týsdagur 21. februar 2017síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
KRABBAMEINSFELAGIÐ
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Heidi Hvidbro í Klaksvík fekk staðfest bróstkrabba í 1998 og leitaði sær tí hjálp og góð ráð frá Krabba
meinsfelagnum. Tá hon var vorðin frísk í 2000, gjørdist hon virkin sum sjálvboðin í bólkinum fyri kvinnur við
bróstkrabba, Bót til Bata. Hetta er ein av mongu søgunum um, hvussu tey sjálvbodnu gera mun
Sjálvboðin í 17 ár
Hon var 41 ára gomul, tá hon fekk
staðfest bróstkrabba, og spurn
ingarnir vóru nógvir, tá hon hevði
fingið boðini. Hon hugsaði um síni
trý børn, mannin og framtíðina, ið
gjørdist óviss. Men Heidi gjørdist
frísk aftur, og í Krabbameins
felagnum hevur hennara partur
ikki ligið eftir síðan.
Í Bót til Bata hittast kvinnur í
somu truplu støðu at stuðla og ráð
geva hvør aðrari. Heidi hevur verið
virkin sum fyriskipari í bólkinum
heilt síðan 2000. Mongum tiltøk
um, hugnaløtum og átøkum hevur
hon við til at skipað fyri, og fleiri
ferðir hevur hon sjálv onnur verið
á norðurlendskum og altjóða ráð
stevnum um bróstkrabba.
”Eg hevði sjálv stórt gagn av
teirri hjálp, eg fekk frá Krabba
meinsfelagnum, og tí vildi eg fegin
vera við til at hjálpa øðrum. Tú fært
nógv burturúr at lurta eftir øðrum
í somu støðu og seta orð á tínar
kenslur. Á ráðstevnum, vit hava
verið á, hava tey staðfest, at
arbeiðið í sjálvhjálparbólkum kann
fyribyrgja tunglyndi hjá fólki, ið eru
vorðin sjúk,” sigur Heidi Hvidbro.
Fjølbroytt virksemi
Serliga nógv virksemi er í Bót
til Bata í oktober, sum er altjóða
bróstkrabbamánaður. Tá verður
skipað fyri innsavningum og upp
lýsingarátøkum. Eisini skipar bólk
urin saman við rennifeløgum fyri
rennitiltakinum ”Renn fyri bróst
ini,” har luttakararnir sjálvir gera
av, hvussu nógv teir gjalda fyri at
vera við. Peningurin fer til Bót til
Bata og gransking á krabbameins
økinum.
Bróstabólkurin heldur seg eisini
framat, tá skipað verður fyri stór
um tiltøkum í hallum. Er ein sølu
stevna, vælverustevna ella okkurt
annað, sært tú meira enn so umboð
fyri Bót til Bata á einum bási við
kunnandi tilfari. Eisini hava kvinn
ur greitt frá síni søgu á tílíkum til
tøkum, tí Heidi og hinar skipaðu so
fyri. Sjálvt á Sjómannadegnum
hava tær verið.
”Vit skipa haraftrat fyri hugna
løtum 1-2 ferðir um árið, har fólk
koma saman at hittast, taka okkurt
ávíst evni upp og lurta eftir tón
leiki. Hesar hugnaløturnar hava vit
havt bæði í Havn, Klaksvík, Runa
vík og Suðuroy. Eini 30-40 fólk
kunnu tá vera við,” sigur Heidi
Hvidbro.
At tað munar, at fólk koma sam
an í bólkum og til tiltøk, ivast hon
ikki í.
”Summar siga í fyrstani, at tær
hava familju ella mann, sum tær
kunnu tosa við, og at tær tí ikki
hava tørv á tílíkum tiltøkum. Men
ofta vísir tað seg, at tær fáa væl
burturúr, tá tær kortini koma við.
Arbeiði sum hetta skapar tilvitan
um økið, og økt tilvitan ger, at fleiri
kvinnur kanna seg. Mammografi-
kanningarnar hava vit ynskt leingi,
og vit fegnast um, at tær verða
settar í verk nú,” sigur Heidi Hvid
bro.
Aftrat hjálparbólkunum við sjálvstøðugum formonnum hevur Krabbameinsfelagið samrøðubólkar fyri sjúk,
fyri makar at sjúkum og fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini. Ráðgevararnir hjá felagnum standa
fyri samrøðunum
Samrøðubólkar hjá felagnum
Krabbamein rakar tey sjúku meint
sálarliga og kropsliga, men sjúkan
rakar eisini tey avvarðandi meint.
Royndirnar hjá felagnum eru, at
flest øll, sum onkursvegna eru rakt
av krabbameini, hava tørv á at seta
orð á sínar kenslur og hitta og práta
við onnur í somu støðu. Hetta ber
til í samrøðubólkum.
Bólkur fyri sjúk
Ein samrøðubólkur hjá felagnum
er fyri sjúk, sum koma saman at
tosa um sína støðu. Ein, sum var
við í bólkinum, segði, at tað er ein
einslig ferð at vera sjúkur, men
kenslan av einsemi gerst minni í
einum tílíkum samrøðubólki.
Maki hjá sjúkum
At vera maki hjá tí sjúka kann
eisini vera tungt. Makar spyrja ofta
seg sjálvar, um teir duga nóg væl at
hjálpa, og hvat meira teir kundu
gjørt. Makarnir vilja vera sterkir
og stuðla, men tað krevur orku, og
gerandisdagurin broytist nógv, tá
sjúkan ger um seg.
Kenna sjúk seg einsamøll í
truplu støðuni, gera makar tað
mangan eisini, og tí kemur væl við
hjá mongum teirra at koma saman
við øðrum makum at tosa um
støðuna. Talan er ikki um terapi,
men heldur um hjálp til sjálvhjálp.
Mist makan
Ein samrøðubólkur er eisini fyri
tey, sum hava mist makan av
krabbameini. Ongin sorg er líka,
men nógvar av kenslunum og
støðunum undir eini sjúkugongd
eru eins, og tí kemur væl við hjá
mongum at tosa við onnur um
sínar royndir.
Hóast eitt menniskja doyr, doyr
okkara kærleiki mótvegis tí ikki.
Kærleikin livir víðari heimleysur,
og vit bera sorgina meir og minni
væl, sum tíðin gongur. Í samrøðum
ber til at umskapa tey kensluligu
bondini til tann farna, so tey verða
lættari at bera.
Heidi Hvidbro hevur arbeitt sjálvboðið fyri Krabbameinsfelagið í 17 ár