hósdagur 23. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
23
Tá verður heldur ikki talan um
tað uppskot, sum landsstýrismað
urin, Høgni Hoydal, upprunaliga
ætlaði at leggja fram, men eitt til
laga uppskot, sum eisini Javnaðar
flokkurin og Framsókn kunnu taka
undir við.
Uttan at vita nágreiniliga, hvat
hetta uppskot fer at innihalda, so
verður uppskotið drigið eitt sindur
meira móti tí, sum Sambandsflokk
urin var komin til.
Politikkurin
Vanlig tingfólk eru ikki so nógv
við í samráðingunum og fáa bara
kunning av og á um, hvussu langt
samráðingarnar eru komnar.
Gitingarnar eru sjálvandi nógv
ar og metingnar um hvussu tað
gongur somuleiðis.
Nógv teirra halda, at landsstýr
ismaðurin fer at geva seg langt
fyri at fáa eina breiða semju við
Sambandsflokkin. Hetta fyrst og
fremst fyri at vísa, at hann dugir
sítt politiska handverk og dregur
so langt, sum hann fær onnur við
til.
Summi vilja vera við, at tað fer
at skaða Høgna Hoydal politiskt,
megnar hann ikki at fáa loyst hetta
málið á ein slikan hátt, at vit fáa
eina lóg um vinnuligan fiskiskap,
sum røkkur útum tað, sum hendan
samgongan kann veita trygd fyri.
Hinvegin veit Sambandsflokk
urin, at hann í stóran mun kann
stuðla Høgna Hoydal við at gera
semju við samgonguna, men flokk
urin veit eisini, at gerst hann part
ur av einari semju, so hevur hann
vunnið sær virðing fyri at vera ein
flokkur sum tekur ábyrgd.
Í borgarliga partinum í tingin
um hevði tað heilt klárt givið Sam
bandsflokkinum og Bárði Nielsen
ein fyrimun yvirfyri veljarunum
í mun til Fólkaflokkin og Jørgen
Niclasen, sum hava valt at standa
uttanfyri allar samráðingarnar.
Hetta er sjálvandi ein partur av
politiska spælinum, men teir pol
itikararnir, sum luttaka í samráð
ingunum eru samdir um, at hetta
er eitt so stórt og álvarsligt mál, at
politikkur annars verður lagdur
til viks.
Vanligu tingfólkini arbeiða fyri tað mesta við øðrum málum og fáa bert kunning um fiskivinnusamráðinganar
Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin hava samráðst leingi
og gitingarnar eru, at flokkurin verður partur av teimum,
sum standa aftanfyri lógina um vinnuligan fiskiskap
Tíðin
Tíðin er um at ganga undan. 31.desember fell loyvini
aftur til landið, men tá kann landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum leingja tey. Hetta er tó treytað av,
at ein kunngerð verður sett í gildi til hetta.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur eisini
síðani hann tók við sum landsstýrismaður, sagt,
at uppskotið skal leggjast fyri tingið áðrenn
tíðarfreistin er farin.
Tað vil siga, at umsitingin í tinginum fær uppskotið
28. februar og at tað verður lagt fyri tingið 6. mars.
Landsstýrismaðurin heldur so fast um freitirnar
fyri at fá ein enda á samráðingunum og at fáa
endaligar avgerðir tiknar. Hann hevur sagt, at er
onki evstamark, so verða samráðingarnar heldur
ikki lidnar.
Eydnast tað ikki at gera semju við Sambandsflokkin,
so leggur landsstýrismaðurin eitt annað uppskot
fram, sum samgongan er samd um.