týsdagur 21. februar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
KRABBAMEINSFELAGIÐ
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Sjey tekin at geva sær far um
Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger
um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi
at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark
hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum
Krabbameinsfelagið eisini vísir á. Tekinini sært tú her
1. Trupulleikar
við at svølgja
Gev tær far um :
• Trupulleikar í ein mánað við
at svølgja
• Kensluna av, at okkurt situr
fast í hálsinum
• Pínu, tá tú svølgir
Áhaldandi trupulleikar við at
svølgja kunnu standast av háls
bruna. Men talan kann eisini
vera um krabbamein. Umráðandi
er tí at fara til lækna.
2. Lætnar brádliga
Gev tær far um:
• Tú lætnar, hóast tú ikki
roynir
• Tú lætnar, hóast tú ikki
broytti matvanar ella íðkar
• Tú lætnar óvanliga nógv, tá
tú roynir at klænka
Tú kanst lætna óvæntað av yms
um orsøkum. Ein orsøk kann
vera krabbamein. Umráðandi er
tí at fara til lækna.
3. Áhaldandi hosti og hæsi
Gev tær far um:
• Hosta, sum heldur fram
meira enn ein mánað
• Hosta, sum broytist
• Hosta við blóðigum slími
• Hæsi, sum varar ein mánað
Varandi hosti og hæsi kunnu
standast av fleiri orsøkum. Ein
teirra kann vera krabbamein.
Umráðandi er tí at fara til lækna.
4. Óvæntað bløðing
Gev tær far um:
• Blóð í skarni, landi ella sáði
• Bløðing úr skeið eftir
skiftisár
• Bløðing úr skeið undir
samlegu
• Plettbløðing í sambandi við
kropsligt virkni
Óvæntað bløðing kann standast
av ígerð, rivum ella hemoridum.
Men hon kann eisini standast av
krabbameini. Umráðandi er tí at
fara til lækna.
5. Broytt móðurmerki
ella ólekt sár
Gev tær far um:
• Móðurmerki, sum broytir
stødd, skap ella lit
• Móðurmerki, ið fær skruvu
ella bløðir
• Móðurmerki, sum skriðar ella
kennist øðrvísi
• Sár á húðini ella í munninum,
sum ikki lekist innan ein
mánað
• Sár ella varandi útbrot við
ella á kynsgøgnum
Broytt móðurmerkir ella sár,
sum ikki lekjast, kunnu standast
av góðkynjaðum móðurmerki
ella ígerð. Men tey kunnu eisini
standast av krabbameini. Um
ráðandi er tí at fara til lækna.
6. Broyttir vanar á vesi
Gev tær far um:
• Skiftandi hart lív og leyst lív í
tvær vikur
• Eina kenslu av, at tarmarnir
ikki tømast
• Búkilsku í meira enn
tvær vikur
• Áhaldandi leyst lív
ella hart lív
Broyttir vanar viðvíkjandi opn
ing kunnu standast av mateitran,
magasótt, leysum lívi ella hørð
um lívi. Men talan kann eisini
vera um krabbamein. Umráðandi
er tí at fara til lækna.
7. Knyklar og hovnir
kropspartar
Gev tær far um:
• Knyklar í brósti
• Knyklar undir hondini, í
lærkrika ella hálsi
• Knyklar í steinum ella
hovnar steinar
• Knyklar aðrastaðni á
kroppinum
Knyklar ella hovnir kropspartar
kunnu standast av ígerð, bløðr
um ella góðkynjaðum knyklum.
Men talan kann eisini vera um
krabbamein. Umráðandi er tí at
fara til lækna.
svara spurningum allatíðina. Men
ongin máti at reagera er tann rætti
– ella kanska eru allir rættir. Fyri
summi hjálpir tað at tosa um
sjúkuna, og fyri onnur kennist
rætt ikki at vera opin. Tað rætta er
tað, sum er best fyri hvønn ein
stakan,”sigur Durita Tausen.
Tankar um deyðan
Daprastu tankar hennara vóru um
deyðan. Hon legði sína egnu jarð
arferð til rættis og valdi m.a. sálm
arnar, sum skuldu syngjast.
Í dag smílist hon, tá hon greiðir
frá, at tilrættisleggingin kom í
drag, tá hon fór at ivast í, hvagar
pengagávurnar skuldu sendast.
Skuldu tær fara til Krabbameinsfe
lagið? Tað gav góða meining. Men
tær kundu eisini farið til Vestur
kirkjuna, har hon hevur sitið í
kirkjuráðnum í 20 ár, ella til skót
arnar, har hon eisini hevur verið
virkin.
Avgerðina slapp hon tíbetur
undan at taka, tí eftir viðgerðirnar
fór hon smátt um smátt at koma
fyri seg. Dagbókin var ein trúgvur
fylgisveinur hvønn dag, serliga tá
løturnar vóru tungar. Hon skrivaði
manga bøn í dagbókina, og hon
bæði prátaði sáttliga við Guð og
skeldaði hann.
Til arbeiðis so líðandi
Durita var í 2011 og er framvegis
varastjóri á Gjaldstovuni á Argjum.
Til arbeiðis fór hon aftur eftir
viðgerðirnar so skjótt, hon kundi.
Men ikki heilar dagar. Tað týdn
ingarmesta var at koma av húsum
og gera so nógv, sum orkan loyvdi,
og fáa umsorgan frá starvsfeløg
unum.
”Eg var ikki fulla tíð til arbeiðis
fyrr enn eitt ár eftir skurðvið
gerðina. Betri var at fara nakrar
tímar avstað hvørja ferð og so
heimaftur. Nógv av tí, sum tyngir
teg, er tankar, og sleppur tú úr
teimum eina løtu, hjálpir tað. Tað
er eisini ein sigur at koma avstað,
og møtir tú javnan á arbeiðs
plássinum, verður tú at enda ikki
so áhugaverd sum tann sjúka,”
sigur Durita Tausen.
Men gekk væl at koma spaku
liga í gongd aftur, gekk longri tíð,
áðrenn hon tordi at leggja ætlanir
um framtíðina. Regluligu kann
ingarnar, hon gekk til, vístu, at alt
var í lagi eftir viðgerðirnar, men
óttin fyri einum afturstigi esjaði í
sálini.
”Í trý ár legði eg ongar ætlanir,
tí óttin fyri ringum boðum spøkti
framvegis, men so fekk eg álitið á
lívið aftur. Eg gekk ein dagin úti og
hugsaði, at mítt lív hevði verið lætt,
og knappliga kom mær til hugs, at
eg hevði havt krabbamein. Sjúkan
var ein sorgartilgongd, men á veg
úr henni sá eg bæði veðrið og
náttúruna betur, og eg gleddist um
at síggja ein spurv ella eitt smíl. Tú
gerst tilvitað um at liva, tá sjúka
hevur hótt teg,” sigur Durita.
Forkvinna í felagnum
Tá hon var komin fyri seg aftur,
vóru boð eftir henni at stilla upp til
nevndina í Krabbameinsfelagnum.
Tað var Jákup Olsen, undanfarni
formaðurin, sum heitti á hana um
taka eitt tørn í felagnum.
”Mítt ivamál var, um eg skuldi
verða hangandi í krabbasjúkuni á
hendan hátt, men tann tankin
hvarv skjótt. Tað gevur meining at
vera forkvinna í felagnum, tí tað,
vit duga, er at vera umboðið fyri
sjúklingin og tey avvarðandi. Tí
læknaliga havi eg ikki serliga nógv
skil fyri, so mín vitan er tann, eg
fekk, tá eg sjálv var sjúklingur. Hin
vitanin er í nevndini við hinum
nevndarlimunum, og hon hevur
sjálvandi stóran týdning,” sigur
Durita Tausen.
Krabbameinsfelagið er privat
felag, sum livir av gávum og støð
ugt eisini roynir at gera sína ávirk
an galdandi mótvegis myndugleik
unum. Lobbyisman er ein balansu-
gongd, ásannar forkvinnan.
”Jákup var siðiligur og skapti
virðing um felagið, og sjálv eri eg
meira snarsint. Men umráðandi er,
at vit ávirka á rættan hátt og ikki
skapa stríð, so onki kemur burt
urúr. Kortini skulu vit vera áhald
andi, tí bara á tann hátt kemst á
mál. Haraftrat haldi eg, at tað er
týdningarmikið, at vit veita so
góða hjálp og ráðgeving um rætt
indir hjá sjúklingunum sum gjør
ligt,” sigur Durita.
Til tess er skrivstovan tøk at
svara spurningum vanligar ger
andisdagar, og sosialráðgevi er eis
ini knýttur at felagnum. At tænast
urnar hjá felagnum hjálpa, veit
forkvinnan av egnum royndum.
Ymiskt annað hjálpti henni eisini,
meðan hon var sjúk – familjan,
sum allatíðina var um hana, vin
fólk, sum ruddaðu húsið fyri hana,
grannar, sum bóru henni ein posa
av bollum av og á, og so vinkon
urnar, sum buðu henni til nátturða.
”Eisini trúgvin hjálpti mær. Eg
segði onkuntíð við Guð, at er hann
almáttugur, mátti hann kunnað
hjálpt mær. Hinvegin hugsaði eg,
at tað var láturligt at vænta tað
besta, tá útlitini vóru so vánalig
sum í mínum føri. Men tú missir
onki við at vænta tað besta,” sigur
Durita Tausen.
Tað er eisini ein sigur at
koma avstað, og møtir tú
javnan á arbeiðsplássinum,
verður tú at enda ikki so
áhugaverd sum tann sjúka