Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 24 TÚ MÁST V TIL BROYTI SAMRØÐA Tann fyrsti venjingartímin var forferdiligur, tí eg var ræðuliga móð. Eg fekk at vita, at eg skuldi pressa meg, men ikki alt ov nógv. Síðstu minuttirnar stóð eg uttanfyri og føldi, at eg vildi spýggja, sigur Rebekka Petursdóttir, sum seinasta hálva árið hevur vant miðvíst, lætnað 23 kilo og funnið útav, at hon orkar nógvar ferðir betri, enn hon upprunaliga helt. ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO F yri nakað meir enn hálv­ um ári síðani gekk 31 ára gamla Rebekka Pet­urs­ dótt­ir niðan brekkuna til ítr­ótt­arøkið í Fuglafirði. Brekkan er, sum mongum kunnugt, brøtt, men hetta er ein brekka, sum Rebekka er von at ganga, ein brekka hon hev­ur gingð ómakaleyst gjøgnum all­an sín uppvøkstur í Fuglafirði. Hesu­ferð gekk hon einsamøll nið­ an brekkuna, og hon orkaði illa. Hon tivaði og varð kløkk av, at hon varð so móð. – Tann dagin var eg glað fyri, at ongin var við mær, og eg var ein­ sam­øll, tí eg var so flov yvir, at eg bleiv so móð at ganga niðan eina brekku, sum eg so ofta havi gingið nið­an sum onki, sigur hon. Tann dagin avgjørdi Rebekka, at nú mátti vend koma í. Hon vildi orka betur. Ein má sjálvur vera klárur Hon fór á netið at kanna, hvørjir venj­ingarmøguleikarnir vóru í Havn, og fann skjótt útav at møgu­ leik­ar­nir eru nógvir. Hon sá, at venj­ing­armiðstøðin Yndi bjóðaði eitt nýtt hold, sum tey kallaðu Orka. Hon sendi teimum eini boð, tí hon vildi vita, um hetta var rætta val­ið, og um tey fingu hjálpt henni at missa alla ta nógvu vektina, sum hon so fegin vildi av við. Hon fekk tá svar, at tað kundu tey, og so meld­aði hon seg til við tað sama, greið­ir hon frá. Hon hevur ofta ætlað at gjørt okk­urt fyri at lætna og sleppa av við vektina, sum er komin á kropp­ in eftir tveir barnsburðar, men hon sig­ur, at hon ikki hevur verið klár. – Fyrr hevur sjeikurin onkuntíð sagt við meg, at eg ikki skal keypa so nógv bomm og annað, tí eg havi so ofta sagt, at eg vil lætna. Tá havi eg svarað jú, eg vil fegin lætna, men eg eri ikki klár nú. Tað er um­ráðandi, at ein sjálv er klár til broyt­ingina, sigur hon. Rebekka kendi seg klára, og hevði meldað seg til holdið. Morg­ un­in fyri ta fyrstu venjingina sigur hon mammu síni, at hon skuldi venja í morgin ári klokkan 5.30, tí hon vildi fara aftur í vekt. Hon greið­ir frá, at mamma hennara ikki trúði henni, tí hon hevði sagt tað so ofta fyrr. Seinasta hálva árið hevur Re­ bekka tó prógvað, at hon var klár at taka kampin upp, og hon hevur trú­liga vant tríggjar ferðir um vik­ una klokkan 5.30 og er lætnað meir enn 23 kilo. Hon valdi ikki at fara saman við nøkr­um øðrum til venjing, men held­ur at taka kampin einsamøll. – Eg eri ikki ein, sum hevur tørv á, at onkur er við mær, og leggi onki í um eg eri einsamøll. Eg eri kapp­ ing­arsinnað, og eg seti mær altíð fyri at skula klára meg betrur enn hini. Mær hevði heldur ikki dámt, um ein vinkona orkaði betur ella klár­aði venjingarnar betur enn eg, flenn­ir hon. – Tann fyrsti venjingartímin var forferdiligur, tí eg var ræðuliga móð. Eg fekk at vita, at eg skuldi pressa meg, men ikki alt ov nógv. Síðstu minuttirnar stóð eg utt­an­ fyri og føldi, at eg vildi spýggja, sig­ur hon. Tað var ikki bert fyrsti dagurin, sum var harður, men Rebekka stríddi seg ígjøgnum tær fyrstu fýra vikurnar, tí hon sá, at tað rigg­aði, og sum tíðin leið orkaði hon eisini betur. – Tær fyrstu fýra vikurnar vóru ræðu­liga harðar, men eg helt á, tí eg sá úrslit. Eftir tvær vikur hevði eg mist tvey kilo, og framstigini gjørdu, at eg vildi halda á, leggur hon afturat. Legði sodavatnið á hillina Umframt at venja tríggjar ferðir um vikuna, so fekk Rebekka eisini eina kostætlan. Hon mátti gera stór­ar broytingar í kostinum, og ser­liga eta minni kolvætu og onki søtt ta fyrstu tíðina. – Eg havi altíð drukkið nógv soda­vatn, og havi verið bundin at kola. Tað, sum yvirraskaði meg, var at eg frá degi til dags kláraði at leggja sodavatnina av, sigur hon. Ta fyrstu tíðina var kostætlanin strong, og hon gjørdi ofta tveir døgverðar um kvøldið, tí tað hon át, vildu synirnir ikki eta. Nú, eitt hálvt ár seinni, er kost­ ætl­anin eitt vet lagaligari, og nú et­ ur hon vanligan heilsugóðan mat, og familjan etur eisini eitt sindur sunn­ari, greiðir hon frá. Tølini á vektini lækkaðu skjótt, og Rebekka greiðir frá, at tað var skelk­andi at síggja úrslitini, tí hon var ikki varug við, at hon veruliga hevði verið so stór. – Eg visti, at eg var ov stór, men eg visti ikki, hvussu stór eg veru­ liga var, fyrr enn eg sá myndir av Rebekka afturfarin 23 kilo: Áðrenn eg byrjaði, tímdi eg ongantíð við, tá eg var biðin at koma gongu- ella rennitúrar. Eg hevði altíð ein umskyldning