týsdagur 21. februar 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
KRABBAMEINSFELAGIÐ
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
hjá felagnum. Í summum førum
fáa teir konuna at ringja fyri seg, so
teir brúka felagið kortini. Men vist
er ikki, at allir menn hava so stóran
tørv á at tosa um sína kenslur sum
kvinnur.
”Tað liggur kanska meira til
kvinnur at vilja siga, hvat tær føla,
og menn hava ofta meira brúk fyri
ítøkiligum loysnum,” sigur Jansy.
Hon hevur kortini eygleitt, at fleiri
menn enn fyrr venda sær til
felagið, og at menn hava havt góða
nyttu av at tosa við onnur í somu
støðu.
Fyrstu árini vendu um 500 fólk
sær til felagið árliga. Hetta talið
hevur verið støðugt vaksandi, og
nú hava eini 1.200 fólk samband við
felagið um árið. Um 225 nýggir
tilburðir av krabbameini verða
staðfestir í Føroyum árliga.
Fleiri tilburðir
Talið
á
krabbameinstilburðum
veksur, men lutfalsliga færri til
burðir eru í Føroyum enn í granna
londunum. Hví fleiri tilburðir verða
staðfestir, kann ikki sigast við
vissu, men hetta kann standast av,
at vit verða fleiri og eldri. 25-30
prosent av tilburðunum standast
av royking.
”Ein orsøk til, at lutfalsliga færri
tilburðir hava verið hjá okkum enn
í grannalondunum, kann vera
kosturin. Tá talið á tilburðum so
veksur, kann tað standast av, at vit,
hvat kostvanum viðvíkur, eru farin
at líkjast meira okkara grannum.
Vert er tó at vísa á, at okkara
livialdur er hækkandi og hægri
enn í t.d. Danmark,” sigur Jansy
Gaardlykke.
Ein annað, sum fegnast kann
um, er, at viðgerðarhættir og kann
ingarhættir gerast alsamt fleiri og
betri.
”Tað týdningarmesta er, at
krabbasjúka verður funnin skjótt.
Umráðandi er tí, at fólk fara til
lækna, um tey hava onkran ill
gruna. Hjá summum er støðan
kanska, at tey fara ikki avstað, tí
tað liggur í teimum, at tey skulu
vera sterk og ikki gremja seg. Men
best er at binda um heilan fingur
og lata seg kanna, tí lívsneyðug tíð
kann vera at vinna. Hava fólk so
tørv á ráðgeving, eru vit í felagnum
altíð til reiðar at hjálpa,” sigur hon.
Fá ráð og
vegleiðing
Á ráðgevingar
stovuni hjá
Krabbameins
felagnum starvast
tveir sjúkrarøktar
frøðingar við
drúgvum royndum
innan krabba
meinsøkið, ið
vegleiða og ráð
geva, tá sjúkan
rakar
Krabbamein ber ofta við sær
broytingar í familjuni, og tær
kunnu raka teg og tíni sera
meint. Nýggjar og óvanligar
støður taka seg upp, og tú hevur
nógvar tankar og kenslur at
stríðast við. Bæði tú og tíni
avvarðandi kunnu kenna tykk
um máttleys og einsamøll.
Tveir ráðgevandi sjúkrarøkt
arfrøðingar við drúgvum roynd
um
innan
krabbameinsøkið
starvast dagliga á ráðgeving
arstovuni. Tær vegleiða, ráð
geva, hava telefonviðtalu, bjóða
tær persónliga samrøðu á ráð
gevingarstovuni ella heima, um
ynski er um tað, eins og sam
røður við familju og avvarðandi.
Tætt og gott samband er við
bæði sjúkrahús, Heimatænast
una, Hvíldarheimið og aðrar
stovnar í og uttan fyri Føroyar.
Vit eru at hitta gerandisdag
ar á tlf. 317959 og á telduposti
kmf@krabbamein.fo. Krabba
meinsfelagið heldur til á
Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Spyr.fo er skjótur, ómakaleysur og ókeypis
stuðulsmøguleiki. Hvørja ferð tú svarar eini
kanning hjá spyr.fo, letur tann, sum ger
kanningina, Krabbameinsfelagnum 4 krónur.
Stuðla við at svara spurnarkanningum á
fartelefonini.
Skráset teg á spyr.fo nú!
Mongum tiltøkum skipar Krabbameinsfelagið fyri. Her er upplýsingarátak í høllini í Klaksvík
Jansy Gaardlykke, leiðari
Poula Norðbúð, skrivstovufólk
Sólrun Jacobsen, ráðgevi