Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 135 - 18. juli 2000 Nr. 135 - 18. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Einaferð var tað… Partar av oyggjunum eru so smátt aftur farnir at merkja vatntrotið, men vit kunnu við stórum bókstavum siga, at nógv vatn er runnið í ánna í føroyska fótbóltsheimi- num, síðani tvøroyrarmenn stovnaðu Tvøroyrar Bóltfel- ag fyri meira enn hundrað árum síðani. Einaferð vóru tað grús- vallir, so kom graslíkið og til síðst náttúrugivna grasið. Besta spæliplássið, eg sum smádrongur visti um. Á grasfløtunum nógvu hermdu vit eftir fótbólts- stjørnunum. Í hugaheimi- num fyrigyklaðu vit okkum, hvussu Cruyff, Beckenba- uer, Pele og aðrir gjørdu, tí fáar ella ongar rullandi myndir vóru at herma eftir. Onkur hissini brot av onkr- um smalfilmi høvdu fest røtur. Heldur var tað lurtitóli við frásagnunum úr Eng- landi og danska ítróttarblað- ið, ”Alt om Sport”. Før- oyskir fótbóltsleikarar rigg- aðu eisini framúr væl sum stjørnur í barnasinni okkara. TB leikarar stóðu fremstir. Nakrar eru ferðirnar av Sandi við báti til Tvøroyar at hyggja eftir dysti, serliga teir millum TB og HB. Hendrik Thomsen var so avgjørt ein av stjørnunum. Málverjin Gordon Hof- gaard ein onnur. Flott mynd av meksikanska landsliðs- málverjanum var einferð at síggja í Alt om Sport. Í leys- um lofti, í fullari longd heilt uppi í málhorninum, væl tikið!! Gamaní, hetta var ivaleyst ein góð bjarging, men eg og hin smádrongur- in ivaðust onga løtu í, at Gordon sum onki hevði megnað at tikið sama skot. Hví í allari víðu verð skuldi ein málverji úr Meksiko vera betri enn Gordon Hof- gaard? Á Sevmýru var stemningur og rómur. Gloymdur var tann øgiligi sjóverkurin. Nógv mátti leggjast fyri, skuldi smá- drongurin fáa møguleikan at uppliva fótbóltsstjørnur- nar á vølli. Uppliva ævin- týrið. Einaferð var tað.. Fótbólturin í sjónvarpinum Sjónvarpið kom, og nú kunnu vit, eisini børnini, nærum dagliga við okkara egnu eygum síggja út- lendsku stjørnurnar. Nú vita vit við vissu, at teir á skíggj- anum nærum altíð eru betri enn vit. Fótbóltsfóðringin á húsaaltarinum hevur eisini sínar keðiligu fylgisneytar, tíverri. Haldi, at tann fót- bóltsáhugaði alt ov ofta er fallin í ta sera djúpu illa gongdu grøv, at samanbera tað sædda á skíggjanum við okkara heimaliga fótbólts- spæl. Hesin samanburður førir við sær eina ónøgd, ið aftur ger, at føroyski áskoð- arin ofta kemur at uppliva keðiligan fótbólt her hjá okkum. Órættvíst og skeivt er tað, bæði fyri áskoðaran sjálvan, men eisini og ikki minst fyri leikararnar. FK Crvena Zvezda eitt ”must” Smádrongurin er vaksin, men ævintýrið er eins spennandi og dragandi. Havnarmenninir hildu tó, at sandingarnir vóru ikki sørt tápuligur at fara heilt inn á Toftir at síggja fótbóltsdyst. Júmen, eru tit ikki greiðir yvir, hvør spælir á Toftum? Jú, KÍ, bleiv skemtandi svarað aftur. Og eg sum helt, at Crvena Zvezda var eitt avgjørt ”must” hjá øll- um fótbóltsáhugaðum. Havnarmenninir tímdu ikki, ómaksleyst sum tað er hjá teimum at koma aftur og fram. Vit fóru longu leiðini, hóast vit ikki fingu bilin við til Havnar. Gjørdu kortini av at fara. Møguleiki var helst fyri at læna bil í Havn- ini. Suður aftur máttu vit í opnum báti, tí eingin Trónd- ur siglur so seint á kvøldi. So kanska var tað ikki løgið, at havnarmenninir hildu, at sandingarnir vóru ”fótbólts- idiotar”. Umborð á Tróndi vóru vit so hepnir at hitta sparikassamann, ið fegin vildi koyra okkum. Dagurin bjargaður fyri okkara við- komandi!! Bíðaðu til fánýtis, tíbetur Reyði bilurin náddi Svang- askarð beint áðrenn dystar- byrjan, og vit skundaðu okkum at finna nøkur tóm blá setur. Friður valdaði sum um áskoðararnir bert sótu og bíðaðu eftir øllum teimum mongu jugoslav- isku málunum, ið koma skuldu. Vit bíðaðu í tolni, men tey komu ikki. Nakað serliga nærgangandi vóru Reyðu Stjørnurnar heldur ikki. Ein skallari á yvir- leggjaran eftir innlegg úr vinstru var tað nærmasta jugoslavarnir komu fyrra part av fyrra hálvleiki. Hetta gongur bara væl, vóru vit einigir um. Onkrir áskoð- arar ótolnaðust. Vildu hava KÍ liðið at fara longur fram á vøllin, men tað hildu vit í ferðalagnum ikki, tí so_ Rætt høvdu vit. Tí, áskoð- arin beint aftanfyri meg hevði ikki meira enn stað- fest, at hetta sá ikki so galið út, tó at hann var bangin fyri øðrum hálvleiki, so var gal- ið. KÍ liðið hevur flutt seg langt fram á vøllin í tveim- um førum, og so gongur skjótt móti KÍ málinum. Eini møguleikin gevur jugoslavunum mál, hin førir brotsspark við sær. Best mundi verða hjá KÍ´arunum at halda seg afturi í egnum máli!!! KÍ leikararnir stríddust manniliga allan dystin, men vit vóru samdir um, at Jan Joensen hevði spælt ein sera góðan dyst. Stríddist mann- iliga, tordi og dugdi væl at halda upp á bóltin, spældi hann skilagott frá sær, gott avrik!! Í fyrra hálvleiki fekk hann gult kort fyri glíðandi takkling. KÍ áskoðarin beint niðanfyri okkum var tó ikki í iva um, at avgerð dómar- ans var skeiv. ”Hatta var ikki ein takkling for h__” Áskoðararnir róptu ann- ars ikki nógv fyri ikki at siga onki. Steindeytt fyri tað mesta. Mitt í fyrra hálvleiki royndi tó ein á hinari síðuni at heppa: KÍíííííí Kííiíí drynjaði tað útyvir leikvøll- in. Kanska var hetta ein havnamaður, ið spældi hund, tí tað ljóðaði júst sum HB ljóðið: HÅÅÅÅÅ- BBBBBBB Fyrri hálvleikur var av, og vit gjørdu klárt til annan. Maðurin í reyðu ketildrakt- ini á niðasta bonki var og fekk sær ein kaffimunn í hálvleikinum. Sá út til at vera í góðum hýri. Í hvussu so er var ikki nógv eftir í kaffikoppinum, tá ið hann var komin aftur at sita, men vegurin niðan aftur eftir meira var langur, so harvið mátti tað verða. Í seinna hálvleiki komu tvey mál afturat. Myrku skýggini yvir Havnini nærkaðust, men regnið kom ikki. Talan bleiv heldur ikki um nakað jugoslaviskt óveður. Var eitt sindur skuffaður av teimum. Teir høvdu bóltin nógv, men einki fantastiskt var yvir teimum. Eingin leikari, ið tú sum so legði merki til. KÍ avrikið var gott. Teir gjørdu tað, teir kundu. Eri rættiliga vísur í, at fóru teir 10 metrar longur fram á vøllin, so høvdu teir ikki tapt 3-0 heldur tað dupulta. Teir ómetaliga friðaligu áskoðararnir reistust fimm minuttir, áðrenn liðugt var. Reyða Stjørna hevur vitjað Who cares, sum tey ungu plaga at málbera seg. Dag- urin í dag bjóðar okkurt nýtt, tað ger dagurin í morg- in eisini o.s.fr. Altíð hendir Hatta var ikki ein takkling for h… okkurt soleiðis at vit ikki mugu keða okkum. Men hvussu ber tað til, at sokall- aðu ”fótbóltsidiotarnir” leggja so nógv fyri fyri at uppliva fyri teir ævintýrkent spæl? Hvørjar eru frágreið- ingarnar? Tær eru nógvar! Kendi eingilski fótbóltsrit- høvundurin Nick Hornby hevur hesa frágreiðingina í bók síni Fever Pitch. For- søgan er fantastiski sigurin hjá Arsenal móti Liverpool á Anfield Road í 1989. Ar- senal skorar til 2-0 í síðsta minutti og vinnur harvið enska meistaraheitið 1989. ”What is the correct ana- logy for a moment like that? In Pete Davies´s brilliant book about the 1990 World Cup, All Played Out, he not- ices that the players use sex- ual imagery when trying to explain what it feels like to score a goal. I can see that sometimes, for some of the more workaday transcen- dent moments. Smith´s third goal in our 3-0 win ag- ainst Liverpool in Decem- ber 1990, for example, four days after we´d been beaten 6-2 at home by Manchester United — that felt pretty good, a perfect release to an hour of mounting excite- ment. And four or five years back, at Norwich, Arsenal scored four times in sexteen minutes after trailing for most of the game, a quarter of an hour which also had a kind of sexual otherworld- liness to it. The trouble with the org- asm as metaphor here is that the orgasm, though obvio- usly pleasurable, is familiar, repeatable(within a couple of hours if you´ve been eat- ing your greens), and pred- ictable, particularly for a man — if you´re having sex then you know what´s com- ing, as it were. Maybe if I hadn´t made love for eigh- teen years, and had given up hope of doing so for another eighteen, and then suddenly, out of the blue, an opportunity presented itself_ maybe in these cir- cumstances it would be possible to recreate an app- roximation of that Anfield moment. Even though there is no question that sex is a nicer activity than watching football (no nil-nil draws, no offside trap, no cup up- sets, and you´re warm), in the normal run of things, the felelings it engenders are simply not as intense as those brought about by a once-in-a-lifetime last-min- ute Championship winner” Provokerandi og áhuga- verd orð frá eingilskmanni- num. Hvat siga vinmenninir hjá mær í ferðalagnum inn á Toftir? Dysturin í gjár rakk ikki hæddirnar!!! Men vit sóu ein evropeiskan fót- bóltsrisa! KÍ verður ynskt góða eydnu í Beograd!! Eli Hentze Viðmerking Tá ið tað frættist úr Geneve, at Jugo- slaviski fótbóltsrisin, Reyða Stjørna, fór at koma til Føroyar at leika Champions League dyst móti greipuvinnarunum úr Klaksvík, fór so smátt ein afturvendandi longsul at spæla sær í eini glataðari fótbóltssál. Føroyska liðið í norskum fótbólti fekk eina syndarliga byrjan, tá teir sunnudagin aftur fóru í eldin eftir at hava hildið frí í tvær vikur. Sogndal spældi á útivølli móti Hønefoss, sum er næstniðast á støðutalvuni. Hønefoss vann 2–0, og sunnukvøldið rannsakaðu teir í Sogndal seg sjálvar og spurdu, hvussu hetta kundi bera til. En av niðurstøðunum var, at álopið er alt ov pappírs- kent, tá Kurt Mørkøre ikki er á liðnum. Kurt Mørkøre hevur ikki fingið so ógvu- liga nógv gul kort, síðani hann fór til Noregs at spæla. Men nú hevði hann savnað sær so mikið á kontoina, at hann ikki slapp at spæla við, og tað merktist væl á fram- rættaða avrikinum: – Vit vóru alt ov tunnir í álopspartinum. Vit høvdu so at siga ongar royndir móti málinum, og so ber ikki til at vinna. Um vit høvdu havt Kurt Mørkøre í álopinum, so høvdu vit ivaleyst havt skorað eitt mál, og so hevði tað beinanvegin sæð heilt øðrvísi út. Kurt er sera populerur í Sogndal. Teir halda, at hann er eitt tað besta keypið, sum teir nak- rantíð hava gjørt. Sogndal saknaði Kurt Føroyska liðið tapti móti næstniðasta liðnum, sum hevur fingið nýggjan íblástur Tað er Hans Fróði Han- sen, sum er í hinum enda- num. Hann var í miðverjuni allar 90 minuttirnar, og Ju- lian Johnsson stríddist á miðvøllinum. Í VG fær Hans Fróði eitt trý tal fyri sítt avrik, og Julian fær eitt fimm tal fyri sítt avrik. Men sambært Hans Fróða, so var einasti glottin, sum illa nøgdi venjarin dugdi at síggja, verjuspælið: – Hóast hinir skoraðu eft- ir eitt korter og aftur eftir 77 minuttir, so segði ven- jarin seg vera frægast nøgd- an við tað, sum vit í verjuni gjørdu. Eg haldi, at Julian arbeiddi nógv, men tað er sera torført at vera mið- vallarspælari, tá tað verður sparkað so nógv og spælt so lítið. Vit hava gingið at vita, at bólturin skal fram beinanvegin, og tað er sera sjáldan, at eg spæli bóltin og ikki sparki hann. Tað er ikki serliga hugaligt. Hans Fróði heldur, at av- rikið sm heild var ússaligt, og hann velur at halda, at talan var um ein kollektivan off day, sum hann tekur til. Strevið Bæði í fyrradagin og í gjár var av besta veðrið í Noregi. Sólin skein oman og niðan, og tað var heitt í veðrinum. Í gjár vandu teir í Sogndal bæði fyrrapartin og seinna- partin. – Vit koyra í bussi til allar útidystirnar. Teinarnir eru langir, og tað er ikki serliga motiverandi at sita í nogv- um hita at sita í einum bussi í nógvar tímar, áðrenn tú skal spæla. Sum dømi um hetta kann ev nevna, at sunnudagin spældu vit klokkan seks á útivølli. Vit ferðaðust í bussi í seks tím- ar, og vit komu ikki til satd- ion fyrrenn trý korter, áð- renn vit skuldu spæla. Tað eru ikki optimalar umstøður at fyrireika seg undir, heldur Hans Fróði Hansen. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann og Julian Johnsson og hinir í Sogndal sótu í tólv tímar í bussi sunnudagin – og teir taptu 2–0. Tað horyir við til søguna, at Hønefoss hevur skift ven- jara í summar. Lars Tjørnås, sum er kendur í felagnum, hevur fingið ábyrgdina. Hann er komin aftur úr Wimbledon, har hann var hjálparvenjari hjá Egil Ol- sen, fyrrverandi landsliðs- venjaranum, sum fekk sekk- in fyrr í summar. Í norskum fjølmiðlum verður sagt, at Hønefoss var Todi hevur vunnið sær lyklapláss Føroyska álopsessið hevði týðandi leiklut í vinstru síðu, tá FCK og Celtic spældu 2–2 í Parkini FCK hevur fingið nýggjan venjara. Tá nýggjur venjari kemur í eitt felag, er tað altíð spennandi at síggja, hvat hann heldur um teir einstøku spælararnar. Roy sera ágangandi, og at teir tóktust hava fingið nakað av sjálvsálitinum aftur. Sogndal er á fimta plássi í næstbestu deildini. Teir hava 23 stig. Hønefoss er næstaftast við 12 stigum. Flestu liðini hava spælt fjúrtan dystir, men Sogndal hevur spælt trettan dystir. – Nú skulu vit spæla tvær ferðir á heimavølli. Tað er hugaligari, enn at ferðast langt til útidystirnar. Kom- andi sunnudag verður tað strevið, sjálvt um vit skulu spæla á heimavølli. Tá fá vit vitjan av Lyn. Teir eru odda- lið. Í Sogndal verður fram- vegis tosað um uppflyting, og vit hava framvegis møguleikan. Um hann skal gerast veruleiki, so er tað neyðugt, at vit vinna sunnu- dagin, staðfestir Hans Fróði Hansen, sum kennir seg inni afture í hitanum, eftir at hann undan stutta summar- steðginum var á beinkinum og onkuntíð spældi á næst- besta liðnum. Sunnudagin verður Kurt Mørkøre í álopinum hjá Sogndal, og so fæst at síggja, um toppskjúttin í næstbestu norsku deildini aftur fer at gera um seg. JH Hodgson er ikki hvør sum helst. Bretin hevur m.a. ver- ið venjari í Svøríki, Italia og Sveis, og hann hevur ver- ið við til at vunnið nógv. Nú er hann í FCK, og um vit skulu meta út frá fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir í hesi vik- uni, so heldur nýggi ven- jarin nógv av Toda Jónsson. Todi hevur verið við í- millum teir fyrstu ellivu í øllum venjingardystunum. Hodgeson nýtir 4–4–2 leik- háttin, og hann hevur fyri tað mesta brúkt Toda Jóns- son á ytsta miðvallarpláss- inum í vinstru. Todi hevur skorað fleiri mál í venjingardystum móti veikari liðum. Síðsta kapp- ingarár var stóri leikluturin hjá fremsta málskjúttanum á føroyska landsliðnum at leggja upp til teir fremstu, og tá FCK í síðstu viku í Parkini spældi ímóti skotska stórfelagnum Celtic, var tað aftur leikluturin hjá Toda at leggja upp. Millum teir 6066 áskoð- ararnar vóru fleiri føroying- ar. Teir sóu Toda spæla teir fyrstu 67 minuttirnar. So varð hann avloystur av Tho- mas Thorninger. Tá var støðan 2–1 til FCK. Úrslitið gjørdist 2–2. Celtic javnaði til 2–2, tá tað restaðu níggju minuttir. Mark Burchill skoraði bæði málini hjá skotunum. Teir hava í summarsteðginum keypt Chris Sutton frá Chel- sea. Fyrrverandi málslúk- urin í Blackburn, sum eisini hevur verið á eingilska landsliðnum, gjørdi púrt einki um seg í London. Nú fara hann og annað stórfe- lagið í Glasgow at royna samstarv. Men Chris Sutton var ikki við í Parkini. Leikluturin hjá Toda Tá eitt korter var farið hós- kvøldið skoraði norski á- lopsmaðurin hjá FCK Ha- rald Brattbakk til 1–0. Fimm minuttir seinni fekk FCK aftur mál, men dóm- arin kolldømdi málið, tí hann helt, at Todi Jónsson hevði verið í so harðligur móti málverjanum hjá Celtic. Í 38. minutti økti norski álopsmaðurin til 2–0. Hesa ferðina átti Todi Jónsson alt uppleggið sum tað var. Hann sneiddi fleiri av og rann frá øllum í vinstru, og so smekkaði hann flatt innfyri. Harald Brattbakk var fyrstur á og takklaði inn- leggið í kassan. Tveir minuttir seinni hev- ði Todi góða skotroynd av brotsteigarmarkinum. Suð- urafrikanarin Zuma, sm í fjør fyri tað mesta var í á- lopinum, var hesa ferð yt- stur á miðvøllinum í høgru. Hann legði væl innfyri, Todi smekkaði til, men málverjin kom væl niður og bjargaði. Tríggjar minuttir eftir steðgin var um reppið, at Harald Brattbakk gjørdi hattrikk. Todi Jónsson lyfti hegnisliga framum verjuna, álopsmaðurin gjørdist púra leysur, men tá hann setti framvið málverjanum, sum kom út ímóti, fór bólturin við síðuna av málinum. Fyrsrti dysturin hjá FCK í nýggja kappingarárinum verður sunnudagin í Park- ini. Tá fáa teir vitjan av nýggja felagnum í super- liguni Haderslev. Talan verður um fyrstu royndina nakrantíð hjá suðurjútska liðnum í bestu deildini. FSC má finna seg í, at teir verða roknaðir sum stórfavorittar. Tey seinnu árini hevur tað verri enn so altíð gingið, sum teir í FCK hava vónað, og sum onnur hava roknað við. Sunnudagin fæst fyrsta ábendingin um, um Roy Hodgson hevur megnað at sett viljan at vinna í allar spælararnar. jh Todi Jónsson tykist trív- ast væl á miðvallar- plássinum í 4-4-2 skip- anini hjá Roy Hodgson Kappróður Vestmenningur vann á heima- sjógvi, og fleiri føroyameistarar vórðu kosnir á vestanstevnu. Stór frásøgn frá kappróðrinum er í blaðnum í morgin