Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KRABBAMEINSFELAGIÐ 10 22. februar 2017 krabbameinsfelagið Serfrøðin annaðhvørt veit ella hevur varhugan av, at fleiri ymisk viðurskifti kunnu elva til krabbamein, m.a. royking, alkohol, vandamiklar geislingar, skeivur kostur, yvirvekt og kropsligt óvirkni. Nógv kann tí gerast at fyribyrgja krabbameini, so talið á tilburðum minkar. Mælt verður staðiliga til hetta í almennu krabbameinsætlanini Allir krabbatilburðir kunnu ivaleyst ikki fyribyrgjast, tí í fleiri førum gera ymisk viðurskifti seg galdandi, ið tilsamans hava við sær krabba­ sjúku. Men fleiri kunnu fyri­ byrgjast, verður staðfest í almennu krabbameinsætlanini frá 2009. Her eru nøkur av økjunum, sum verða nevnd í krabbameinsætlanini. Royking Hildið verður, at 25-30 prosent av øllum krabbatilburðum í vestur­ heiminum kunnu setast í samband við tubbak. Kanningar í Evropa, Japan og Norðuramerika vísa, at 87-91 prosent av tilburðunum av lungnakrabba hjá monnum og 57- 86 prosent hjá kvinnum standast av royking. Royking elvir eisini til krabba í vælindum, barkakýla, munnholu, bløðru, brisi og aðra­ staðni. Krabbameinsætlanin mælti til, at fleiri avgjøld skuldu leggjast á sigarettir, bann skuldi setast fyri lýsingum fyri royking, almenn rúm skuldu gerast roykfrí, heilsuávar­ ingar skuldu á pakkarnar, lægri tjøruinnihald skuldi í sigarettirnar, frálæra skuldi gevast um skaðiliga árinið av sigarettum o.s.fr. Nógv av hesum tiltøkunum eru síðan sett í verk, og talið á roykjarum minkar. Gevst tú at roykja, minkar váðin fyri at fáa krabbamein skjótt. Yvirvekt Fiti hevur ringa ávirkan á heilsuna og kann vera bæði orsøk til sjúku og deyða. Næst royking er fiti tann størsta orsøkin til kroniskar sjúk­ ur í vesturheiminum, serliga suk­ ur­sjúkur, hjarta- og æðrasjúkur og krabba­mein. Fiti økir um vandan fyri krabbameini ymsastaðni í kropp­inum, m.a. langanum, brósti, lív­móð­ur, nýra og vælindi. Haraftrat økist váðin fyri øðr­ um krabbameinssløgum. Roknað er út, at í Vest­ur­evropa eru yvir­ vekt og fiti orsøk til 11 prosent av øll­um til­burð­um av krabbameini í lang­an­um, 9 prosent av øllum til­ burð­um av bróstakrabba, 39 pro­ sent av tilburðunum í lívmóðrini, 37 prosent av tilburðunum í væl­ ind­um og um 25 prosent í nýrunum og gallinum. Mælt verður til at ansa eftir vekt­ini, tí heilsuskaðiligt er at viga ov nógv. Kropsligt virkni Nógvar kanningar eru gjørdar um sambandið millum kropsligt virkni og vandan fyri at fáa krabbamein. Ferð eftir ferð er ávíst, at eru vit javnan virkin á onkran hátt, kann hetta minka um vandan fyri krabbameini. Verjandi ávirkanin, sum kropsligt virkni hevur mót­ vegis krabbameini, økist munandi, jú virknari vit eru. Talan kann vera um ein hálvan tíma um dagin tríggjar dagar um vikuna. Uppaftur meira orku­krevj­ andi kropsligt virkni fleiri ferðir um vikuna kann geva fleiri fyri­ munir at fyribyrgja krabbameini. Ávíst er, at kropsligt óvirkni kostar mannalív, og í meðal styttist lívið við kropsligum óvirkni um fimm ár. Rátt verður tó til, at persónar við hjarta- og æðrasjúkum eru hóvligir, tá teir íðka. Kostvanar Nógv er granskað í sambandinum millum kost og krabbamein. Gran­ sk­arar eru samdir um, at kostur kann elva til krabbamein, men haldgóð prógv fyri saman­hangi­ num eru ikki. Gransking bendir tó á, at frukt og grønmeti fyribyrgja ávísum krabbameinssløgum, með­ an reytt kjøt økir um vandan fyri at menna krabbamein, hóast hetta sambandið er óvist. Títtleikin av fleiri krabba­meins­ sløgum er minni í Suður­evropa enn norðanfyri. Mett verður, at at­ voldin til hetta er kostur við lægri innihaldi av djórafeitti og kjøti og hægri innihaldi av fiski, olivenolju, grønmeti, frukt, kornúrdráttum og hóvligari nýtslu av rúsdrekka. Hóast ábendingar eru um eitt samband, er tað ikki prógvað. Tilmælt verður tó at eta nógva frukt og nógv grønmeti. Rúsdrekka Samband er ávíst millum rús­ drekka og krabbamein. Í londum við há­inntøkum er mett, at 5 pro­ sent av samlaða deyðatalinum vegna krabbamein standast av rúsdrekka. Vandin fyri at fáa Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast