hósdagur 23. mars 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
25
ERA KLÁR
NGINA
mær sjálvari. Eg minnist bara, at eg
ikki tímdi at keypa mær klæðir ella
at hyggja í handlar.
– Fleiri hava sagt mær nú, eftir
at tey hava sæð úrslitini, at tey
heldur ikki hava hugsað um, at
eg var so stór, og at eg havi dugað
væl at goymt tað við klæðum, sigur
hon.
Sterkari enn tey flestu
Hon sigur, at venjararnir hava
pressað hana hesar mánaðirnir, og
tí hevur hon funnið útav, at hon
orkar nógvar ferðir betur, enn hon
upprunaliga helt. Hon lyftir nógv
vektir, og dámar serliga væl tung
lyft. Hóast hon ikki hevur luttikið í
kapping enn, so er hon vís í, at hon
ætlar at halda á við at venja – bæði
styrki og motiónsvenjing.
– Eg haldi tað er ordiliga skeg
og lekkurt at venja. Teir tríggir
morgnarnar eg skal upp at venja
eru lættari. Hinir báðir morgnar
nar í gerandisdegnum er tað ofta
verri at koma upp, sigur Rebekka
Petursdóttir.
– Eg eri tvør, og tá eg havi sett
mær okkurt fyri, so fullføri eg tað.
Eg prøvi inntil eg klári tað, sigur
hon, og tosar um mentalu styrkina,
sum skal til fyri at fáa tey úrslit,
hon hevur fingið.
Hon hevur tó ikki bert mentala
styrki, men eisini kropsliga styrki.
– Eg eri sterkari enn nógvar aðr
ar kvinnur, men eg havi eisini vant
nógv, sigur hon.
Hevur meir orku
Rebekka greiðir frá, at ágóðarnir
við venjingini ikki bert eru, at hon
er lætnað. Hon orkar eisini betur
at gera alt, sum gerast skal í ger
andisdegnum.
– Nú er ikki strævið at bukka
meg niður og spæla við dreinginar.
Tað er ein ordiliga lekkur kensla,
hóast hon er løgin. Áðrenn eg byrj
aði, tímdi eg ongantíð við, tá eg var
biðin at koma gongu- ella renni
túrar. Eg hevði altíð ein umskyldn
ing. Nú tími eg gott, um tað liggur
fyri, sigur hon.
– Setur man sær eitt mál, so klár
ar man tað við góðum vilja, sigur
hon til endans.
Hon veit ikki hvussu
sterk hon er
Tað kom óvart á okkum, at Rebekka
slett ikki veit, hvussu sterk hon
veruliga er. Hon hevur ikki ánilsi
fyri tí! Vit, sum hava vant hana
hava bara koyrt meir vekt á til
venjingarnar, soleiðis at venjingin
áhaldandi varð avbjóðandi, og hon
ikki keddi seg, sigur, Jákup Jacob
sen, persónligur venjari og eigari
av Yndi Fitness, sum hevur vant
Rebekku.
Rebekka vildi fegin lætna, og
tí byrjaði hon at venja. Í tilgongd
ini hetta góða hálva árið hava
venjarnarnir tó sæð, hvussu ómeta
liga væl Rebekka veruliga orkar.
Jákup Jacobsen greiðir frá, at
Rebekka hevur stórar menningar
møguleikar innan tunglyft.
– Vit hava, næstan uttan at hon
veit av, koyrt alsamt meir vekt á til
venjingarnar hjá Rebekku, so hon
ikki skuldi keða seg, men kennir
seg útfordraða. Vit hava funnið
útav, at hon er krútsterk, men veit
bara ikki av tí sjálv, og hetta vórðu
vit bilsin av, sigur Jákup Jacobsen.
– Tá hon byrjaði at venja, var tað
ikki eyðsýnt, at hon var so sterk,
sum hon er. Hon er lætnað nógv og
er vorðin sterkari í tráð við, at hon
er lætnað, sigur hann.
Hóast venjarnarnir hjá Rebekku
vita, hvørjar førleikar hon hevur,
so vita teir eisini, at hon má venja
í longri tíð, áðrenn hon fer at seta
met innan styrki. Hon má venja
kropsliga, men eisini mentalt,
greiðir Jákup Jacobsen frá.
– Nú tosar hon meir um, hvat
hon skal viga, og tá hon er komin
á mál við tí, kunnu vit spyrja hana,
um hon vil gera meir við styrki, sig
ur hann.
Tað er umráðandi ikki bert at
hugsa um vektina í eini slíkari til
gongd, sum Rebekka hevur verið
í. Tað hevur Jákup eisini tosað við
hana um, sigur hann.
– Tú kanst koma á ta vektina,
sum tú ynskti tær, og hava ein keði
ligan kropp kortini. Um tú vilt hava
formar, so mást tú lyfta tungar
vektir, sigur Jákup Jacobsen.
Hann leggur afturat, at rákið í
samfelagnum er nógv broytt, síð
ani kvinnur skuldu síggja út sum
strikur í luftini.
– Í dag er rákið hjá teimum ungu
kvinnum, at tær vilja hava runda
rumpu, og skulu tær hava runda
rumpu, so mugu tær lyfta tungt
og hava nøkur eyka kilo eisini, og
tað er ein sunn broyting, sum vit
síggja, sigur hann.
– Tað er stuttligt at síggja,
hvussu hart Rebekka stríðist, og
hvussu hon er broytt frá bert at
vilja klænka til eisni at vilja lyfta
vektir, sigur hann.
Tann dagin var eg
glað fyri, at ongin
var við mær, og
eg var einsamøll,
tí eg var so flov
yvir, at eg bleiv so móð at ganga
niðan eina brekku, sum eg so
ofta havi gingið niðan, sum onki
Setur man sær
eitt mál, so klárar
man tað við
góðum vilja