týsdagur 21. februar 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
KRABBAMEINSFELAGIÐ
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Tá Henry Fjallstein í Havn sá eina lýsing frá
Krabbameinsfelagnum, sum beyð fólki, ið høvdu mist
makan, hjálp at koma víðari, tók hann av tilboðnum
Í einseminum
var gott at fáa tosað
Tann 9. desember í 2014 misti
Henry Fjallstein í Havn konu sína,
Anni. Hon var 66 ára gomul. Anni
hevði verið sjúk av krabbameini
síðan januar mánað, og hóast hon
bæði fekk kemoviðgerð og strálur,
viknaði hon alsamt. Í oktober fingu
Henry og børnini boð um, at meira
var ikki at gera, og Anni fekk tí
bara linnandi viðgerð síðstu tíðina.
Onnur dóttirin og sonurin vóru hjá
henni, tá hon doyði. Henry og hin
dóttirin komu beint aftaná.
Anni og Henry giftust í 1971 og
fingu børnini í 1973, 1977 og 1979. Í
Maritugøtu, har tey bæði búðu
tveyeini, gjørdist einsligt at vera
hjá Henry, tá Anni var farin. Alt
inni í húsinum minti hann á hana.
Hennara navn var støðugt í tonk
unum, og tá hann kveitti oman á
Hoyvíkar kirkju, sum úr stovu
vindeyganum
sæst
hevja
seg
hábærsliga upp í loft, kom honum
til hugs, hvat Anni hevði sagt,
meðan hon viknaði og gjørdist
alsamt tyngri fyri andanum.
Hon skuldi ikki berast úr Hoy
víkar kirkju, tí hon vildi ikki plága
fólk at ganga heilt úr Hoyvík út í
kirkjugarðin við Velbastaðvegin.
Heldur vildi hon úr kapellinum, og
haðani fór hon. Eisini hevði hon
sagt, at Henry skuldi koma víðari,
tá alt var av. Hetta hjálpti honum
væl. Hann fór sum vant út millum
fólk, tí hann hevur altíð verið opin
og prátingarsamur maður. Men
heima var einsligt, tí nú var hann
einsamallur í húsi.
Vendi sær til felagið
Í einseminum fekk hann tørv á at
tosa við onkran um sína støðu, og í
einum blað sá hann ein dagin eina
lýsing frá Krabbameinsfelagnum,
har felagið lýsti við, at fólk, sum
høvdu mist makan, kundu koma
í sorgarbólk at tosa saman. Hann
møtti upp og prátaði um sína
støðu, og eftir fleiri fundir var glið
komið á hjá øllum at seta orð á
sínar kenslur. Hann skilti, at onnur
høvdu júst somu tankar sum hann,
og tað hjálpti væl.
Síðan Anni fór, hevur Henry
ofta droymt um hana. Dreymarnir
hava allir verið góðir, og meira enn
so hevur hann fingið onkran muss
frá henni, sum kendist veruligur. Í
dag sigur hann, at hann fer altíð at
sakna hana, tí tey høvdu so mong
góð ár saman, og tað var heldur
ongantíð ætlanin, at annað teirra
skuldi fara so tíðliga.
“Eg havi altíð havt tørv á
tryggleika, so mangulin er stórur.
Men tað hevur hjálpt at tosa við
onnur, og tað hevur eisini hjálpt at
havt samband við arbeiðsplássið
allatíðina. Mær dámar væl at fara
út, og er dansur í høllini, haldi eg
meg framat, tí mær dámar eisini
væl at dansa,” sigur Henry Fjall
stein, sum í 40 ár starvaðist hjá
Posta og seinastu níggju árini
hevur verið húsavørður hjá Waag
bilum.
Otto Gram á Tvøroyri kendi seg ráðaleysan, tá pápin gjørdist álvarsliga sjúkur,
men á ráðgevingini hjá Krabbameinsfelagnum fekk hann skil á sínum tonkum
Setti orð á sína stúran og sín ótta
Otto Gram er 45 ára gamal og
starvast sum lærari í Tvøroyrar
skúla. Hann er ein av teimum
mongu avvarðandi, sum í kreppu
støðu hava havt samband við
Krabbameinsfelagið.
Otto
fekk
tørv á persónligari ráðgeving, tá
pápi hansara, Jákup Leo, hevði
fingið staðfest krabbamein í brisi
num fyrst í desember 2015. Støðan
var álvarslig, skiltist beinanvegin,
og Otto mátti tí fáa sett orð á sín
ótta og sína stúran.
Hjá Krabbameinsfelagnum fóru
hann og annar ráðgevandi sjúkra
røktarfrøðingurin beinanvegin
undir at greina støðuna, m.a. við at
skriva upp, hvat óttin og stúranin
hjá Otto snúðu seg um. Greitt
gjørdist, at hann hevði ymsar óttar.
Hann óttaðist, at pápin skuldi
pínast av sjúkuni og viðgerðini.
Hann
grundaði
yvir,
hvussu
mamman fór at megna støðuna.
Hann ivaðist í, hvussu sterkur
hann sjálvur var. Og hann hugsaði
nógv um børnini, sum mest
sannlíkt skuldu missa abban.
Pápi Otto hevði altíð verið sera
virkin og hegnigur maður. Var ein
spaki ella ein hamari í nánd, so var
hann í gongd, og skuldi okkurt
orðnast, so orðnaði Jákup tað. Nú
hann gjørdist álvarsliga sjúkur,
fekk hann onki gjørt, og tað var
svárt hjá familjuni at uppliva.
Hann fekk eina kemoviðgerð, men
toldi hana illa. Tann 23. mars í 2016
doyði Jákup Leo 72 ára gamal.
Fekk sagt farvæl
Otto fekk tó væl og virðiliga sagt
pápa sínum farvæl, ikki minst tí
hann á ráðgevingini hjá Krabba
meinsfelagnum fekk góð ráð um,
hvussu hann skuldi gera. Otto
nevndi, at hann ivaðist í, um hann
hevði fingið sagt alt við pápa sín,
sum hann vildi siga. Hann fekk tey
ráð, at hann skuldi ímynda sær, at
hann skuldi halda eina røðu fyri
honum og skriva alt niður, ið lá sær
á hjarta.
Otto setti seg at skriva, men helt
ikki nakra røðu. Við sjúkrasongina
nýtti hann í staðin onkrar løtur til
at fáa sagt tað, hann hevði fest á
blað. Hann takkaði pápa sínum
fyri alt, hann hevði gjørt fyri seg,
børnini og familjuna annars. Á
mongum økjum var pápin hansara
stóra fyrimynd og høgra hond, og
við sjúkrasongina spurdi hann
eisini pápan um ymisk praktisk
viðurskifti, m.a. um seyðahald og
húsasmíð. Hóast pápin versnaði,
greiddi hann væl frá øllum, og Otto
fekk tey svar, hann bað um.
“Tá sjúkan rakar, stendur tú
rættiliga berur eftir við nógvum
kensluligum og eymum spurn
ingum, og tú hevur ikki skil á
tonkunum. Tað hjálpti mær øgiliga
væl at tosa við onkran, sum ikki
var ov nær og partur av støðuni
kensluliga. Ráðgevingin hjá Krabba
meinsfelagnum var professionell,
og eg eri sera fegin um, at eg vendi
mær til felagið,” sigur Otto Gram.
Nú er tað mesta av einum ári
farið, síðan pápin doyði, og sakn
urin er stórur, sigur hann. Familjan
er tó ikki fallin í fátt. Har ein mað
ur fylti nógv, tí hann var so virkin,
er nú ongin maður, og tí vantar
hann, men lívið heldur fram við
minnunum um tað, ið var, og takk
seminum um alt, sum pápin gav.