Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KRABBAMEINSFELAGIÐ 4 22. februar 2017 krabbameinsfelagið Forkvinna í Krabbameinsfelagnum er Durita Tausen. Hon gjørdist sjálv sjúk av krabbameini í 2011 og fekk nógva hjálp frá felagnum. Tá hon var vorðin frísk og fekk áheitan um at koma í nevndina, ivaðist hon í, um hon skuldi halda fram at seta seg sjálva í samband við sjúkuna. Men hon játtaði, tí hon heldur, at hjálpin, felagið veitir sjúklingum og avvarðandi, hevur alstóran týdning. Tankarnir eru nógvir, tá sjúkan rakar, men vónina mugu vit ongantíð missa, sigur hon Tú missir onki við at vænta tað besta Árið 2011 var eitt tað truplasta árið í lívinum hjá tí kvinnuni, sum nú er forkvinna í Krabbameinsfelagnum, tí í juni hetta árið fekk hon staðfest krabbamein í eggrótunum, varð løgd undir skurð í skundi og fekk seks fyribyrgjandi kemoviðgerðir. Alt byrjaði við, at hon kendi seg illa upplagda í nærum eitt hálvt ár. Hon var móð, hevði fepur og fekk eisini lungnabruna. At enda fekk hon ikki ligið og sovið, men sat. Tá hon fekk pínu út í vinstra arm, ringdi hon til vaktlæknan, tí hon var sannførd um, at okkurt var galið við hjartanum. Kommunulæknin sendi hana stutt eftir til onkologin á Lands­ sjúkrahúsinum, og har fall dóm­ur­ in: Hon hevði ein stóran svull í eggrótunum, sum skuldi takast beinanvegin. Gjørdist virkin Lívið hjá Duritu Tausen broyttist fullkomiliga av døpru boðunum, og ótti kom á hana. Men hon settist ikki hendur í favn. Hon leitaði fram allar upplýsingar, hon kundi finna um avleiðingarnar av sjúkuni og viðgerðarmøguleikar, og setti seg í samband við Krabbameinsfelagið. Altavgerandi fyri hana var, at hon kundi práta við onkran um sín ótta og fáa skil á tonkunum. Í samrøðum við annan terapeutin hjá Krabbameinsfelagnum og í bólkaterapium, ið felagið bjóðar, fekk hon sett orð og myndir á sínar tankar. ”Tað hjálpti sera væl at sleppa at tosa um støðuna og greiða frá henni á ymsan hátt. Eitt tilboð var listterapi, har vit í einum bólki skuldu arbeiða við okkara kreppu við at skriva, tekna og mála. Eitt annað tilboð var undirlívsbólkurin, har kvinnur við krabba í undir­ lívinum tosaðu um sína støðu. Tað hjálpti væl at hoyra, hvat hinar hugsaðu,” sigur Durita Tausen. Í samrøðunum við terapeutin fekk hon sorterað sínar tankar. Hon var farin í kemoviðgerð og var framvegis bangin. ”Eg varð t.d. spurd, um eg rædd­ ist sjúkuna, ella um eg ræddist viðgerðina. Tá uppdagaði eg, at eg ræddist at fáa ilt av viðgerðini, og tað var so eitt stig framá, tí óttin var fluttur frá sjúkuni,” sigur hon. Var opin um sjúkuna Durita varð skorin 21. juni í 2011 og fekk fyribyrgjandi kemoviðgerðir til oktober. Aftaná mátti hon vóna tað besta, men avleiðingarnar av kemoviðgerðini vóru sjónligar, og tað nívdi. Tað ringasta var at missa hárið. Tá hon fór út, hevði hon turriklæði á høvdinum, og tá hon hugdi upp á fólk, sá hon í teirra eygum eina spegling av tonkum um deyðan. Men hon møtti eisini fólki, sum høvdu verið sjúk og søgdu, at tey vóru vorðin frísk aftur. Durita ásannaði, at tað góða við at búgva í einum lítlum landi er, at umsorganin er stór. Men hon skuldi eisini lata seg í brynju, tá hon fór út, tí væntast kundi altíð, at onkur spurdi um sjúkuna. ”Eg búraði meg tilvitað ikki inni, so eg fór til handils, í kirkju hvønn sunnudag og át úti saman við vinfólkum. Eg hevði roknað við, at eg var ein, sum fór at krógva meg í tílíkari støðu og ikki vilja tosa yvirhøvur, men soleiðis var eg ikki. Eg skrivaði kunnandi teldupostar til fólk um mína støðu, so bæði eg og míni næstu sluppu undan at Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum og varastjóri á Gjaldstovuni