hósdagur 22. desember 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
35
ÍTRÓTTUR
UM AT
NNISKJAÐ
hetta í donskum hondbólti.
Tað haldi eg, at føroyingar
kunnu loyva sær at vera
ernir av, sigur Sonni Larsen.
Stórar ætlanir
við kvinnunum
Sonni Larsen hevur fleiri
ábyrgdarøki í H71 enn besta
mansliðið. Hann er eisini
venjari hjá 1. deild monnum
og hjá besta kvinnuliðnum í
felagnum.
Søguliga hevur H71
verið eitt mansdominerað
felag, men hetta er broytt í
dag. Felagið hevur lið við í
øllum gentudeildunum, og
fyri skjótt hálvumøðrum
ári síðani byrjaði besta
kvinnuliðið hjá felagnum
aftur í næstbestu deildini.
Ætlanin er, at
hetta
liðið
skal í Hvonn
deildina at
spæla longu
í komandi
kappingar
ári.
– Málið
er ikki, at
H71
skal
hava eitt
av fremstu
kvinnuliðum
her og nú, men
vit royna at byggja
liðið upp í ár og
leggja enn meira
afturat í komandi
kappingarári,
tá
ið vit ætla okkum
at spæla við í
Hvonndeildini. Við
tíðini verður málið
tó, at vit eisini
skulu
blanda
okkum ímillum
tey fremstu í
kvinnuhondbólti, sigur
Sonni Larsen.
Tað er annað enn hond
bóltsspælið, ið kvinnurnar
hjá H71 skulu blíva betur til,
heldur venjarin.
– Vit eru ávegis í tilgongd
ini at menna kvinnuliðið
sálarliga. Sálarliga menn
ingin snýr seg um at hava
best møguligu fortreytirnar
at spæla við, har tað er
stuttligt. Um tú spyrt meg
beint nú, so er kvinnuliðið
ikki tilreiðar at spæla í
Hvonndeildini, men tað
skulu tær verða í komandi
kappingarári. Vit skulu blíva
betur til at venja hart, og tað
krevur ein serligan lívsstil og
ein góðan mentalitet, sigur
Sonni Larsen.
Hann førir eisini fram tað
áhugaverda sjónarmiðið, at
hann heldur, at kvinnur
í størri skulu tora at vísa
veruligar kenslur, tá ið
tær eru í leiki. Ofta hava
kvinnurnar lyndi til at vera
ov fittar.
– Eg upplivi mun á at
venja kvinnur og menn.
Kvinnurnar skulu í størri
mun tora at víkja frá
mentanarligu normunum
um, hvat kvinnur mugu, og
hvat tær ikki kunnu. Tað
at fara til stálið, kempa,
fegnast um mál og vísa
eldhuga er nakað, sum
menninir gera nógv meira
av enn kvinnurnar. Um
hondbólturin skal flytast
frameftir, so haldi eg, at tað
er týdningarmikið at menna
alt menniskjað í einari heild.
Vit skulu at skapa eina
mentan, har kvinnurnar
skulu tora at stórfegnast, tá
ið tað gongur væl. Tað snýr
seg tó ikki um at traðka á
onnur, men at gleðast um
egið avrik, sigur Sonni
Larsen avgjørdur.
Higartil er kvinnuliðið
hjá H71 ósigrað í hesum
kappingarárinum, tí eftir
sjey dystir í 1. deild hava
bestu kvinnurnar hjá H71
fulla úrtøku - 14 stig.
Framtíðin
Samanumtikið stórfegnast
Sonni Larsen um at vera í
H71, har hann eisini hevur
ávirkan á ungdómsvenj
ingina afturat sínum nógvu
venjarastørvum. Sáttmálin
ímillum venjaran og H71,
sum varð undirskrivaður í
summar, er bert galdandi til
hetta summarið, og tískil
tykist tað at vera upplagt, at
partarnir
leing ja
um
samstarvið, havandi í huga
góðu úrslitini í fyrru
kappingarhálvu. Hetta er
eisini ein møguleiki, men tó
ikki nøkur fullvissa.
– H71 og eg eru í
samráðingum um at leingja
samstarvið. Báðir partar
eru áhugaðir í hesum, og
viðurskiftini ímillum felagið
og meg eru góð. At vera í
H71 hevur verið ein jalig
uppliving fyri meg, men
fyri mítt viðkomandi eru
tó enn nakrir leysir endar.
Bæði viðvíkjandi familjulívi,
og harafturat havi eg eisini
onnur tilboð, sum eg má
taka støðu til. Ætlanin er
at tosa nærri um hetta í
januar, sigur Sonni Larsen
um framtíðina.
At enda sigur danski
venjarin, at nú er kropslig
venjing á skránni hjá besta
mansliðnum áðrenn hørðu
dystarskránna, sum kemur
í komandi kappingarári,
tá
ið
millum
annað
steypakappingin, ið H71
vann í fjør, skal spælast.
Fakta:
Navn: Sonni Larsen
Aldur: 30
Útbúgving: Hevur Diplom-venjaraprógv,
sum er hægsta venjaraútbúgving í
donskum hondbólti. Eisini er hann
útbúgvin á Københavns Universitet
innan Human Fysiologi.
Hevur arbeitt við elituliðum í
donskum ungdómshondbólti í
teimum eldru deildunum.
Teir fýra Garuda-litirnir:
Við loyvi frá Sonni Larsen og niðanfyri
nevndu leikarunum verður víst á, hvat
eyðkennir teir fýra litirnar í Garuda.
Týdningarmikið er at hava í huga, at ein
leikari kann bólkast í meira enn einum
liti, men allir hava teir ein høvuðslit.
Tann reyða týpan: Berjist inn til hann er
um at smella um og kann t.d. spæla við
nógvari pínu. Tó eru hesir leikarar ikki góðir
í mótgongd, tí tá kunnu teir finna upp
á at fella í fátt og gerast ørkymlaðir. Er
ein úrslitsskapari, sum stendur inn fyri at
vera effektivur, at hava ávirkan, kapping,
sjónlig úrslit og at vera sjálvstøðugur.
Dømi um eina reyða týpu
í H71: Peter Krogh
Tann grøna týpan: Motiveraður til
nýggjar og spennandi uppgávur, har
loysnir skulu finnast. Góður eginleiki hjá
spælskiparanum. Hesum leikaranum
dámar fjølbroyttar uppgávur, abstrakta
hugsan, nýggjar avbjóðingar, frælsi á
vøllinum og óavmarkaðar møguleikar.
Dømi um eina grøna týpu í
H71: Dánjal Tórgarð
Tann gráa týpan: Væl skipaður og leggur
dent á, at alt er, sum tað eigur at vera.
Millum annað viðvíkjandi reglum. Hann
heldur avtalur, er neutralur, nýtir fakta
og er stundisligur og væl skipaður.
Dømi um eina gráa týpu í
H71: Rúni Vest Højgaard
Tann bláa týpan: Ein sosialur persónur,
ið brennir fyri, at tað gongur væl í
felagsskapinum. Sosiala samanhaldið
hevur mest at siga fyri hendan leikaran.
Hann ynskir gott samstarv, tillagar
seg, er innlivandi og skilir øll.
Dømi um eina bláa týpu í
H71: Andor Sivertsen