týsdagur 21. februar 2017síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
KRABBAMEINSFELAGIÐ
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
krabbamein økist við nøgdini av
nýttum rúsdrekka og tykist ikki at
vera ávirkað av drekkimynstrinum
ella av, hvat slag av alkoholiskum
drykkjum verður nýtt.
Ávíst er, at rúsdrekka økir um
vandan fyri krabbameini í munn
holu, svølgi, barkakýla og vælindi.
Vandin hevur lyndi til at økjast við
mongdini, men til ber ikki at áseta
eitt týðiligt lágmark, har ongi árin
eru. Um tú eisini roykir, økist vand
in munandi. Vandin fyri nevndu
krabbameinssløgum hevði verið
sera lítil, um fólk í evropeisku lond
unum hvørki drukku ella royktu.
Drekk við máta, tí rúsdrekka
hevur skaðiliga ávirkan.
Sólarljós
Húðkrabbi sæst oftast hjá fólkum
við ljósum holdi. Flestu tilburðirnir
eru, har fólk við ljósari húð eru fyri
nógvari ultraviolettari geisling.
Størsta umhvørvisliga orsøkin til
húðkrabba er at vera nógv í sól. UV-
geislingar í sólarljósinum verða
mettar at elva til húðkrabba. Móð
urmerkjakrabbi er tað slagið av
húðkrabba, har vandin er størstur
fyri spjaðing og deyða.
Fólk, sum fyrr eru vorðin sól
skáldað, eru í størri vanda fyri at
fáa
móðurmerkjakrabba.
Út
breiðslan av móðurmerkjakrabba
er í tíðarskeiðnum frá 1960 til 1990
tvífaldað, og hetta kann standast
av, at fólk hava verið meira úti í
sólini farnu øldina og gingið nógv í
solarium. Í dag er bannað fólki
undir 18 ár at ganga í solarium í
Føroyum. Hetta var eitt av tilmæl
unum í krabbameinsætlanini.
Ver ansin í sólini – og far ikki í
solarium!
Vandamikil evnir
Natúrlig
og
mannagjørd
evni
finnast í umhvørvinum og á
arbeiðlspássum, sum kunnu elva
til krabbamein. Í dag er kunnleikin
um, hvørji hesi evnini eru, betri
enn fyrr, og hetta hevur havt við
sær stóra minking í tilburðunum
av krabbameini. At koma í vanda
av umvhørvinum verður skilt
soleiðis, at talan er um vandar, sum
hvør einstakur ikki hevur rættiligt
tamarhald á.
Dømi um hetta kunnu vera
luftdálking, dálking av drekkivatni,
passiv royking, ov nógv sólarljós,
matvørudálking, dioxin, burtur
beining av kemikalium frá ídnaði
og annað. Tey sløgini av krabba
meini, sum oftast knýta seg at
arbeiðsplássum, eru lungnakrabbi,
krabbamein í bløðruni, lungna
hinnu, barka, livrini, nasaholu,
blóðkrabbi og húðkrabbi.
Ansa eftir vandamiklum evnum
í umhvørvinum!
Hvat er krabbamein
Krabbamein fevnir um nógvar ymiskar sjúkur. Fleiri enn 200
sløg av krabbameini eru, og sjúkurnar kunnu býtast sundur í
undirbólkar. Krabbasjúkur vórðu longu lýstar í fornøld, men
rættilig ferð kom ikki á viðgerðirnar fyrr enn miðskeiðis í 20.
øld, verður m.a. upplýst í almennu krabbameinsætlanini
Krabbamein er ein sjúka, sum
tekur seg upp í kyknunum í
kroppinum. Sjúkan byrjar við, at
kyknurnar vaksa ella býta seg
sundur eitt ávíst stað í kroppi
num uttan tamarhald ella enda
mál. Krabbamein kann menna
seg í øllum gøgnum ella kyknum,
men stórur munur er á títtleika,
hvat hesum viðvíkur.
Í kroppinum eru milliardir av
kyknum, og allatíðina verða
gamlar og oyðilagdar kyknur
skiftar út við nýggjar. Tær gomlu
kyknurnar endurgera seg sjálvar,
og tær nýggju fáa somu egin
leikar sum tær gomlu. Tá kykn
urnar býta seg sundur, grøðast
sár, og blóð, húð og slímhinnur
verða endurskapað.
Ílegurnar í kyknunum stýra
gongdini, tá kyknurnar býta seg
sundur.
Krabbameinstilburðir
kunnu standast av, at tær mek
anismur, sum stýra gongdini,
ikki longur virka.
Góðkynjað og illkynjað
Normalar kyknur býta seg sund
ur uttan trupulleikar. Men brek
kunnu stinga seg upp, sum hava
við sær, at kyknurnar deila seg
ójavnt. Hetta er rættiliga vanligt
og vísir seg sum ein góðkynjaður
knykil á kroppinum. Kyknurnar
eru frískar, men ov nógvar eru,
og tær eru øðrvísi enn móður
kyknan.
Í einum illkynjaðum knykli
eru kyknurnar ónormalar. Kykn
urnar hava býtt seg ov nógv
sundur, og haraftrat er hendur
ein álvarsamur feilur í kyknu
ílegunum, sum broytir teirra
skap og útsjónd. Har normalar
kyknur beina fyri sær sjálvum,
um tær gerast sjúkar, halda
krabbakyknur fram at liva og
gera nýggjar krabbakyknur.
Um so er, at krabbakyknurnar
náa fram til blóð og eitlar, er
vandi fyri, at krabbameinið
spjaðir seg til onnur støð í
kroppinum, har aðrir svullir
kunnu taka seg upp, ið síðan
kunnu vaksa inn í gøgn, ið liggja
rundanum.
Orsøkir til krabbamein
Orsøkirnar til krabbamein kunnu
vera fleiri. Í hesum sambandi
kunnu nevnast ymisk krabba
meinsframleiðandi evnir, ið fáa
ílegurnar í kroppinum at broyt
ast tann ónormala vegin. Dømi
um hetta kunnu vera røntgen- og
UV-geislingar og eitt ótal av
kemiskum evnum, m.a. tubbak,
asbest og alkohol. Eisini summi
virussløg hava víst seg at ávirka
krabbameinsgongdina.
Ættarbregði hevur eisini sína
ávirkan á nøkur sløg av krabba
meini, har ein arvar oyðilagdar
ílegur. Dømi um hesi sløgini eru
krabbi í langa, bróstkrabbi og
eygnakrabbi. Hesar sjúkur kunnu
tó eisini standast av øðrum
viðurskiftum enn ættarbregði.
Hóast nærum øll fólk dagliga
koma í sambandi við vandamikil
evnir, fáa ikki øll krabbamein.
Hetta kemst av, at summi eru
arvaliga meira viðkvom mót
vegis vandamiklum ávirkanum
enn onnur.
Umhvørvið stóran týdning
Kanningar vísa, at umhvørvið
hevur sera stóra ávirkan á, um
krabbamein fer at gera um
seg. Eitt dømi er, at japanskir
tilflytarar í Kalifornia, ið oftast
fingu krabbamein í maganum,
fóru frá hesum slagnum til at
fáa bróstakrabba og krabba í
langanum, ið frammanundan var
vanligt í Kalifornia.
M.a. grundað á eygleiðingar
sum hesar verður hildið, at
viðurskifti í umhvørvinum eru
atvoldin til 80 prosent ella meiri
av øllum krabbameinssløgum.
Viðurskiftini, talan er um, fevna
eisini um kost-, samfelags- og
mentanarfyribrigdi.