týsdagur 20. desember 2016síða 43
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016
11
BLAÐIÐ
Kaffihúsið
Í hugnaliga umhvørvinum undir Bryggjubakka ber til at keypa eitt glas av rísalamang
fyri 35 krónur. Hetta er eitt av tveimum støðum, har rísalamang verður borðreitt í einum
glasi ella skál heldur enn í einum plastílati.
Her er talan um ein heilt góðan rísalamang, ið hevur ein kremutan smakk. Mandlur eru
í rísalamanginum og gevur ein góðan smakk, hóast tað eru í so smátt hakkarar.
Eins og flestu aðrastaðni, so hevur man í Kaffihúsinum valt at oysa kirsuberjasós út
yvir rísalamangið. Hóast tað ikki er eins nógv sum aðrastaðni, so hevur tað lyndi til at
fylla ov nógv av heildarsmakkinum.
Rísalamangi frá Kaffihúsinum fær 3,5 stjørnur út av 5 stjørnum.
KAFFIHÚSIÐ
Mylnan í Niels Finsens gøta
Fríggjadagin í farnu viku lat Mylnan dyrnar upp í nýggju hølunum í Niels Finsens gøtu.
Inni í handlinum er alt tað, ið fólk kenna frá hinum trimum handlunum hjá Mylnuni
í høvuðsstaðnum, men hevur nýggi handilin harumframt nøkur borð og stólar, har
kundar kunnu njóta vørurnar, ið eru til keyps í handlinum.
Vit brúktu tann møguleikan og keyptu av rísalamang fyri 25 krónur frá bakarínum, ið
varð serverað í einum plastílati.
Rísalamangið hevði ein tjúkkan tættleika, men ongan serligan smakk. Her smakkar
hvørki av róma ella rísi, og eins og sum við rísalamanginum hjá Eta, so eru mandlur
hvørki at síggja ella smakka.
Harafturímóti, so er ríkiligt av kirsuberjasós í ílatinum, og fyllir tað allar smakkleykirnar.
Tað er fínt, um man keypir kirsuberjasós, men tá talan er um rísalamang, so sakna vit
eitt sindur meira av øðrum smakki.
Rísalamangi frá Mylnuni fær 2 stjørnur út av 5 stjørnum.
MYLNAN
Smyrjibreyðsbúðin
Frá Mylnuni gongur leiðin einar 30 metrar niðan eftir Niels Finsens gøtu, har
Smyrjibreyðsbúðin heldur til í gamla D.E.R. bygninginum. Her fæst eitt ílat fyri
rísalamang fyri 40 krónur.
Talan er um ein góða uppliving. Dessertin hevur ein kremutan tættleika og hevur stór
mandlustykkir í, ið saman við sósini og greytinum ganga upp í eini hægri eind.
Kirsuberjasós var eisini koyrt omaná greytin í Smyrjibreyðsbúðini, men her var
smakkurin ikki eins dominerandi sum aðrastaðni.
Rísalamangið frá Smyrjibreyðsbúðini er tað besta hendan dagin og fær 4,5 stjørnur út
av 5 stjørnum.
SMYRJIBREYÐSBÚÐIN
Gómagott
Føroyska sjokolátafyritøkan lat nýliga dyrnar upp í gamla bankabygninginum í Niels
Finsens gøtu, og í úrvalinum hjá nýggju kaffistovuni er millum annað rísalamang fyri
45 krónur.
Sum heild so skilur rísalamangi hjá Gómagott seg frá restini, tí at í glasskálini er einans
greyturin, men tað er ókeypis hjá kundunum at blanda mandlur og hella sós í greytin.
Kundarnir kunnu velja millum kirsuberjasós, karamellsós ella appilsinsós.
Smakkurin av róma og vaniljusukur geva ein góðan smakk, og hevur sjálvur greyturin
ein góðan tættleika.
Eftir Smyrjibreyðsbúðini er hetta besta rísalamangi, men av tí, at talan eisini er um
dýrasta staðið, so dregur tað eitt sindur niður, so at Gómagott fær 4 stjørnur út av 5
stjórnum.
GÓMAGOTT