Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 34 ÍTRÓTTUR TAÐ SNÝR SEG MENNA ALT ME Sonni Larsen: Venjarin hjá H71, danski Sonni Larsen, leggur stóran dent á annað afturat ítróttarliga partinum av hondbóltsspælinum. Millum annað nýtir hann eitt sálarligt menningaramboð úr Danmark. Eisini er hann hugtikin av, hvussu nógv verður lagt fyri í H71 NELI HELDARSKARÐ Eftir nøkur ár, har teir lokalu Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen stóðu á odda fyri besta liðnum hjá H71, valdu hoyvíkingar at leggja á annan bógv í summar, tá ið danski Sonni Larsen varð valdur at standa á odda fyri besta liðnum hjá hoyvíkingum. Danin hevur megnað at skapt so at siga eins góð úrslit sum undangongumennir, tí nú liðini í FTZ-deildini eru farin í jólafrí hevur H71 bert mist fimm stig av 30 møguligum og er oddalið í deildini - í fjør høvdu hoyvíkingar bert mist trý stig, tá ið FTZ-deildin fór at binda frið um jóla- og nýggjárshalguna. Tað kann tó ikki sigast, at leikararnir hjá H71 hava fingið ein venjara, ið heldur fram í sama spori sum teir farnu. Talan er um ein venjara, ið er øðrvísi, og sum hugsavnar seg um meira enn spælið á vøllinum. Millum annað hevur hann presenterað danska menningaramboðið, Garuda, fyri leikarunum á besta liðnum. Menning og avrik Í stuttum er Garuda eitt menningaramboð, sum millum annað verður nýtt av øllum donskum hondbóltslandsliðum, har granskað verður í, hvussu leikarin ber seg at í ymsum støðum. Leikarin fyllir eitt spurnarskema út, og síðani verður hann bólkaður í ein ella tveir litir av fýra møguligum. Hvat hvør litur inniber er greitt frá aðrastaðni á síðuni. Garuda kann eisini nýtast til annað enn ítrótt, men í hondbólti ber slík kanning við sær, at atferðin hjá hvørjum leikara verður lýst. Og við hesum gerast leikararnir meira tilvitaðir um, hvussu teir skulu arbeiða saman. Teir kenna til sálarligu styrkirnar og veikleikarnar hjá hvørjum øðrum. – Hetta er spennandi og nýtt. Vit gera hetta, tí at vit vilja fáa maksimala menning og avrik burturúr leikarunum. Fyri at leikarin skal menna seg so nógv sum gjørligt er neyðugt, at hann kennir seg sjálvan, men eisini, at hann er varugur við, hvat hann kann gerast betur til. Alt hetta ger, at vit fáa eina felags grund fyri framhaldandi menning, sigur Sonni Larsen. Sum dømi nevnir Sonni Larsen, at leikarin, sum verður eyðmerktur við reyða litanum, spælir upp til sítt allar besta, tá ið tað gongst liðnum væl, men tó er hesin leikarin ikki eins góður og hinir, tá ið mótgongd er. Tað er eisini, tá ið tað gongst liðnum væl, at spælið hjá einum leikara við grøna litanum, sum ofta er ein spælstýrari, kann síggja heilt listarligt út. Sonni Larsen er av tí sannføring, at fyri ítrótt­ar­ venjaran hevur tað týdning at menna alt menniskjað - ikki bert íðkaran. – Vit eru tilvitaðir um at geva okkara leikarunum tann rætta leiklutin á vøllinum, har teir vita, at teir hava ymisk ábyrgdarøki. Hetta er als ikki ein sálarlig greining av persónunum, men eitt íkast til sálarligu og sosialu menningina hjá leikarunum. Eg trúgvi uppá, at menna vit allan persónin, so fáa vit ein betri hondbóltsleikara, sigur Sonni Larsen. Felagið ger nógv fyri leikararnar Sonni Larsen visti onki um føroyskan hondbólt, áðrenn hann kom til H71 í summar, og tískil var hann helst ikki heilt fyrireikaður uppá, hvat hann kundi vænta sær av tí hondbóltsliga. Tað, sum verður lagt fyri í H71, basir tó allar væntanir hjá danska venjaranum. Millum annað er nógv annað á skránni enn ,,bara” hondbóltsvenjing fyri bæði teimum vaksnu og yngru íðkarum felagsins - júst sum ein venjari sum Sonni Larsen vil hava tað. - Sum venjari í H71 kann eg siga, at tað verður gjørt ómetaliga nógv fyri allar íðkararnar í felagnum. Mark Lausen-Marcher, Peter Krogh og eg eru allir komnir uttanifrá, men eisini eru ein rúgva av øðrum, dugnaligum venjarum í felagnum. Sjálvt summi av ungdómsliðunum hava kropsligar venjarar, fimleikaravenjarar, og eisini verða skaðafyribyrgjandi venjingar gjørdar - alt eftir, hvørjum aldri børnini eru í. Jú eldri tey verða, jú meira verður gjørt við styrkivenjing, sigur Sonni Larsen, áðrenn hann leggur afturat: – Eg havi verið í ymsum feløgum í Danmark seinastu árini, men tað er ikki í nógvum feløgum, at so nógv verður gjørt fyri leikarar felagsins, sum gjørt verður í H71. H71 hevur staðið í støðugum vøkstri seinastu árini, og tað er eisini sjón fyri søgn, at hondbólturin í Hoyvík helst er minst eitt fet frammanfyri hini feløgini í Føroyum. H71 tók lut í átta av níggju ungdómssteypafinalum í farna kappingarári, og heili sjey av hesum vórðu vunnar. Fyrr í ár hevut Sosialurin havt samrøður við tveir kendar, íslendskar hond­ bólts­menn, Ingimund Ingi­ mundarson og Dag Sig­ urðsson, sum báðir hava latið væl at føroyskum hondbólti. Tað ger Sonni Larsen eisini. – Eg kendi onki til felagið ella føroyskan hondbólt yvirhøvur, tá ið eg kom. Men eg havi lagt til merkis, at tað gongur væl í føroyskum hondbólti, og tað eru tað eisini fleiri og fleiri, sum hava varnast