Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 før um dagin flog­far­i­num er 4 metur í dia­ met­ur. Tað eru motorarnir á A380 flogfarinum. A320 flog­ far­ið kann standa undir øð­ r­um veinginum á A380 flog­ fari­num. Veingjabreiðið á stóra A380 flog­farinum er 79,8 metr­ar. Veingjabreiðið á A320 er »bara« slakar 34 metrar. Flog­ far­ið er í tveimum hæddum og tað er 24 metrar høgt. A380 flogfarið er 72,7 metrar langt, meðan A320 er slak­ar 38 metrar langt. So tað er munur á flog­før­ um. Og tað er tað eisini í prísi. Stóra flogfarið kostar eitt stað millum tvær og tríggjar mill­i­ard­ir krónur, meðan eitt A320 flogfar kostar um 300 mill­i­ónir krónur. Maðurin, ið vísti ferð­a­ lagn­um runt á verksmiðjuni segði, at bara málingin til A380 flogfarið vigar hálvt­ fjórða tons. Tú fært sum vera man tað luks­us, tú vilt hava. Hann greiddi frá, at tey eru latin við eitt nú brúðarsvitu oman fyri stýr­húsið við útsýni. Tú fært tað við íbúðum við wc og brús­um, ja akkurát sum tú vilt hava tað – um tú altso rind­ar. Hendan dagin stóðu átta flogfør klár at lata Emirates. Tað er løgið at síggja, at á eini verksmiðju, har tey byggja so risastórar lutir, at har er so reint og ruddiligt. Verk­smiðj­u­gólv­ið var so reint, at tú sum einki kundi ging­ið skóleysur. Har vóru týðu­lig­ar gular strikur, sum mark­aðu av, hvar gestir kundu ganga, og hvar bert starvs­fólk kundu ganga. Varaforsetin hjá Airbus, Olaf Lawrenz, segði, at út­ lit­ini eru góð fyri flog­verk­ smiðju­vinn­una. Fram til 2035 vænta tey, at byggjast skulu 33.000 nýggj flogfør. Ferða­ fólka­tal­ið bara veksur og veks­ur, og fólk ferðast meira og meira, og flogførini verða eis­ini størri og størri. Tilsamans staravst 55.000 fólk hjá Airbus int­er­na­ti­o­ nalt. Árliga inntøkan er um 350 mill­i­ardir krónur. Eirikur Lindenskov – Vit eru glað fyri hitt flog­ far­ið. Men tað góða við hes­um flogfarinum er, at vit fáa enn fleiri ferðafólk, og hetta er eitt øðiliga gott flogfar. Her er ljóst at koma umborð, sera góð set­ur og gott ljós eisini. Tað segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi mill­um annað, tá ferða­ lag­ið var komið umborð á nýggja flogfarið – fyrsta túr­in til Føroyar. Og hon heldur fram. – Hetta gevur okkum enn fleiri møguleikar at vera við í kappingini – og ikki minst at halda fram við ar­beið­inum, sum vit gera við at menna Føroyar sum ferð­a­mál, bæði við at knýta Føroyar tættari at um­heim­inum og ikki minst at gera Føroyar at­ kom­i­ligar eisini, segði hon. Hon sigur víðari, at hetta er tað størsta flog­ far­ið, sum kann lenda á flog­vølll­i­num í Vágum. Tí verð­ur ikki talan um at keypa størri flogfør enn hetta. – Nú mugu vit fyrst fáa hetta flogfarið í rakstur, so fáa vit at síggja, hvussu verð­ur í framtíðini. Nýggja flogfarið hev­ ur pláss fyri 168 ferð­andi. Hitt Air­bus flog­farið hjá At­lants­flog hevur pláss til 134 ferða­fólk­um. Sum skilst kann nýggja flogfarið hava pláss fyri 188 ferð­andi. Man ætlanin vera at seta fleiri setur í flog­far­ið seinni? – Nei, tað liggur ikki í kort­unum. Vit hava valt at hava 168 setur, millum annað fyri at geva gott bein­pláss til ferðafólkið, segði Jóhanna á Bergi. Nýggja flogfarið kom í Vágar mánakvøldið klokk­an 22:15 - og í gjár klokkan 13 var boðið til almenna mót­tøku, har nøvnini á flog­førum og tyrlum skuldu avdúkast. Ein liður í menna Føroyar sum ferðamál Sámal Danielsen, vinstrumegin, var skipari á heimferðini. Stýrimaður var Kári í Haraldsstovu Petersen Flogternurnar Arngerð Davidsen og Annika Jespersen saman við Árna Olsen, marknaðarleiðara og Niels Mortensen, nvendarformanni Nýggja flogfarið eitur William Á seinapartin týsdagin varð avdúkað, hvussu flog­før og tyrlur hjá At­ lants­flog skulu eita. Tað hevur verið navna­kapping, og eini 600 upp­skot komu inn. Vinandi uppskotini til tey trý flogførini vóru: William Heinesen Elinborg Lützen Ingálvur av Reyni Og vinnandi upp­skot­ini til tær báðar tyrlurnar vóru: Ruth Smith Sámal Joensen-Mikines Kinna Poulsen, Alv­ in Joensen, Heri Nols­øe og Páll Oddur Rub­eksen vunnu hug­skots­kapp­ing­ inia og fingu tveir ferð­a­ seð­l­ar og 3.000 krónur í part afturfyri.