Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017 Tað er Joan V. Baldvinsson, sum eigur og rekur evoke. Aftrat sær á hárfríðkanar­ stovuni hevur hon seks sveinar, soleiðis at útbúnu kvinnurnar eru tilsamans sjey í tali. Fleiri av teimum eru eisini útbúnar sum stylistar og make-up artistar. Haraftrat hevur hon tveir lærlingar, umframt skrivstovufólk og vaskikonu. Joan V. Baldvinsson byrjaði Salong evoke í 2001, og seinni keyptu tvær kvinnur seg inn í fyritøkuna, soleiðis at tær vóru tríggjar, sum eitt skifti áttu hárfríðkanarstovuna. – Seinni havi eg keypt hinar báðar út aftur, og nú eri eg aftur har, sum eg byrjaði í 2001, sigur hon brosandi. Í 2005 fór Joan eisini í holt við heil­ sølu­virksemi. Hon selur ymiskt til hár­ fríðkanar­stovur, eitt nú saksar, kambar, sjampo, krem og krúllu- og slættijørn av merkinum, Diva. Hetta er ein heilsøla, sum burtur av vendir sær til hárfríðkanarstovur. ØLL FAMILJAN Salong evoke klippir bæði kvinnum, monn­um og børnum, gentum og dreingj­ um – ella allari familjuni, um vit kunnu siga tað soleiðis. – Vit hava nógv og trúgv viðskiftafólk – serliga í Klaksvík og Norðoyggjum, men eisini í Eysturoy og enntá í høvuðs­staðar­ økinum. Tað eru fólk, sum regluliga koma úr Eysturoy og heilt úr Havn til Klaksvíkar at klippa sær ella gera sær hárið. – Vit hava eitt flov av viðskiftafólki alla tíðina, og hetta er eisini neyðugt, tá vit eru so nógvar, ið eru knýttar at hárfríðkanarstovuni. Kundaskarin er veksandi, men tað er altíð pláss fyri nøkrum aftrat. Við tað, at vit eru so nógvar, kunnu vit hjálpast at, og tá gongur tað bæði skjótt og væl. Men, hvat er tað sum ger, at Salong evoke er nakað serstakt? – Okkum dámar væl at gera tingini eitt sindur øðrvísi og brúka okkara kreativu evni. Vit arbeiða sum eitt toymi sum ger, at kundin fær meira enn bara hárviðgerð, tí vit eru professionell á fleiri økjum og brúka tí styrkirnar hjá hvørji aðrari, sigur hon. Breiða fakliga viftan kemur eisini til sjóndar javnan, eitt nú tá skipað verður fyri make-up skeiðskvøldum á salongini fyri øllum áhugaðum í smærri bólkum. KREVJANDI MENN Joan V. Baldvinsson heldur, at mann­fólka­ klipping ofta krevur meira enn tað at klippa kvinnum. – Sjálvandi eru mannfólk ymisk, og tað eru eisini tey, sum gjarna vilja sleppa út aftur eftir at hava sitið í einar 10-15 minuttir. Men, generelt vil eg siga, at tað er meira krevjandi at klippa monnum enn kvinnum, tí menn gjarna hava stytri hár, og tá skal minni til, áðrenn tað sæst, hvussu klipt verður. Hon sigur, at tað er einki óvanligt, at mannfólk sita í stólinum tað mesta av einum tíma. Joan leggur dent á, at ein flott harra­ frisyra tekur meira enn 10-15 minuttir í stólinum. JOAN ER VIRKIN Tað er ikki bara sum at siga tað at hava eina livandi hárfríðkanarstovu, og sjálv er Joan V. Baldvinsson rættiliga virkin á sínum øki. Hon hevur regluliga undirvísing fyri sínum egnu starvsfólkum og lærlingum, og hon er eisini freelance undirvísari, bæði í Føroyum og uttanlands. Saman við dananum, Palle Fresse, hevur hon síðan 2011 eisini givið bøkur út. Talan er um bøkur, sum koma út tvær ferðir um árið. Bøkurnar snúgva seg um hármóta og handverk, og eru eitt sera hent amboð hjá hárfríðkanarfólki. Tað er eitt altjóða toymi við frisørum úr umleið 16 ymsum londum, sum arbeiða saman um bøkurnar. Toymið kallast Hairconstructions Artistic Team. – Toymið evoke er tað sum formar evoke og tær gera evoke til nakað serstakt, sigur Joan V. Baldvinsson. Tær, sum starvast hjá Salong evoke, eru umfram Joan V. Baldvinsson, Heidi Dalsenni, Maria Stáksá, Asta Højgaard, Lydia Samson, Lis Helgadøttur, Shari Mikkelsen, Jóna Eliasen og Johild Kalls­ garð. Skrivstovufólk er Ruth Mikkelsen, og vaskikona er Eva Eliasen. vilmund@sosialurin.fo Evoke er nakað serstakt SALONG EVOKE, SUM HÚSAST Í HUGNA­LIGUM HØLUM Á KLAKSVÍKSVEGI 58, ER STØRSTA HÁRFRÍÐKANARSTOVA Í KLAKS­VÍK Guri Jacobsen eigur og rekur viðgerðar­ stovuna - Wellness4U - á Klaksvíksvegi 34, sum hon læt upp í oktober mánaði í fjør. – Heilt síðan eg var smágenta, hevur tað verið mín dreymur at hava eina slíka viðgerðarstovu. At eg byrjaði fyri meg sjálva við teimum viðgerðum, eg havi førleika at bjóða, er ein av mínum bestu avgerðum. Manna­kroppurin, sum er eitt fantastiskt “univers”, hevur altíð havt mín áhuga. Tað sigur Guri Jacobsen, sum hev­ ur lisið um zonu­ terapi, holistiska massasju og um ymiskar aðrar viðgerðarhættir, sum hon veitir á sínari viðgerðarstovu í Klaksvík. – Eg byggi alla tíðina upp á við­gerðar­ møguleikarnar, men massasja fyllir altíð nógv. Tað er eisini ógvuliga individuelt, hvat fær fólk at koma. Summi koma, tí tey føla, at tey hava ein trupulleika og onnur, tí tey ynskja eina løtu við vælveruviðgerð. Hon vísir á, at tað eru so mong, sum óbevíst hava vøddaspenningar í kroppinum, og fólk kunnu hava knýttar vøddar um alt likamið. – Eg bjóði við­skifta­fólki fysiurgiska massasju og cupping­massasju – og annars massasju eftir tørvi, sigur hon. EIN ELLIGAMAL HÁTTUR Guri Jacobsen vísir á, at cuppingmassasja er ein elligamal háttur úr Kina, sum stimbrar blóðrenslið í vøddum og vevnaði. Viðgerðin tekur burtur avfallsevni úr kroppinum og veksur um likamligu og sálarligu vælveruna. Viðgerðin hjálpir eisini kroppinum at byggja seg uppaftur á náttúrligan hátt. – Viðgerðin hjálpir fyri vøddaspenningar, høvuðpínu, trupulleikar í ryggi og lendum, eins og viðgerðin eisini hjálpir móti iskias, strongd og svøvntrupulleikum, sigur Guri Jacobsen. Tey, sum kundu hugsað sær at vita meira um møguleikarnar hjá Wellnes4U, kunnu ringja á tlf. 281111 - ella senda ein teldupost til guja@olivant.fo. Wellnes4U er eisini at finna á Facebook. vilmund@sosialurin.fo – EG BJÓÐI VIÐSKIFTAFÓLKI FYSIURGISKA MASSASJU OG CUPPINGMASSASJU OG ANNARS VANLIGA VÆLVERUMASSASJU, SIGUR GURI JACOBSEN, SUM HEVUR WELLNES4U Í KLAKSVÍK – Mannakroppurin, sum er eitt fantastiskt »univers«, hevur altíð havt mín áhuga, sigur Guri Jacobsen Mynd: Birgir W. Høgnesen Guri gjørdi ung­dóms- dreymin til veru­leika