Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 23 24 HERISIMONSEN R emigiusz Mróz er glaður fyri loksins at hava upp­ liv­að Føroyar. Tað slær hann fast, tá vit gera sam­røðu við hann í Miðlahúsinum farna týskvøld. Remigiusz Mróz sig­ur ikki før­ oyskum lesarum so nógv, men í Póllandi er talan um eitt sera stórt navn. Hóast sín unga ald­ur, so hevur ungi krimi­rit­høv­und­ur­ in ikki skrivað færri enn 30 krimi­ skald­søgur, sum allar eru meir ella minni væl umtóktar í Pól­landi. Í næstum fer Remigiusz Mróz á eina stóra bókamessu í Lon­don, og hann er vónríkur um, at hans­ ara krimiskaldskapur fer at verða fluttur yvir í enskt og onnur mál við. Men Remigiusz Mróz vildi royna okk­urt annað enn bert at skriva krimiskaldsøgur í egnum navni. Krimi­skaldsøgur, sum stórt sæð bert fara fram í Póllandi. Jo Nesbø er inspirasjónin og umberingin Stóra fyrimyndin hjá Remi­gi­usz Mróz er norski krimi­rit­høv­und­ur­ in, Jo Nesbø, sum hev­ur selt væl í fleiri londum. Jo Nes­bø er eisini fyrimyndin fyri dul­nevnda skalda­navn­in­um »Ova Løg­mans­bø«. Eitt stutt for­ navn, Ove, eins og Jo, og so eitt eft­ ir­navn, sum eis­ini endar við »bø« eins og Nes­bø. Tá Ove Løgmansbø verður kon­ front­er­aður við faktuellar feil­ir í sín­ari skriving um Føroyar, so sum, at allir føroyingar siga »tyg­ um« við hvønn annan, at eingin før­oy­ing­ur fer spontant á vitjan hjá ein­um øðrum føroyingi, men stend­ur pent uttanfyri dyrnar og trýst­ir á ringiklokkuna til húsa­eig­ ar­in kemur til dyrnar. Ove Løg­mansbø skrivar eisini, at tað er bert ein smalur og krókutur veg­ur úr Vest­manna til Havnar, sum er vanda­mikil at koyra á. Ove Løg­mans­bø skrivar somuleiðis, at Smyr­il siglir úr Havn til Vest­mann­ ar, og somuleiðis verður skrivað, at ræst­ur fiskur er ráur fiskur. Bert nøkur dømi um faktuellu feil­ir­nar, sum Ove Løgmansbø ger í bók­um sínum. Her goymir pólski høv­und­urin seg aftanfyri Jo Nes­ bø: – Jú­men Jo Nesbø skrivar nógv um Oslo, sum ikki er fakta. Bøkurnar hjá Ova Løgmansbø eru fiksjón, og tá kunnu pólsku les­ar­ar­nir held­ur koma til Føroya sjálv­ir og finna útav hvat er fakta og ikki, und­ir­strik­ar Ove Løg­mans­ bø. Familjan á Løgmansbø harmast navnabrúkið Eitt pólskt sjónvarpslið fylgdi Remi­giusz Mróz teir dagarnar hann ferðaðist í Føroyum. Pólska sjónvarpsliðið prátaði við pólsku Sabinu Poulsen, sum býr í Sølda­firði, og Agniezku Lach Jo­hanne­sen, sum býr í Havn. Pólska sjón­varps­lið­ið prátaði eisini við systk­ini Janu á Løg­mans­ bø Jo­hanne­sen og Jógvan Eli­as á Løg­mans­ bø, sum gjørdu Remi­giusz Mróz og pólska sjón­varps­ lið­num greitt, at tey eru ikki fegin um, at Remi­giusz Mróz hev­ur valt sær skalda­navn­ ið »Ove Løgmansbø«. Pápi teirra, sum doyði í 1973 keypti eftirnavnið á Løgmansbø, og tal­an er um eitt søguligt stað bæði vesturi í Vágum, og í Føroya søgu. Systkini á Løgmansbø eru eis­ ini vaksin upp á Løgmansbø. Tí eru systkini á Løgmansbø og eft­ ir­komarar teirra sera stolt av eft­ ir­navninum. Teim­um dám­ar ikki, at ein pólskur høv­und­ur brúk­ar navn­ið Løg­mans­bø til at skriva krimi­skald­skap, sum inni­held­ur nógvar skeiv­ar og villeið­andi upp­ lýs­ingar um Føroyar. Remi­giusz Mróz sigur, at hann var ikki greiður yvir, at tað vóru so fá, sum itu á Løgmansbø í Før­ oy­um. Í Póllandi eru fólk von við, at tús­ind­tals fólk hava sama eft­ ir­navn. Ikki ráð til eina rannsóknarferð Spurdur hví hann ikki valdi at koma til Føroya at gera eina rann­ sókn­ar­ferð, áðrenn hann fór í holt við at skriva bøkurnar hjá »Ova Løg­mans­bø«, svarar Remigiusz Mróz, at tað hev­ur hann ikki havt tíð og ráð til áð­ur. Hann viðgongur, at hann ikki hev­ur havt tær bestu keldurnar til at kunna seg um Føroyar, men hann stendur við, at hann málar eina jaliga mynd av føroyingum, sum nøkur góð og hjálpsom menn­ iskju. Tá vit spyrja hann hví hann skriv­ar, at føroyingar og dansk­ar­ ar hata hvønn annan fyri eitt gott orð, mótmælir Remigiusz Mróz. Hann sigur, at talan er bert um ein per­són, sum spælir ein ógvuliga lítl­an leiklut í aðru bók­ini, sum hat­ar danskarar. Hann stað­festir meir enn eina­ferð undir sam­røð­uni, at hann málar eina jaliga mynd av føroyingum, og hann vís­ir kri­ tikkinum aftur um, at hann skriv­ar um eina illstøðu, sum ikki finst í veruleikanum. Forlagið eigur mistakið um grindadráp Ein tann størsta vankunningin í sam­band við aðru skaldsøguna hjá Ova Løgmansbø er, at grindadráp er ein serligur festivalur, sum bara fer fram einaferð um árið. Eisini verð­ur skrivað, at grinda­ menn hoppa og dansa fyri at hita upp til sjálvt grindadrápið. Her svar­ar Remi­giusz Mróz, at hetta er ikki nak­að, sum »Ove Løgmansbø« skriv­ar í sjálvari skald­søg­uni »Fong­ur­in«. Remigiusz Mróz greið­ir frá, at tað er forlagið, sum hev­ur skrivað teir setningarnar á bak­síð­uni av bók­ini fyri at vekja áhug­an hjá møgu­ligum keyparum. Tal­an er ikki um hansara orð. Triðja krimi­skaldsøgan hjá Ova Løg­mans­bø, sum fer fram í Før­oy­ um er komin í sølubúðirnar í Pól­ landi. Remi­giusz Mróz sigur seg verða vís­an í, at hansara bøkur fara at gera sítt til, at Føroyar fara at fáa væl fleiri ferðafólk úr Póllandi á vitjan kom­andi árini. Tað bilar sambært Remi­giusz Mróz minni, at tey koma til eitt ann­að land enn tær Føroyar, sum hann lýsir gjøgnum dulnevnið »Ove Løgmansbø«. Remigiusz Mróz eitur 30 ára gamli rithøvundurin, ið hevur goymt seg aftanfyri skaldanavnið ”Ove Løgmansbø”. Nú hevur Remigiusz Mróz vitja Føroyar á fyrsta sinni. Hann slær fast, at krimiskaldskapur hansara, sum fer fram í Føroyum er fiksjón, og tí hevur hann ikki gjørt Føroyum og føroyingum nakað skeivt við at vankunna um Føroyar »Ove Løgmansbø« heldur seg einki skeivt hava gjørt SAMRØÐA Ljóðsamrøða var eisini gjørd við Remigiusz MrózHG Triða krimi- skaldsøgan hjá sonevnda Ova Løgmansbø er júst komin í sølubúðirnar í Póllandi