týsdagur 21. februar 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KRABBAMEINSFELAGIÐ
8
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Tað hjálpir ikki at sita heima og kúra við síni sjúku, og tí fer Anne Marie Gøricke í
Havn hvønn mánadag til fimleikin, sum Krabbameinsfelagið og Ljósið skipa fyri
Fimleikurin gevur mær orku
Anne Marie Gøricke býr í mið
býnum í Havn og fær eina ferð um
mánaðin viðgerð fyri at halda síni
krabbasjúku niðri. Hon fekk í 2010
staðfest bróstkrabba, og læknarnir
á Aarhus Universitetshospitali
tóku tá annað bróstið. Men stutt
eftir fekk hon ilt í ryggin, og neyv
ari kanningar vístu, at sjúkan hevði
spjatt seg. Í dag verður sjúkan
hildin niðri við fyribyrgj
andi viðgerð.
Anne Marie hevur í
fimm ár gingið til fim
leikin, sum Krabba
meinsfelagið bjóðar
sjúklingum og av
varðandi saman við
fimleikafelagnum
Ljósinum í Skt. Frans
skúla hvørt mána
kvøld. Har renna tey,
styrkja seg og læra at anda rætt t.d.
Eisini hugna tey sær saman
viðhvørt eftir venjingarnar. Beinta
Sørensen og Annika Lindenskov
standa fyri fimleikinum.
Anne Marie kundi ikki verið
fimleikin fyriuttan, sigur hon. Hon
sveimar sum ein ung genta gjøg
num rúmið, tá tónleikurin fer frá.
Mangan hevur hon sitið heima og
hildið, at hon var ov troytt at fara
av húsum, men hvørja ferð reisti
hon seg og fór til fimleik, og hvørja
ferð gav tað henni fult av orku og
gleði, so hon var sum eitt nýtt fólk
aftaná.
”Gleði er so sera týdningarmikil,
tí vit kunnu ikki bara sita og hugsa
um, at vit eru sjúk. Eg pástandi, at
gleði heldur sjúku niðri, og tí
dámar mær so væl fimleikin,” sigur
Anne Marie Gøricke.
Hon hevur havt nógv við
Krabbameinsfelagið at gera, síðan
hon gjørdist sjúk. M.a. hevur hon
tosað við ráðgevingina, verið í
listterapi og so gingið til fimleikin.
Í íbúðini hjá henni og Palla Gre
goriussen standa hennara máln
ingar frammi millum teir, sum
Thomas Arge, Hans Hansen í
Mikladali, Tórbjørn Olsen og onn
ur lótu úr hondum. Tekningar hjá
Palla sært tú eisini á veggjunum.
Meira skal gerast
Anne Marie heldur, at gott er
at tosa, tá stúran tyngir, tí fólk
verða uppaftur sjúkari av at
leggja lok á daprar tankar. Sjálv
skammaðist hon um sína sjúku í
fyrstani, men tilboðini, hon fekk
frá Krabbameinsfelagnum, hjálptu
henni víðari.
Tó kundi hon hugsað sær, at
kommunur eisini buðu sjúklingum
og avvarðandi hjálp. Ein lækni
skuldi t.d. kunnað skrivað eina
ávísing til fimleik, kostvegleiðing
og annað tílíkt hjá kommununi, tá
fólk skulu koma fyri seg í sambandi
við sjúku. Í Danmark er hetta økið
munandi betur skipað, vísir hon á.
”Krabbameinsfelagið ger eitt
sera gott arbeiði, men eitt lið
manglar millum sjúkrahúsverkið
og felagið, har tað almenna skuldi
gjørt meira fyri tey, sum hava tørv
á vegleiðing og uppbygging. Mong
sita bara inni og kúra, og tað er tað
ringasta, vit kunnu gera. Betri er at
koma út og vera virkin,” sigur Anne
Marie Gøricke.
Sædis Eilifsdóttir í Syðrugøtu gjørdist sjúk av krabbameini og fekk drúgva
viðgerð, men til Krabbameinsfelagið tordi hon ikki, fyrr hon var vorðin frísk
Gjørdist frísk og fór so til felagið
Sædis Eilifsdóttir fekk staðfest
krabbamein í maganum í septem
ber 2013. Hon hevði havt búkilsku í
tríggjar vikur, tá hon gjørdi av at
fara til lækna og fekk váttað sín
illgruna um, at okkurt álvarsligt
var áfatt. Beinanvegin varð hon
sett í kemoviðgerð, og tá tann
viðgerðin var av, fekk hon strálur.
Meðan hon var í viðgerð, hugs
aði hon fleiri ferðir um at seta seg í
samband við Krabbameinsfelagið,
men hon ræddist alt, sum felagið
stóð fyri. Eina náttina skrivaði hon
skelvandi felagnum ein teldupost,
men tá hon morgunin eftir sá, at
onkur frá felagnum hevði ringt,
rann tað henni kalt niður eftir
rygginum, og hon vildi onki sam
band hava við felagið kortini.
Viðgerðirnar munaðu so væl, at
Sædis á heysti í 2014 gjørdist frísk
aftur. Hon fekk tey boð, at hon
kundi fara heim at njóta lívið, og
hon var ovurfegin um boðini og
flagsaði fyrstu tíðina sum ein
firvaldur, sum hon sjálv tekur til.
Óttin bankaði uppá
Men brádliga bankaði óttin á
dyrnar. Hon skuldi tvær ferðir um
árið til regluligar kanningar, og
hvørja ferð tær nærkaðust, kendi
hon seg verjuleysa og niðurbundna
av ótta. Hon ásannaði, at henni
tørvaði onkran at tosa við, men hon
kendi ongan, sum hevði upplivað
tað sama. Eina náttina fór hon so á
netið at leita fram upplýsingar um
Krabbameinsfelagið.
Hon skrivaði til felagið og
greiddi frá, at óttin hevði fingið
vald á sær, og at hennara størsta
ræðsla var, at sjúkan skuldi koma
aftur og taka hana frá døtrunum,
sum høvdu mist pápan í 2011. Svár
var sorgin framvegis um hendan
brádliga miss.
Morgunin eftir fekk hon svar,
har tey frá felagnum søgdu, at
hennara tankar vóru normalir, og
at hon var vælkomin á ráðgev
ingarstovuna hjá felagnum at tosa
um sína støðu. Hon fór suður til
Havnar og tosaði og tosaði um alt,
sum bylgdist innan í henni.
Útafturkomin helt hon sjálv, at
hon hevði tosað ríkiliga nógv, men
gott var, at onkur nú hevði hoyrt
hennara søgu.
Stutt eftir setti Krabbameins
felagið hana í samband við aðra
kvinnu, sum hevði verið í nøku
lunda somu støðu, og tær tosaðu
leingi saman í telefon. Hetta hjálpti
ómetaliga væl, sigur Sædis, tí nú
kendi hon seg normala við sínum
serligu tonkum. Hetta var á sumri
í 2016, og enn tosa tær báðar saman
um tað, teimum hevur verið fyri.
Sædis er sera fegin um ta hjálp,
hon fekk frá Krabbameinsfelag
num.
“Tað var eitt sindur løgið, at eg
ikki fór til felagið, fyrr enn eg var
vorðin frísk, men eg fegnist um, at
felagið beinanvegin var til reiðar at
hjálpa, tá mær tørvaði hjálpina.
Tað mest ótrúliga av øllum er, at øll
tænastan hjá felagnum er ókeypis,”
sigur hon.