týsdagur 11. apríl 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN APRÍL 2017
4
Redaktiónin á HON
Eg var 11 ár, tá ið eg læs fyrstu Harry
Potter bókina. Eg var javngomul við
gandakallin sjálvan.
Hetta árið fekk hann innkalling til Hog
warts – gandaskúlan í Onglandi. Eg eri vís
í at mín innbjóðing bleiv burtur á vegnum
– ein ravnur man hava lagt á ugluna, sum
skuldi bera mær postin; ella toran slóð
niður á ugluna, soleiðis at hon misti annan
veingin.
Ja, okkurt man vera hent, tí eg eri vís
í, at eisini eg átti at fáa eina innbjóðing til
gandaskúlan.
Men hvat hevur hetta við menstratión
at gera, spyrt tú kanska? Jú, tað skal eg siga
tær. Í veruleikanum – mínum keðiliga gráa
rationella veruleika – trúgvi eg ikki uppá
gandakallar, gandakellingar og Hogwarts;
men, samstundis, í mínum egna litríka og
brúsandi livandi veruleika veit eg, at eg eri
gandakelling – eg havi brúk fyri at trúgva
uppá gandin, tí tað ger lívið so spennandi og
meiningsfult.
Somuleiðis er við míni mestruatión:
Í veruleikanum, hinum rationella (og
segði eg gráa?), er mín menstratión bara
eitt kropsligt fyribrigdi, stýrt av mínum
hormonum… men í mínum egna litríka
livandi veruleika, er menstratiónin nógv
meira. Hon er stýrd av mánanum, hon
er mín reinsan, hon er mítt samband við
náttúruna og er grundvøllurin fyri míni
orku og mínum kreativiteti.
Menstratiónin er søgan um mína ringrás,
søgan um tær fýra kvinnurnar sum liva
í mær. Hetta kann eg ikki siga
hart, tí fólk halda meg vera øra
– men ger tankin mær so væl
– og trúgvi eg tí, so passar tað
eitt sindur – fyri meg.
Tað eru nøkur ár síðani
eg fyrstu ferð læs um tær
fýra: moyggina, mammuna,
hulduna og gívrina – sum
allar eru eg. Og hóast eg var
ógvuliga tortrúgvin fyrstu
ferð eg hitti tær, so merki eg,
at tær eru til, og at kenna tær,
hevur lætt so ótrúliga nógv
um mítt lív.
At kenna tær er ein máti at
greiða frá teirri ringrás eg ferðist
ígjøgnum hvønn mánað, og teir
skiftandi tørvir eg havi á samveru ella
einsemi, skapan, umhugsni og reinsan.
Eg nokti at lata vera við at trúgva tí,
tí at tankin ger mær so væl. Eg vil trúgva
at Harry Potter og Hogwarts er til, og eg
vil trúgva uppá mítt samband við mánan
og tær fýra kvinnurnar – tí tað ger lívið so
nógv stuttligari og fyllir meg við eini kenslu
av meining. Eg havi brúk fyri gandi í mínum
lívi.
Her hittir tú tær fýra – sum kunnu
umboða søguna um tína ringrás.
Vónandi gerst tú góð við tær, og tær við
teg – tí tær eru allar tú.
– OG EITT SINDUR UM
SAMBANDIÐ MILLUM
HARRY POTTER OG
MÍNA MÁNAÐAR-
LIGU BLØÐING
4 kvinnurnar
– TÍÐIN
UNDAN
EGGLOYSNINI
Moyggin er reinhjartað, sjálvstøðu og full av eldhuga. Hon er
gløgg, praktisk og dugir væl at leggja til rættis. Hon kastar ein
bólt upp í luftina, og síðani sjey aftrat, og loftar teimum øllum
aftur, sjálvsikkur og uttan hóvasták. Hon er ung, frísk, vøkur og
brúsandi av orku.
SOLEIÐIS BRÚKI EG HESA SØGUNA UM MEG SUM MOYGGJ:
Tá ið eg eri í og næstan steðgi við at bløða og fram til eggloysn,
merki eg moyggina innan í mær. Hon er full av orku. Eg kenni meg
vakra og sterka. Hetta er tíðin, tá ið eg fái ornað alt tað sum liggur
á láni. Alt ber til, og orkan kennist endaleys. Eg royni tó at hugsa
um ikki at lata moyggina seta alt ov nógvar verkætlanir í gongd,
tí ringrásin heldur fram, og eg blívi ikki við at vera ein ung moygg.
MOYGGIN
TÆR
Í MÍNUM LÍVI