Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 KRABBAMEINSFELAGIÐ 22. februar 2017 krabbameinsfelagið Landsstýriskvinnan við heilsu­ málum, Sirið Stenberg, vísti í røðu á, at dirvið var stórt, tá eldhugað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum við Jón á Steig, yvirlækna, á odda tóku stig til at leggja grundina undir onkologiska ambulatoriið í 1992, ikki minst tí hetta hendi í ringastu krepputíð. Túsundtals fólk fluttu av landi­ num um hetta mundið, fiskaloysi valdaði, og fjórði hvør føroyingur í arbeiðsførum aldri var arbeiðs­ leysur. Landið spardi nógv, og eisini Landssjúkrahúsið fekk boð um at spara – eitt árið 14 prosent av rakstrinum. Sirið Stenberg segði í síni røðu: ”Tað var ein umskiftilig tíð, men sum eitt kinverskt orðatak sigur: Tá harðast leikar á, eru nøkur, sum laga lívdargarðar, meðan onnur byggja vindmyllur. Eldhugað starvs­fólk á Landssjúkrahúsinum treiskaðust ímóti samfelags­gongd­ ini, og væl varð arbeitt, tí innan stutta tíð varð farið undir at taka krabbameinssjúklingar heim at viðgera. Tað er tað áræðið og dirvið, vit hátíðarhalda í dag.” Stórur bati Sirið Stenberg vísti á, at onko­log­ iska ambulatoriið farnu 25 árini er nógv ment, og at alsamt fleiri hava havt møguleika fyri at fáa viðgerð í Føroyum, m.a. kemoviðgerðir. Viðgerðir fáast nú fyri m.a. bróst­ krabba, krabba í heilanum og lívmóðurhálskrabba í Føroyum, nevndi hon, og samstarvið við Ríkissjúkrahúsið og sjúkrahús í Svøríki og Íslandi er gott. ”At hesar viðgerðir nú eru í Føroyum, er stórur bati hjá sjúk­ lingunum, sum áður máttu burtur. Ofta var títtleikin stórur, og sjúk­ lingurin skuldi til Danmarkar kanska eina ferð um mánaðin. Tað ger eina strævna tíð enn meiri møtimikla, tá tú frammanundan er illa fyri,” segði landsstýriskvinnan. Hon helt, at týdningurin av at kunna hava viðgerð og røkt í heimlandinum skal ikki undir­met­ ast. Vanliga heldur tú, at tú altíð kanst vera í tryggum umhvørvi, tosa egið mál og hava øll tíni tætt hjá tær. Men brádliga kann hetta verða tikið frá tær, og tað er svárt. ”Sjálvsagt skulu vit gera alt tað í Føroyum, sum yvirhøvur ber til fakliga. Tað er eitt mál í sjálvum sær og eisini eitt mál, at vit menna okkum fakliga til at fáa tað at bera til,” segði Sirið Stenberg. Meira rehabilitering Hon nevndi eisini Krabbameins­ ætlanina frá 2009, og í tí sambandi staðfesti hon, at av teimum 58 tilmælunum, sum vóru í ætlanini, eru 45 framd. Tí er løtan helst komin at umhugsa, um ikki ein nýggj krabbameinsætlan skal ger­ ast fyri Føroyar. Í nýggju ætlanini skal rehabilitering heilt vist hava størri rúmd, helt hon. ”Dentur hevur serliga verið lagdur á at gera dygdina og karm­ arnar um sjálva viðgerðina betur, meðan sjóneykan í minni mun hevur verið á at fáa eitt so gott lív sum gjørligt eftir viðgerð. Ongin ivi er um, at hugsa vit rehabiliteringina inn í sjúkugongdina so skjótt sum gjørligt, ber til at minka um árinini av sjúkuni,” segði Sirið Stenberg. Á móttøkuni hildu eisini hesi røður: Jón á Steig, fyrrverandi yvir­ lækni, Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, Turið Horn, fyrrverandi sjúklingur, Sonja Niel­ sen, deildarleiðari á B6 og næst­ forkvinna í Krabbameins­felagnum, Ingun Gaardbo, depilsleiðari á medisinska deplinum, og Johnny í Grótinum, sjúkra­hússtjóri. Fríggjadagin 10. februar var móttøka á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at 25 ár eru liðin, síðan onkologiska ambulatoriið læt upp. Breið semja var um, at onkologiska ambulatoriið hevur verið eitt risastórt framstig fyri føroyskar krabbasjúklingar, sum frammanundan máttu av landinum til kanningar og viðgerðir Onkologiska ambulatoriið stórt framstig Móttøka á onkologiska ambulatoriinum 10. februar í sambandi við, at 25 ár vóru liðin, síðan tað fór til verka. F.v. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Turið Horn, fyrrverandi sjúklingur, Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, og Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri Jón á Steig, fyrrverandi yvirlækni, gekk undan at fáa onkologiska ambulatoriið sett á stovn í 1992