Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 22 POLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN M ánadagin 6. mars fer Páll á Reyna­ túgvu, ting­for­mað­ ur, at boða frá, at landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum hevur lagt fram eitt upp­skot um vinnuligan fiskiskap. Hendan mánadagin eru tá farnir nakr­ir dagar síðani umsitingin í Løg­tinginum fekk uppskotið, sum síðani er eftirkannað fyri møgu­ ligar feilir og mistøk. Kannað verð­ ur eisini um lógaruppskotið ávirk­ ar aðrar galdandi lógir og um atlit er tikið til hetta. At tað verður Høgni Hoydal, lands­stýrismaður, sum leggur upp­ skot­ið fram stendur fast, men tað sum enn ikki endaliga er kent, er hvør stendur aftanfyri uppskotið, sum landsstýrismaðurin leggur fram. Í dag eru tveir møguleikar. Annar er, at talan er um eitt upp­ skot, sum samgongan og Sam­ bands­flokkurin eru samd um og hin møguliekin er, at hetta er eitt upp­skot, sum ikki er gjørt við breið­ari semju, men er eitt uppskot, sum samgongan er samd um. Samráðingar eru enn Samráðingar eru enn millum Sam­ bandsflokkin og samgonguna. Fyrr í vikuni sótu umboð fyri báð­ar partar saman til langt út á náttina og royndu at finna semjur um partar í lógaruppskotinum, sum enn ósemja er um. Enn er hendan semjan ikki funn­in, men metingarnar siga, at hetta fer at bera á mál. Stóri spurningurin er enn sum áður uppboðssølan av rætt­ ind­um. Landsstýrismaðurin og samráðingarmennirnir hjá Sam­ bands­flokkinum togast um, hvat tað er sum skal á uppboðssølu. Upprunaliga stendur í upp­skot­ in­um, sum Sambandsflokkurin hev­ur gjørt og lagt fram alment, at flokk­urin er sinnaður at lata nýggj rætt­indi og óbrúkt rættindini fara yvir eina uppboðssølu. Men síðani tá hava tingini flutt seg nakað. Nú verður tosað um, at ein partur av teimum søguligu rætt­ind­unum eisini skulu seljast á upp­boðssølu. Hvussu stórur partur talan er um er helst tað, sum samgongan og Sambandsflokkurin eru ósamd um júst nú. Talan hevur verið um, at mill­um 10 og 20 prosent av teimum søgu­ligu rættindunum fara yvir upp­boðssølu. Ein annar spurningur, sum eis­ini togast verður um, er tá ið før­oyski heimaflotin fær part av makrelkvotuni. Tá er ikki full semja um, hvussu hetta skal gerast. Ivi er um botnfiskaskipini sjálvi skulu fiska makrelin – ella um tey í felag kunnu fáa ein uppsjóvarskip at gera tað fyri tey og so býta teir pengar, sum koma inn ímillum sín. Vandin við tí er, at summi tá velja at kalla makrelkvoturnar til heimaflotnan fyri studning við sterti, men veruleikin er, at heimaflotin hevur havt land­grunn­ in at fiska á – og nú er makrelurin her. Tí halda tey skipini seg eiga part í kvotuni. Hin møguleikin Sjálvt um metinganar hava ver­ ið, at tað fer at bera á mál við samráðingunum millum Sam­ bands­flokkin og samgonguna, so er onkli liðugt fyrr enn alt er liðugt. Tá vit seinast vóru í sambandi við partarnar bvíða teir eftir svari, hvør frá øðrum. Hendir tað, at samráðingarnar slitna, so verður eitt uppskot kort­ ini lagt fram. Samgongan hevur á fleiri fund­ um viðgjørt eitt uppskot til lóg um vinnuligan fiskiskap og eftir drúgva viðgerð er samgongan so at siga samd um, hvat tey so fara at samtykkja. Talan verður ikki um nakra breiða semju, men tá verður talan um 17 atkvøður fyri uppskotinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er á odda í samráðingunum og fer at leggja uppskot fyri tingið um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap UPPSKOT VERÐUR LAGT FRAM UM VINNULIGAN FISKISKAP Fæst ongin semja við Sambandsflokkin, leggur landsstýrismaðurin eitt uppskot frfam, sum øll samgongan tekur undir við