týsdagur 21. februar 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KRABBAMEINSFELAGIÐ
12
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Stomibólkurin
Stomibólkurin er ein bólkur við sjálvbodnum fólki,
sum av eini ella aðrari orsøk hava fingið lagt
bløðru ella tarm út á síðuna, og fólk við bekken-
reservoir. Hesi stuðla øðrum í somu støðu og veita
hjálp til sjálvhjálp. Í løtuni er ongin formaður.
Í sjálvbodnu hjálparbólkunum hjá Krabbameinsfelagnum ber til at tosa við fólk, sum
hava verið sjúk ella varða av hjá krabbasjúklingum. Endamálið við bólkunum er at
stuðla teimum, sum hava ella hava havt krabbamein og í trúnaði práta um tað, ið
er tungt at bera. Tey, sum stuðla, hava fingið upplæring at veita ráð og vegleiðing
Bólkar veita hjálp
til sjálvhjálp
Tá tú fært staðfest krabbamein, setir tú nógvar spurningar.
Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
Gott er at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og
fakfólki. Royndirnar hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at tað
haraftrat hjálpir at hitta onnur í somu støðu, og sum hava
kent sjúkuna á egnum kroppi.
Tí bjóðar felagið einum og hvørjum, sum hevur tørv á tí,
at koma í samband við sjálvboðin í ymsu hjálparbólkunum
hjá felagnum. Aftrat tí at stuðla og vegleiða veita bólkarnir
hjálp til sjálvhjálp og skipa fyri sosialum tiltøkum, eitt nú
hugnaløtum, fyrilestrarkvøldum og útferðum. Samband
fæst við bólkarnar við at venda sær til ráðgevingina.
Prostatabólkurin
Bólkurin er fyri menn, ið hava ella hava havt
krabbamein í bløðruhálskertlinum. Endamálið
við bólkinum er, at menn, ið hava ella hava havt
prostatakrabba, kunnu hittast og stuðla hvør
øðrum. Formaður er Eirikur Ó. Simonsen.
Móðurmerkjabólkurin
Móðurmerkjabólkurin er bólkur við fólki, ið eru
skorin fyri móðurmerkjakrabba. Endamálið við
honum er, at fólk skulu kunna koma saman at
tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum at veita hjálp til
sjálvhjálp. Forkvinna er Brynhild Høgnadóttir.
Bróstabólkurin
"Bót til Bata" er bólkur við sjálvbodnum kvinnum,
sum eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í
brósti. Tær stuðla og vegleiða kvinnum, ið skulu
skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabba
mein í brósti. Forkvinna í bólkinum er Turið Horn.
Undirlívsbólkurin
Hetta er bólkur við sjálvbodnum kvinnum, sum
hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum.
Tær veita øðrum kvinnum stuðul og vegleiðing, ið
skulu viðgerast ella eru viðgjørdar fyri krabbamein
í undirlívinum. Forkvinna er Beinta E. Højsted.
Foreldrabólkurin
Bólkurin stuðlar teimum foreldrum, hvørs barn
hevur fingið staðfest krabbamein. Endamálið er
at gera tað møguligt fyri familjur at børnum við
krabbameini at koma saman og hjálpa hvør øðrum.
Forkvinna er Elin-Maria Joensen.
Lymfødembólkurin
Lymfødem er ein varandi sjúka, sum stendst av ov
nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum. Hetta vísir seg
serliga á tann hátt, at bein og armar hovna. Brekið
kann vera viðføtt, men kann eisini standast av t.d.
stráluviðgerð. Bólkurin er nýggjur, og forkvinna er
Eyðbjørg Djurhuus.
krabbameinsfelagið
Nærri kunning og samband við limir í øllum bólkum
fæst við at venda sær til ráðgevingarstovuna telefon
317959 ella um teldupost: kmf@krabbamein.fo
Stuðlað blaðútgávuni hava: JFK, Samskip,
Tryggingarfelagið Føroyar og Svend Krosstein