Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KRABBAMEINSFELAGIÐ 6 22. februar 2017 krabbameinsfelagið Altíð til reiðar at hjálpa Tey flestu, sum fáa krabbamein, missa fótfestið, tí tey fara at óttast fyri lívinum. Krabbameinsfelagið veitir sjúkuraktum og avvarðandi góð ráð og mong tilboð í avbjóðandi støðuni. Dagligur leiðari á ráðgevingini er Jansy Gaardlykke. Mest av øllum fegnast sjúk og avvarðandi um, at onkur vil lurta og vegleiðir, tá sjúkan hóttir, sigur hon Tænastan er ókeypis, og tær, sum ráð­geva hjá felagnum, eru báðar sjúkra­røkt­ar­frøðingar og hava drúgv­ar royndir á krabba­meins­øk­ in­um. Jansy Gaardlykke hevur ver­ ið longst á ráðgevingini. Hon hevur terapeutiska útbúgving og byrjaði í 1996. Frammanundan hevði hon arb­ eitt sum heimasjúkrarøktar­frøð­ ing­ur, á Lágargarði, Ríkissjúkra­ hús­inum, B7 og á onkologiska am­bula­tor­iinum á Lands­sjúkra­ hús­inum. Eisini var hon í starvi hjá Kræ­f­tens Be­kæm­pel­se í 2011. Jansy hev­ur hesi árini sæð stóra tørvin á ráð­geving, tá krabbameinssjúkan rak­ar. ”Av øllum óbodnum gestum í okkara lívi er krabbamein ein hin mest ófrættakendi. Vit hava flest øll upplivað, hvussu krabbamein eirindaleyst ger seg inn á menn­ iskju, so tað bæði rakar tann sjúka og øll rundanum. Tí er gott at kunna lætta um hjá teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, hjá familjuni og hjá teimum, sum hava mist,” sigur hon. Øll verða rakt Tey 20 árini, Jansy hevur starvast hjá felagnum, hevur hon hitt hópin av fólki, sum vóru annaðhvørt sjúk, avvarðandi ella høvdu mist. Ein felagsnevnari, tá sjúkan ger um seg, er, at ikki bara tann sjúki verður raktur. Øll familjan kemur í eina trupla støðu, og gerandisdagurin hjá tí sjúka og teimum avvarðandi kann broytast til ruðuleika bæði praktiskt og kensluliga. ”At fáa staðfest krabbamein er ein ógvuslig uppliving, tí krabba­ mein er eitt sera negativt løtt orð. Hóast krabbamein í dag er ein sjúka, sum mong verða frísk av, verður teppið skrykt undan teim­ um, sum fáa staðfest sjúkuna, og tankar um lív og deyð fara at gera um seg. Nógv óvissa ger um seg, og spurningarnir eru nógvir,” sigur Jansy Gaardlykke. Ein stórur partur av uppgávuni hjá Krabbameinsfelagnum er at hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein ella eru avvarðandi. Felagið hevur sum mál, at øll skulu kunna fáa hjálp, og tí er hjálpin ókeypis. ”Vit vilja vísa tí sjúka og teimum avvarðandi á glottar og saman fáa hesar glottarnar at víðkast mest møguligt, so vónin, ljósið og lívs­ mótið aftur kunnu spíra,” sigur Jansy Gaardlykke. Nógv tilboð Trý fólk starvast hjá Krabba­meins­ felagnum, eitt skrivstovufólk nak­ rar tímar um vikuna og tveir ráð­ gevandi sjúkrarøktarfrøðingar hálva og fulla tíð. Tær báðar veg­ leiða, hava tele­fonviðtalur, bjóða tí sjúka per­són­ligar samrøður og tosa við fam­iljuna og onnur avvarðandi. ”Fólk reagera ymiskt, tá tey fáa krabbamein, og tað er í lagi. Um­ ráðandi er, tá fólk koma til okkara, at vit rúma øllum og tora at lurta og vera saman við fólki í teirra máttloysi. Ofta hoyra vit frá fólki, at tað týdningarmesta, tá tey komu til okkara, var, at tey kendu nærveru og umsorgan, og at vit høvdu stundir at lurta,” sigur Jansy Gaard­lykke. Krabbameinsfelagið hevur fleiri hjálparbólkar við hvør sínum formanni ella forkvinnu, har fólk kunnu tosa við onnur, sum eru ella hava verið í somu støðu. Um 50 sjálvboðin eru knýtt at felagnum, flestu teirra at bólkunum, sum skipa fyri tiltøkum og veita ymisk tilboð. Sjálvbodna arbeiðsmegin er ein avgjørd fortreyt fyri, at Krabba­ meinsfelagið røkkur víða við sín­ um tænastum. Aftrat hesum bólkunum hevur felagið samrøðubólkar fyri fólk, sum eru sjúk, fyri makar hjá sjúk­ um og fyri fólk, sum hava mist makan av krabbameini. ”Vit skipa eisini fyri fimleiki og hava listterapi. Tvey skeið eru um árið í listterapi, eitt um várið og eitt um heystið. Har fáa fólk úttrykt seg um støðuna, tey eru komin í. Vit hava eisini hugnaløtur og skipa fyri fyrilestrum, og sosialráðgevi er knýttur at felagnum, sum ráðgevur um, hvørji rættindi fólk hava,” vísir Jansy á. Forlongdur armur Fremsta málið hjá Krabba­meins­ felagnum er, at ongin skal fáa krabbamein, og at krabbameins­ gátan verður loyst. Tí stuðlar felagið eisini gransking innan krabba­mein. Hóast talan er um sjúku, sum loypur stóran ótta á fólk, vísa hagtøl, at meira enn helmingurin av teimum, sum fáa staðfest krabbamein, gerast frísk. Men sjúkugongdin kann vera drúgv, og viðgerðin kann geva fólki mein, so tey hava tørv á endur­ menning. ”Umráðandi er fyri tey sjúku, at hvørja ferð tey koma í samband við sjúkrahúsverkið, almannaverkið og okkum, kenna tey, at onkur tekur sær av teimum. Sjúkrahús­ verkið og almannaverkið gera eitt stórt og gott arbeiði, men har tey sleppa, taka vit við. Vit eru at meta sum forlongdi armurin hjá al­ mennu skipanini, tí vit hava tilboð, sum tað almenna ikki hevur. Ein tørvur, vit hava staðfest, er tørv­ urin á endurmenning. Har kann avgjørt gerast meira. Eisini er tørvur á at seta eitt hospice á stovn, so umstøðurnar hjá teimum doyggjandi gerast betri,” sigur Jansy Gaardlykke. Flest kvinnur ringja Heili 80 prosent av teimum, sum venda sær til Krabbameinsfelagið, eru kvinnur. Í felagnum hevur verið nógv umrøtt, hví menninir ikki á sama hátt brúka tænasturnar Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum