Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 10 BLAÐIÐ Besta rísalamangi í Havnargøtum Kaldur rísgreytur ella rísalamang eru føroyska heitini fyri kenda dessertina, ið flest føroysk húskir munna njóta, tá tey eru liðug við høvuðsrættin á jólum, og við endan av desember mánað hava føroyingar etið túsundtals av litrum av dessertini, ið er vorðin ein inngrógvin partur av føroyska jólamatinum. HALLUR AV RANA Tí ikki bara er dessertin á borðinum jólaaftan, men verður rætturin vanliga bjóðaður til jólaborðhald, føðingardagar og seldur í handlum og matstovum gjøgnum allan desember mánað. Sambært Sprotanum, so er talan um kaldan rísgreyt, ið er rørdur saman í róma við mandlum í. Tað ljóðar rímiliga einfalt, men sum við flest øllum øðrum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, so er torført at finna semja um hvussu dessertin skal gerast, og ikki minst hvussu lutfallið skal verða millum ymiska tilfarið, so at tað smakkar best. Í samband við, at handlarnir í miðbýnum í høvuðsstaðnum gera nógv burturúr jólum, hevur Sosialurin verið á eini lítlari rundferð og mett um hvussu kaldi rísgreyturin smakkar í teimum ymisku støðunum. Metingarstøði Vitja hevur verið í fimm ymiskum støðum í miðbýnum, ið selja rísalamang, og dømt hevur verið eftir trimum treytum. Prísur, smakkur og sós. 1: Prísur: Tað er øgiliga stórur prísmunur í teimum ymisku støðunum, ið seldu rísalamang. Tað bíligasta staðið seldi rísalamang fyri 20 krónur, meðan tann dýrasti rísalamangurin kostaði 45 krónur. Hetta hóast mongdin var umleið tann sama í øllum støðum. Tá prísmunurin er so stórur, so er tað eisini ymiskt hvat man sum brúkari kann vænta, tá man keypir rísalamang fyri ymiskan prís. Tað sigur seg nærum sjálvt, at ein rísalamang fyri 45 krónur skal halda eitt hægri støði enn ein fyri 20 krónur. 2: Smakkur: Hetta er tað, ið vigar mest í heildarmetingini av teimum ymisku støðunum. Her verður dentur lagdur á heildarsmakkin og samansetingina av mandlum, róma og rísi. Ov nógv ella ov lítið av onkrum tilfari kann oyðileggja heildarsmakkin. 3: Sós: Kirsuberjasós er tann mest vanliga sósin at hella omanyvir rísalamang, meðan onnur brúka karamellsós ella appelsinsós. Uppaftur onnur eta rísalamang uttan nakra sós yvirhøvur. Á flestu støðum vit vóru og royndi rísalamang var kirsuberjasós koyrd omaná, og verður hvussu tað eydnaðist tikið við í metingina. Heildarmeting: Smakkurin hevur sjálvandi mest at siga, tá heildarmeting skal gevast fyri besta rísalamangi. Eta í Vágsbotni Í nýggja take-away sølustaðnum hjá Gist & Vist samtakinum fæst bíligasta rísalamangi í miðbýnum. Fyri tjúgu krónum fæst eitt plastílat við rísalamang og kirsuberjasós. Rísalamangið hevur ein heldur fastan tættleika, men hevur hóast alt ein dominerandi smakk av róma. Tað kann vera, at tað vanliga eru mandlur í teirra rísalamang, men í hesum ílatinum eru mandlur hvørki at síggja ella smakka. Í so nógv kirsuberjasós varð koyrt í ílatið, og domineraði tann søti smakkurin frá kirsuberjasósin ov nógv av heildarsmakkinum. Rísalamangi frá Eta fær 2,5 stjørnur út av 5 stjørnum. Hóast talan ikki er um besta rísalamangið, so fylgjast góðska og prísur rímiliga væl. ETA