orkar hon tó ikki hetta meira. Hon ger tí av at siga upp, og sjálv er hon sannførd um, at hetta er tað einasta rætta at gera. Við góðu evnum sínum er nokk einki at ivast í, at hon fær eitt minst líka gott starv hjá øðrum fyritøkum, men spurningurin er so, hvørt tað bara var starvið ella ikki. Tað gongur heldur ikki long tíð, áðrenn hon er greið um, at hon í veruleik- anum er forelskað í George. Men spurningurin er, hvørt hon skal siga honum hetta ella ikki. Filmurin snýr seg fyrst og fremst um, hvørt tað nakran tíð er ov seint at siga fólki, at tú elskar tey, og er talan um eina framúr bland- ing av skemti, álvarsemi og romantikki. Júst soleiðis sum vit kenna Hugh Grant, tá hann spælir upp til sítt allarbesta. Uppsagnarfreist – tvær vikur George Wades hevur ovurstóran tørv á Lucy Kelson, men hann vil ikki vísa tað, og endin er eisini, at hon sigur upp Hugh Grant spælir upp til sítt allarbesta í hesum filminum, og tað sigur ikki so lítið ÁCanal+ film1 fríggjakvøldið 24. sept. kl. 20.00 FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Fríggjadagin 24.09. kl. 2030 Fríggjadagin 24.09. kl. 2330 Leygardagin 25.09. kl. 2030 Leygardagin 25.09. kl. 2330 Sunnudagin 26.09. kl. 1930 Sunnudagin 26.09. kl. 2230 Frumsýning Fríggjadagin 24.09. kl. 1900 Fríggjadagin 24.09. kl. 2115 Leygardagin 25.09. kl. 1900 Leygardagin 25.09. kl. 2115 Sunnudagin 26.09. kl. 1800 Sunnudagin 26.09. kl. 2015 Fríggjadagin 24.09. kl. 2300 Leygardagin 25.09. kl. 2300 Sunnudagin 26.09. kl. 2200 Við danskari talu – Billettprísur: 55,- kr. Fríggjadagin 24.09. kl. 1700 Leygardagin 25.09. kl. 1700 Sunnudagin 26.09. kl. 1600 Við enskari talu og donskum teksti – Billettprísur: 55,- kr. Fríggjadagin 24.09. kl. 1830 Leygardagin 25.09. kl. 1830 Sunnudagin 26.09. kl. 1730 Tey skaptu eitt nýtt sam- felag í vónini um eitt betri lív við tryggleika, felags- kenslu og friði. Men tað er ein vápnaður friður, tí utt- an fyri býin halda »tey sum vit ikki tosa um« til, og hóast hesi ikki koma nær býnum, so merkir hetta, at bygdin í veru- leikanum er avbyrgd frá umheiminum. Ikki tí at íbúgvarnir sakna umheimin nakað serligt. Tey liva sítt egna lív har næstrakærleikin er í hásætinum, og har veru- ligi kærleikin millum mann og kvinnu eisini sleppur at blóma. Alt verður tó hótt, tá Lucia Hunt og tann blindi Ivy Walker noyðast at taka dystin upp við umheimin. Tað er altavgerandi, at tey fáa heilivág til bygdina, og so er spurningurin, um tey sleppa fram við teimum »sum eingin tosar um« Við hesum filminum hevur Night Shyamalan enn einaferð skapt ein spenningsfilm, har myrk- ursins kreftir royna at taka valdið, men har tað eisini eru góðar kreftir, sum tora at taka dystin upp. The Village Peter LaFleur er ein sjar- merandi maður, sum als ongar ætlanir hevur um at stremba seg uppeftir her í lívinum. Men tá tann sjálvglaði White Good- man, sum millum annað eigur flottastu heilsumið- støðina í býnum, setir sær fyri at keypa staðið hjá Peter, hevur hann fingið nóg mikið. Saman við sín- um fasta kundaskara av sosialum taparum ger hann eitt lið, sum skal taka lut í árligu DodgeBall kappingini, har vinnandi liðið fær 50.000 dollarar. Júst upphæddin, sum Peter hevur tørv á, um hann skal bjarga tí, sum hann hevur nýtt alla sína orku uppá. Stórt úrval av DVD-filmum til sølu DodgeBall C M Y K 31 30