týsdagur 21. februar 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KRABBAMEINSFELAGIÐ
14
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Á hvørjum ári doyggja fleiri hundr
aðtúsund kvinnur í heiminum av
lívmóðurhálskrabba. Sambært WHO,
heimsheilsustovninum hjá ST, er
hetta tað slagið av krabbameini,
sum krevur flest kvinnulív í land
synningspartinum
av
Asia
og
Afrika og næstflest í Amerika. Men
eisini í Evropa ger sjúkan um seg. Í
Føroyum fáa umleið 10 kvinnur
staðfest sjúkuna árliga.
Koppseta ímóti sjúkuni
Tilboðini at fyribyrgja lívmóður
hálskrabba eru vorðin alsamt betri
í Føroyum. Frá 1. desember 2012
hava allar gentur og kvinnur í
aldrinum 12 til 28 ár kunnað latið
seg koppseta ókeypis fyri lív
móðurhálskrabba. Treytin fyri at
verða koppsett ókeypis er, at tú
hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin
byrjar. Koppsetingarnar skulu verða
framdar, áðrenn tú fyllir 28 ár.
Høvuðsorsøkin til lívmóður
hálskrabba er virusið Human Pap
illomavirus, HPV. HPV er felags
heiti fyri fleiri enn 100 ymisk sløg
av virus. Summi teirra kunnu hava
við sær kyknubroytingar, sum
kunnu menna seg til krabbamein.
Koppsett
verður
ímóti
HPV,
og koppsetingin fer fram hjá
kommunulækna. Fyri at hon skal
virka, skalt tú koppsetast tríggjar
ferðir í 12 mánaðir.
Fyribyrgjandi kanning
Eitt annað átak ímóti lívmóðurháls
krabba er, at allar kvinnur í aldurs
bólkinum 25-60 ár fáa boðið reglu
liga fyribyrgjandi kanning fyri
sjúkuna. Hetta verður gjørt við ein
ari einfaldari kanning hjá komm
unulæknanum. Endamálið er at dia
gnostisera forstig til lívmóðurháls-
krabba og kunna veita viðgerð skjót
ast gjørligt.
Krabbamein í lívmóðurhálsinum
rakar oftast kvinnur í bestu árum og
kemur meira enn so fyri hjá ungum
kvinnum eisini. Kyknubroytingar
kunnu vera til staðar leingi, áðrenn
tær broytast til veruligt krabbamein.
Kommunulæknin tekur eitt sindur
av slími við lívmóðurmunnan at
kanna fyri kyknubroytingar, tá
kanningin verður gjørd.
Átøk muna
Nágreinilig hagtøl um lívmóður
hálskrabba finnast ikki í Føroyum,
men staðfest er, at árini 1994-2006
doyðu minst 15 kvinnur av sjúkuni.
Hetta merkir, at á hvørjum ári
doyggja nakrar kvinnur av einari
sjúku, sum til ber at fyribyrgja.
Heilsufakliga metingin er, at um
kvinnur taka av tilboðnum um
HPV-koppseting, fer at bera til at
fyribyrgja, at kvinnur fáa vanda
miklu sjúkuna.
Lívmóðurhálskrabbi er ein sera álvarsom sjúka og telist millum
tey sløgini av krabbameini hjá kvinnum, ið koma oftast fyri. Í
Føroyum kunnu allar gentur og kvinnur millum 12 og 28 ár lata
seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba, og allar kvinnur millum
25 og 60 ár fáa boðið fyribyrgjandi kanning ímóti sjúkuni
Miðvís átøk
ímóti lívmóður
hálskrabba
Høvuðsorsøkin
til lívmóðurháls
krabba er virusið
Human Papillo
mavirus, HPV
Vónloysið
og vónin
Ælaboganum tú ikki kanst sita á.
Stjørnuna tú ikki kanst fanga.
Vindin tú ikki kanst síggja.
Í vónloysinum kennist alt tungt og svart,
kalt og hart, svárt og sart.
Í vónini er ljós og gleđi,
lív og megi,
styrki og sálarbót.
Ælabogin vakrast av øllum er.
Stjørnan bleiktrar og vísir veg.
Vindurin syngur uttan um meg og teg.
Vónloysiđ og vónin síggja tađ sama
uppá hvør sín máta.
Lat tađ góđa fylla mest,
so tú kanst klára teg allarbest.
HAV VÓN!
Anna Ó. Reinert
Aarhus 23. november 2016
Anna Ó. Reinert hevur skrivađ hesa yrkingina
á listterapi-skeiđi hjá Krabbameinsfelagnum. Í
listterapi seta luttakararnir orđ og litir á sínar
tankar viđ m.a. at skriva, tekna og mála