týsdagur 21. februar 2017síða 40
Tekstur á síðuni
KRABBAMEINSFELAGIÐ
16
22. februar 2017
krabbameinsfelagið
Grannakaffi er væl umtókt
Krabbameinsfelagið hevur tikið stig til Grannakaffi, sum er
eina ferð um árið. Vertir kring landið bjóða grannum heim til
ein drekkamunn, eitt prát og kanska onkra uppliving. Gestirnir
rinda fyri drekkamunnin. Hvussu nógv teir rinda, gera teir
sjálvir av. Tiltakið er sostatt eisini ein innsavning til felagið
Grannakaffi er sprottið úr, at mong
ofta spyrja Krabbameinsfelagið,
hvussu tey á onkran hátt kunnu
hjálpa. Mong eru, sum vilja vera við
í stríðnum ímóti krabbameini, men
ikki altíð vita tey, hvussu tey á
bestan hátt kunnu hjálpa.
Grannakaffi er ein máti at hjálpa
fíggjarliga, samstundis sum til
takið bindur fólk saman til hugna
og prát. Føroyingar duga ómetaliga
væl at skipa fyri hugnaløtum og
skapa hugna, og eisini Grannakaffi
hevur prógvað, at so er.
Hvør einstakur vertur setir sín
dám á tiltakið, bara tað ikki gongur
ímóti virðunum hjá Krabbameins
felagnum.
Grannakaffi
verður
aftur vikuskiftið 11.-12. mars. Til 1.
mars kunnu áhugað tekna seg sum
vertir.
Krabbameinsfelagið vónar at
fáa nógvar vertir kring landið. Til
ber at venda sær til felagið ella
nema sær kunning á facebook.
com/grannakaffi.
Grunnar veita stuðul
Krabbameinsfelagið hevur tveir grunnar, sum til ber
at søkja um fíggjarligan stuðul úr, Hjálpargrunnin hjá
Krabbameinsfelagnum og Team Rynkeby Føroyar grunnin
Krabbameinssjúklingar kunnu fáa fíggjarligan stuðul
úr Hjálpargrunninum hjá felagnum. Stuðul verður
veittur fólki, ið eru fastbúgvandi í Føroyum.
Ein 3-manna nevnd stjórnar grunninum. For
maðurin í Krabbameinsfelagnum er fastur limur, og
ein av nevndarlimunum er lækni.
Team Rynkeby Føroyar
Barnakrabbi er ein álvarslig sjúka, men viðgerðar
møguleikarnir eru batnaðir seinnu árini, so umleið 80
prosent av teimum børnum, ið fáa staðfest krabba
mein, yvirliva.
Øll børn í Føroyum, sum fáa staðfest krabbamein,
skulu av landinum til viðgerð. Hetta kann gerast ein
stórur fíggjarligur smeitur fyri alla familjuna. Til ber
hjá familjum hjá krabbameinsraktum børnum at søkja
um fíggjarligan stuðul úr Team Rynkeby Føroyar
Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum.
Grunnurin stuðlar eisini gransking í krabba
meinssjúkum hjá børnum í Føroyum.
Tann stóra avbjóðingin at basa barnakrabba er, at
sjúkan er ikki sum krabbi hjá vaksnum. Í roynd og veru
vita granskarar ikki, hví børn fáa krabbamein. Tørvur
er á miðvísum granskingararbeiði í barnakrabba fyri
at menna betri viðgerðarhættir, so børnini ikki einans
yvirliva, men kunnu liva eitt vanligt lív.
Vit gera fimleik mánadag
Fimleikafelagið Ljósið í Havn hevur saman við Krabba
meinsfelagnum eitt fimleikalið, ið nevnist Firvaldar
Fimleikurin er fyri øll, ið hava ella hava havt krabba
mein. Vit venja konditión, styrki og innaru ró. Út
gangsstøði verður tikið í, hvat hvør einstakur megnar.
Avvarðandi eru vælkomin við at íðka og stuðla.
Málið er, at hetta skal vera eitt høvi at uppliva okkurt
gott saman.
Vant verður mánadag frá kl. 18.00 til 19.00 í høllini í
Sankta Frans skúla. Nógvar góðar grundir eru at røra
seg:
• Kropslig venjing økir mótstøðuførið
• Venjing minkar um møðina
• Gott ímóti vamli
• Betri konditión
• Styrkir vøddarnar
• Betri sálarlig vælvera
• Betri lívsgóðska