týsdagur 20. desember 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Selja tvey flog
Eirikur Lindenskov
Tað er ikki á hvørjum degi,
at nýtt flogfar verður keypt
til Føroya. Vit kunnu heldur
kalla tað eitt rárt hendilsi.
Men í Hamburg er tað
gerandiskostur, at tey selja
flogfør. Hvønn dag fara tvey
nýggj flogfør í miðal av Air
busverksmiðjuni, sum fram
leiðir 60 flogfør um mánaðin.
Kortini varð skipað fyri
stórari móttøku, tá stóra
ferðalagið úr Føroyum, við
yvir 100 gestum og tíðinda
fólkum, kom á verksmiðjuna,
sum liggur fyri seg sjálva í út
riðini av Hamburg.
– Vanliga koma eini 30-40
fólk eftir einum av teimum
heilt stóru flogførunum sum
A380.
– Men í Føroyum búgva
ikki fleiri fólk, enn tað starv
ast hjá Airbus, so vit kunnu
bara staðfesta, at tit duga
væl at hugna tykkum, segði
verturin skemtandi við há
tíðarhaldið
seinnapartin
mánadagin.
Tað var jú eitt fínt ferð
alag, sum komið var úr Før
oyum við Poul Michelsen,
uttanríkis- og vinnumála
ráðharra á odda. Tað høvdu
fleiri av Airbus-fólkunum á
orði.
Ferðalagið fór úr Føroy
um við fyrsta flogfarinum
hjá Atlantsflog til Keyp
mannahavnar og haðani víð
ari til Hamburg.
Komin á verksmiðjuna
bjóðaðu varaforsetin á Air
busverksmiðjuni, Olaf Law
renz, vælkomin. Hann minti
á, at eins stórt ferðalag var
við fyri fýra árum síðani, tá
fyrra Airbusflogfarið varð
keypt.
Klokkan 18:30 bjóðaði Air
bus til døgurða í eini miklari
veitsluhøll við við stórari
glasfasadu,
so
gestirnir
høvdu útsýni beint yvir á
nýggja A320 flogfarið hjá At
lantsflog, sum stóð væl upp
lýst í projektørljósi.
Men áðrenn tað vórðu
gestirnir vístir runt í parti av
verksmiðjuni, har A320 flog
førini verða framleidd. Talan
er um risa stórar hallir, sum
hýsa upp í 10 A320 flogfør
um sum einki, og tá er gott
pláss rundan um at arbeiða.
Sproytikabinan, har flogfør
ini verða sproytlakkerað, er
góðar 100 ferðir 100 metrar
til víddar.
Verksmiðjan hjá Airbus í
Hamburg er tann størsta hjá
felagnum, sum hevur deildir
í fleiri londum. Verksmiðjan
framleiðir um helmingin av
øllum flogførum, sum verða
framleidd í heiminum.
A320 flogfarið, sum tað
hjá
Atlantsflog
verður
samlað í Hamburg. Men
skrokkurin
verður
til
dømis partvís framleiddur
í Frankaríki, partvís aðra
staðin í Týsklandi, partvís í
Spania, og veingirnir verða
framleiddir í Onglandi.
Verksmiðjan hevur tí eis
ini eitt risastórt flutnings
net. Risastóra flogfarið, Air
bus Beluga, er framleitt við
endamálinum at flyta flog
skrokkarnar til Hamburg.
Tað er so stórt, at tað kann
hava ein hálvan flúgvara inn
anborða.
Tá talan er um heimsins
størsta flogfar, A380, sum
eisini verður samlað á verk
smiðjuni í Hamburg, so verða
teir
skrokkarnir
partíst
fluttir við skipi, partvís eftir
landsvegi um náttina og
partvís eftir egnum vegi, sum
Airbus eigur og hevur gjørt í
Fraklandi til endamálið.
Men alt er lagt so væl til
rættis. Løgreglan veit akk
urát, nær ávíst vegastrekki
skal steingjast, tí partar av
heimsins
størsta
flogfari
skulu framvið.
Á sjálvari Airbus verk
smiðjuni í Hamburg starv
ast um 13.000 fólk. Á deildini
í grannabýnum, Stade, starv
ast 1.800 fólk og á deildini í
Bremen 2.400 fólk. Tilsam
ans hjá Airbus stavast 55.000
fólk.
Airbusverksmiðjan
í
Hamburg er líka sum ein
býur í sær sjálvum. Óvið
komandi fólk hava ikki at
gongd til verksmiðjuna, men
mugu gjøgnum eftirlit fyri at
fáa atgongd.
Nógvar stórar hallir eru,
har flogførini verða fram
leidd. Og har er av sonnum
høgt til loft og vítt til veggja.
Mánadagin, tá ferðalagið
var rundvísing á verksmiðj
uni, har tey framleiða A320
røðina, vóru tey í ferð við at
gera átta A321 flogfør.
Nógv fólk eru í sving
hendan dagin, men tað tykt
ist so friðarligt og róligt – alt
sá øðiliga skipað út.
Stórbært var at síggja,
hvussu hesar stóru maskin
ur, sum vit seta lívið í váða
fyri at flúgva við, verða bygd
ar.
Vit vóru eisini í høllini,
har tey framleiða heimsins
størsta flogfar, Airbus 380,
sum kann taka upp til 800
ferðafólk.
Og
er
okkara
nýggja flogfar stórt, so er
A380 nógvar ferðir størri.
Vit kunnu lýsa tað so
leiðis, at skrokkurin á A320
60 flogfør um mánaðin. Tað er framleiðslan hjá Air
bus flogverksmiðjuni, sum hevur 55.000 fólk í starvi
í fleiri londum. Mánadagin var hátíðarhald hjá Air
bus, tá føroyska flogfelagið keypti annað flogfar
sítt frá risastóru evropisku flogverksmiðjuni
»William« – nýggja flogfarið hjá Atlantsflog júst
lent í Vágum mánakvøldið klokkan 22:15
Jóhanna á Bergi tekur ímóti gávu frá
varaforsetanum í Airbus-verksmiðjuni
Ein av teimum stóru verksmiðjuhøllunum hjá Airbus
í Hamburt, har A320 flogfarið verður samlað
Airbus Beluga er eitt
risastórt farmaflogfar,
sum er bygt til at frakta
Airbus skrokkar frá
ymsu verksmiðjununum
hjá Airbus til Hamburg,
har tey vera samlað