Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KRABBAMEINSFELAGIÐ 2 22. februar 2017 krabbameinsfelagið Varpa ljós á hjálp og ráðgeving Lívið er løtur. Summar eru góðar, aðrar minni góðar. Fært tú boðini, at tú ella ein av tínum hevur fingið krabbamein, er tað, sum at løtan stendur still, og óteljandi tankar fara gjøgnum høvdið eftir lítlari løtu. Tað kennist, sum verður grundvøllurin skakaður. Tá er gott at hava hollar stuðlar at styðja seg til - familju, vinfólk, starvsfelagar, grannar og onnur. Vit í Krabbameinsfelagnum vilja eisini stuðla. Birta vón og lívsmót. Lætta um, tá harðast leikar á. Ráðgeva og hjálpa. Tíbetur eru nógv, sum rætta eina hjálpandi hond. Limir, sjálvboðin og fyritøkur gera áhaldandi eitt stórt arbeiði. Teirra stuðul ger, at felagið kann hjálpa enn betur og uppaftur fleiri. Sædis Eilifsdóttir, Henry Fjallstein, Anne Marie Gøricke, Otto Gram og Heidi Hvidbro eru nøkur teirra, sum hava leitað sær hjálp hjá Krabbameinsfelagnum farnu árini. Tey játtaðu øll, tá vit bóðu tey siga frá, hvussu teirra samband við felagið hevur verið. Óivað kennir onkur seg aftur í frásagnunum ella kann læra av teirra royndum. Vit eru teimum fimm takksom fyri, at tey vildu siga sína søgu. Fyri at Krabbameinsfelagið kann hjálpa, mugu so mong sum gjørligt vita, hvørja hjálp vit veita, og tí hava vit tikið stig til at geva út hetta blaðið saman við Sosialinum. Í blaðnum eru m.a. greinir um, hvat krabbamein er, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja krabbameini, hvørji tilboð felagið hevur, hvussu felagið varð stovnað, og hvørjar royndir ráðgevingarstovan hjá felagnum hevur. Felagið vónar, at blaðið kann varpa ljós á teir spurn­ ingar, tú kanska hevur um krabbamein. Meira er at lesa á heimasíðu okkara www.krabbamein.fo. Hóast lívið ofta er hart, kunnu løtur vera góðar. Løtur saman við øðrum. Løtur við umsorgan. Løtur, har vit eru saman í sorgini. Løtur, tá ið vit samgleðast, tí tað gongur betur. Og tí tað gongur væl. Vit í Krabbameinsfelagnum vilja fegin gera okkara fyri, at tær góðu løturnar fjølgast. Nevndin í Krabbameinsfelagnum Útgevari: Krabbameinsfelagið Grønlandsvegur 58 Postbok 1216 110 Tórshavn Skrivað: Uni Arge, journalistur Sett upp: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Myndir: Álvur Haraldsen, Per á Hædd o.o. Hetta ger felagið: • Ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi • Upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging • Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini Durita Tausen, forkvinna Sonja Nielsen, næstforkvinna Magnus Magnussen, nevndarlimur Katrin Kallsberg, nevndarlimur Jóhan Poulsen, nevndarlimur Arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum er gull vert. Bæði í mínum yrki og sum avvarðandi havi eg sæð tann linna og ágóða, sum sjúklingar og fam­ilja fáa av teimum mongu til­ tøk­um, sum felagið skipar fyri. Krabbamein er í dag ein van­lig sjúka. Sagt verður, at triði hvør fær krabbamein onkuntíð í lív­in­um, og at hini bæði verða av­varð­andi. Tá krabbameinsfeløg vórðu sett á stovn fyri 80-90 árum síð­an, var fremsta uppgávan at við­gera fyri krabba. Aftrat hesum stuðl­aðu feløgini gransking á krabba­meins­ øk­inum, sum tá á døgum ofta var á royndarstøði, og kunnaðu um sjúk­ una og stuðlaðu sjúklingum í neyð. Í dag fer sjálv viðgerðin fram í einum almennum høpi, meðan krabba­meinsfeløgini eru flaggberi, tá tað snýr seg um hini økini. Eisini okk­ara krabbameinsfelag gongur á odda hesum viðvíkjandi. At verða raktur av krabbameini hev­ur ikki bara eina kropsliga av­ leið­ing. Sálarligi skelkurin, tá tú ella onkur av tínum nærmastu verða rakt, og strongdin í sambandi við drúgva viðgerð kunnu vera lemj­andi. Somuleiðis kann long sjúkralega, sum hjá okkum før­ oy­ing­um eisini merkir nógvar møð­sam­ar dagar í fremmandum um­hvørvi í Danmark, gerast ein fíggj­ar­lig­ur smeitur. Fyri tey er arbeiðið hjá Krabba­ meins­fe­lagnum ótrúliga týðandi, ja, við­hvørt altavgerandi. Tá nátt­ in kennist myrkast, er felagið við at kynda eina vón. Viðhvørt er tað ein telefonviðtala ella ein sjálv­ hjál­p­ar­bólk­ur, viðhvørt er tað við fíggj­ar­lig­um stuðli til børn og fam­ilj­ur teirra. Tú kanst siga, at Krabba­meinsfelagið tekur við, tá tað almenna ikki longur røkkur. Krabbameinsfelagið arbeiðir bæði við at stuðla og hjálpa krabba­ meins­sjúk­ling­um og av­varð­ andi teirra í dag, men ein stór­ur partur av tí stuðli, sum fe­lag­ið fær ígjøgnum stuðulstiltøk og annað, fer óskorin til krabba­meins­gransk­ ing, so vit í framtíðini gerast enn betur at bjarga lívum. Soleiðis arbeiðir Krabba­meins­ fe­lagið miðvíst fyri, at viðgerðin í morgin gerst enn betri enn tann í dag. Hesin neistin er sjónligur í øll­ um arbeiðinum. Við jaligum hug­ burði og á uppbyggjandi hátt er fe­lagið altíð til reiðar at ráðgeva og vísa okkum politikarum á gongdar leið­ir á økinum. Krabbameinsfelagið eigur ein stóran leiklut í, at vit í 2009 fingu eina krabbameinsætlan. Nú átta ár eru liðin, og flest øll til­mæl­ini í ætl­an­ini eru sett í verk, er tíð­ in búgvin, at vit fara undir eina nýggja ætlan á økinum krabba­ meins­sjúklingum at frama. Krabbameinsfelagið gevur vón og bjargar lívum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum