Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN APRÍL 2017 SOLEIÐIS BRÚKI EG HESA SØGUNA UM MEG SUM MÓÐUR: Um tíðina tá ið eg havi eggloysn eri eg enn ógvuliga útat­vend. Eg rúmi øllum, eg klári at fevna um alt og øll, og eg eri ógvuliga skiljandi. Eg brúki hesa tíðina til at opna mítt hjartað og at veita umsorgan. Eg taki mær eyka nógv av mínum vinfólki og familju, eg røkti meg sjálva og mítt heim. Eg keypi blómur og síggi vak­ur­leik­an í øllum. Eg ansi eftir at ikki seta nakað nýtt í gongd, tí eg veit, at skjótt fari eg at hvørva í eina tíð, inn í meg sjálva, og hava brúk fyri frið­inum. Móðurin tekur sær av øllum tí, sum finst her beint nú – allir bóltarnir, sum moyggin kastaði upp í luftina, verða nú fevndir um – eitt alt­um­fevnandi klemm, fult av eym­ leika, kær­leika og umsorgan. Móðurin er skiljandi og kærleiksfull, og veit­ir umsorgan og røkt av okkum sjálvum og teimum vit eru góð við: okkara børnum, okk­ara hugskotum, okkara dreymum og okk­ara verkætlanum. TÁ IÐ TÚ BLØÐIR Hon er gomul, tolin og vís. Hon er leys av øllum sosialum bondum og kennir sann­ leikarnar í síni sál. Alt tað, ið huldan hugs­ aði um og spekuleraði uppá, kennir ganda­ kell­ingin svarið uppá – djúpt har inni í stilla myrkr­inum. Hon tekur vísu avgerðirnar, og letur alt tað følnaða ella tyngjandi doyggja. Hon letur tað bløða, reinsar teg og letur teg endur­føða sum moyggj, fulla av orku. SOLEIÐIS BRÚKI EG HESA SØGUNA UM MEG SUM GANDAKELLING: Tað er ikki altíð nokk at sova uppá tað – skulu stór­ar avgerðir takast kann vera neyðugt at bløða uppá tað. Lat moyggina droyma um tað og leggja ætlanir, lat móðurina fevna um av­gerðina og hugsa inn í hana alt og øll tey, tú ert góð við. Lat hulduna í sínum myrka ein­semi spekulera og umhugsa, og at enda tek­ur vísa gandakellingin støðu. gandakellingin TÍÐIN ÁÐRENN TÚ BLØÐIR Huldan er grøðari; hon veit, at tað ber ikki til at blíva við at finna uppá, orka og vera alt­ fevnandi. Hon kennir týdningin av at um­ hugsa, góðtaka og taka inn tær royndirnar tú gert tær. Hon hyggur inn í seg sjálva, spekulerar, og hon vil hava frið at hugsa og svølgja. Gev hulduni tann friðin, henni tørvar – tí annars tekur hon sær hann sjálv og skumpar fólk burtur frá sær og glepsar eftir teimum – summi kalla tað PMS. SOLEIÐIS BRÚKI EG HESA SØGUNA UM MEG SUM HULDU: Eg vendi mær sjálvari inn eftir. Eg søki ikki sam­veru sum vanligt, men havi heldur tørv á at vera í friði saman við huldu. Eg hugsi um mína støðu, spekuleri og spinni søgur, sum frá­greiðingar til mína tilveru. Eg góðtaki, at eg ikki klári at gera og prestera alt tað, sum ein partur av mær vil leggja á meg – og minni meg sjálva á, at moyggin kemur aftur. Nú finni eg fram alt tað, sum skal lekjast og reinsast, soleiðis at eg um korta tíð kann bløða tað út og byrja av nýggjum. HULDAN MÓÐURIN – UM TÍÐINA TÁ EGGLOYSNIN ER