týsdagur 21. februar 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
KRABBAMEINSFELAGIÐ
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Krabbameinsfelagið varð stovnað 17. januar í 1979 undir heitinum Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakarar
vóru Bjarni Niclasen og kona hansara, Sanna Dahl Niclasen, fyrrverandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Øll árini síðan stovnanina hevur felagið kunnað um krabbamein, ráðgivið sjúklingum og strongt á
myndugleikar at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, m.a. við at fíggja nýggj tól til viðgerðir
Virkið felag í nærum 40 ár
Sanna Dahl Niclasen var yvirlækni
á røntgendeildini á Landssjúkra
húsinum og skrásetti av sínum
eintingum longu í fimmtiárunum
til síðst í sjeytiárunum tilburðir av
krabbameini
í
Føroyum.
Hon
royndi øll síni virkisár at bøta um
skrásetingina við at skunda undir
myndugleikarnar
heima
sum
uttanlands at fáa eina skipaða
skráseting í lag. Nógv ár seinni varð
hendan skrásetingin sett á stovn,
og tí finnast nú hagtøl yvir krabba
sjúkur í Føroyum.
Í sambandi við, at felagið varð
stovnað í 1979, veittu Lions-feløgini
í Havn, Klaksvík og Eysturoynni
stovnarunum eina hjálpandi hond.
Árið fyri stovnanina hevði verið
kannað, um til bar at stovna eina
føroyska
deild
undir
danska
krabbameinsfelagnum.
Danska
felagið, sum hevði um 50 limir í
Føroyum, var sinnað at ganga
einum tílíkum ynski á møti, men tá
nýggja felagið skuldi stovnast,
varð avrátt, at tað skuldi gerast
føroyskt burturav.
Krabbameinsfelagið er í dag eitt
tað størsta sjúklingafelagið í Før
oyum. Felagið hevur til endamáls á
ymsan hátt at upplýsa um krabba
mein, hvussu krabbamein kann
fyribyrgjast, veita krabbameins
raktum fólkum hjálp og stuðla
gransking innan krabbamein. Ein
5-mannanevnd stýrir felagnum, og
á skrivstovuni eru trý fólk, tveir
ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar
og eitt skrivstovufólk. Heimasíðan
kallast www.krabbamein.fo. Felag
ið er eisini á Facebook.
Nógv tøk tikin
Síðan stovnanina hevur Føroya
Felag móti Krabbameini, sum
broytti navn til Krabbameinsfelagið
og fekk nýggjan samleika í 2009,
fingið mangt á skaftið til frama fyri
viðgerðir
og
ráðgeving
innan
krabbameinsøkið í Føroyum. Í 1986
varð Hjálpargrunnurin hjá felag
num settur á stovn. Hann hevur til
endamáls at veita krabbameins
sjúklingum fíggjarliga hjálp. Mang
ir sjúklingar hava fingið stuðul úr
hesum grunni.
Í tíðarbilinum, felagið hevur
verið virkið, eru fleiri onnur fram
stig hend innan krabbameinsøkið.
Eftir at patologisk deild var sett á
stovn á Landssjúkrahúsinum í
1978, gjørdist skrásetingin meira
miðvís. Eitt skifti lønti felagið
einum fólki á patologisku deildini
hálva tíð at standa fyri skrá
setingini. Í 1995 varð krabbameins
skrásetingin so alment sett á
stovn, og síðan eru allar sjúkra
húsjournalir aftur til 1960 kann
aðar.
Felagið tók tíðliga stig til sjálv
hjálparbólkar, sum fólk kunnu
koma í samband við gjøgnum
ráðgevingingarstovuna. Í 1988 varð
bólkurin Bót til Bata stovnaður,
sum er bólkur við sjálvbodnum
kvinnum, ið hava fingið staðfest
krabbamein í bróstinum. Leingi
strongdi felagið eisini á myndug
leikarnar um at stíla so fyri, at
kvinnur um 40 ára aldur fingu til
boð um ókeypis lívmóðurhálskann
ingar. Tilboðið til kvinnur millum
25-60 ár gjørdist veruleiki í 1995.
Í 1997 stovnaði felagið ein stomi
bólk. Hesin bólkur varð mannaður
við sjálvbodnum, sum av eini ella
aðrari orsøk høvdu fingið lagt
bløðru ella tarm út í síðuna. Í 2001
varð ein foreldrabólkur stovnaður.
Í honum eru foreldur at børnum
við krabbameini, og endamálið er
at stuðla teimum foreldrum, hvørs
børn hava fingið staðfest krabba
mein. Síðan eru eisini stovnaðir
prostatabólkur,
undirlívsbólkur,
móðurmerkjabólkur og lymfødem
bólkur.
Tól og frágreiðingar
Krabbameinsfelagið hevur eisini í
fleiri førum stuðlað granskingar
verkætlanum og tólum, sum eru
tikin í nýtslu á Landssjúkrahúsi
num.
Stutt
eftir
stovnanina
læt felagið Landssjúkrahúsinum
150.000 kr. til eitt gammatól, í 1989
læt felagið 800.000 kr. av sínum
ognum til eitt lasertól, og seinna
helming
av
90’unum
stuðlaði
felagið eini væl eydnaðari gransk
ingarverkætlan um krabbamein,
sum føroyski læknin, Jan Dalberg,
stóð fyri.
Í 2001 var formaðurin í felag
num formaður í arbeiðsbólki, sum
handaði landsstýrismanninum við
almannamálum álit um hospice,
palliativa eind og heimahospice í
Føroyum. Palliativa eindin er síðan
komin. Felagið strongdi eisini á at
fáa onkolog settan í starv á Lands
sjúkrahúsinum, tí sjúklingar máttu
av landinum at fáa viðgerð og røkt
fyri krabbamein. Onkologiska am
bulatoriið kom í 1992.
Tað helst størsta átakið, sum
felagið hevur verið partur av, var
at gera Krabbameinsætlanina, sum
landsstýrismaðurin við heilsumál
um tók stig til í 2008, og sum var
liðug í oktober 2009. Málið við
ætlanini var at lýsa alt økið og gera
tilmælir um, hvussu røkt, fyribyrg
ing og viðgerð innan krabbameins
økið kundu gerast betri. Tilsamans
vórðu latin 58 tilmælir. Hetta var
fyrsta yvirskipaða ætlan fyri
krabbameinsøkið, sum er gjørd í
Føroyum
Krabbameinsfelagið hevur eis
ini skipað fyri mongum ráðstevn
um,
skeiðum
og
evnisdøgum
millum ár og dag, og stórar inn
savningar hava eisini verið.
Krabbameinsfelagið varð stovnað í 1979 og hevur síðan hjálpt og ráðgivið mongum sjúklingum og avvarðandi