Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 135 - 18. juli 2000 Nr. 135 - 18. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Frá Almannastovuni og Hjálpartólamiðstøðini Broytt avgreiðslutíð vegna summarfrí Í tíðarskeiðnum 24. juli til 04. august verður avgreiðslutíðin á Almannastovuni í Havn og Hjálpartólamiðstøðini hendan: Almannastovan, Jónas Broncksgøta 27, tlf. 31 54 80: Móttøka/telefonavgreiðsla: kl. 10–12, tó er eingin telefonavgreiðsla mikudag Hjálpartólamiðstøðin, Brekkutún 3, Hoyvík, tlf. 31 83 00: Móttøka/telefonavgreiðsla: kl. 10–12, Ólavsøkuaftan verður stongt kl. 11.30 Deildirnar í Suðuroy, Eysturoy og Klaksvík eru stongdar hetta tíðarskeið, meðan við- talan í Vágum er stongd frá 24.07. til 21.08. Almannastovan Summarfrí Vegna summarfrí er eingin koyring frá 24/7 til 1/8. Berg Transport Hvalba Trøð til sølu Um hóskandi boð fæst, verður trøð úti í Buð í Klaksvík við hesum lýst til sølu. Trøðin er 9.253 m2 til víddar. Áhugað kunnu venda sær til tlf. 455885. Hans Højgaard Deildarleiðari Søkt verður eftir deildarleiðara til Sambýlið Eysturstræti 4, at seta 1/10-2000 ella eftir nærri avtalu. Sambýlið er heim fyri 5 fólkum við ymiskum tørvi á umsorgan. Viðkomandi, sum settur verður, skal hava evni og vilja at skapa innihald og tryggleika í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni. Fólk við útbúgving og royndum innan psy- kiatri hava fyrimun. Løn sambært avvarðandi fakfelag. Sambýlið er undir leiðslu og í tøttum sam- starvi við Búðstovnin á Sólteigi. Umsókn við avriti av prógvi og viðmæli, skulu sendast til: Stýrið fyri Bústovnin á Sólteigi Postboks 3191 110 Tórshavn Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rasmus Patursson leiðara tlf. 328074. Umsóknarfreist: 21/8-2000 Pedagogur Undir Almanna- og Heilsumálastýrinum við fyribils tænastu á bústovninum Eirargarði 16A/16BN eru tvey pedagog størv leys frá 1. sept. 2000. Á bústovninum búgva 15 menningartarnað fólk, harav fleiri umframt hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at umsøkjararnir eru likamliga væl fyri og eru áhugaðir at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og eru opnir fyri nýhugsan. Harafturat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, umframt at vera før fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisar- beiði. Størvini eru tænastumannastørv sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri, lønt í lønarflokki 11-17 + viðbót. Nærri fæst at vita um størvini frá fyristøðu- fólkinum á stovninum Aivi í Pætursastovu á tlf. 315422/315423 Umsóknarfreistin er 31. juli 2000 og skulu umsóknir sendast til: Bústovnurin, Eirargarður 16A/16BN Att. Bjørg Mohr Eirargarður 14-16 FO-100 Tórshavn Føroya Barnaheim Søkt verður eftir tveimum pedagogum til Føroya Barnaheim, 40 tímar um vikuna. Talan er um eitt fast starv frá 15. august 2000 ella eftir nærri avtalu og eitt farloyvis- starv frá 15. oktober 2000 til 14. oktober 2001. Føroya Barnaheim er ein samdøgursstovn- ur fyri børn og ung í aldrinum 0–18 (20) ár, ið kunnu búgva her í styttri ella longri tíð. Á Barnaheiminum er pláss fyri 15 børnum og ungum, umframt 5 bráðfeingis pláss, á tveimum deildum; eisini kunnu familjur koma til eygleiðing og síðani til vegleiðing. Uppgávurnar hjá pedagoginum eru fjøl- broyttar og verða settar út frá tørvinum hjá tí einstaka barninum og familjunum. Barnaheimið bjóðar viðkomandi eitt áhuga- vert starv við víttfevnandi uppgávum og møguleikum fyri at luttaka á fakligum skeið- um. Skrivlig umsókn av avriti av prógvum og ummælum skal sendast til Føroya Barna- heim, att. Stýrið, Fríða Patursson, Pedda við Steinsgøtu 10, 100 Tórshavn innan 31. juli 2000. Løn sambært avtalu millum Før- oya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til Sól- run Jacobæus, leiðara, ella Karlu Daniel- sen, varaleiðara, á telefon 31 23 20. Leiðari søkist til Barnagarðin á Teiginum Av tí at ov fáar umsóknir komu inn fyrru ferð søkt var, verður hervið søkt av nýggjum eftir leiðara til Barnagarðin á Teiginum á Sandi at byrja 15.08.2000 ella skjótast tilber eftir hendan dag. Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit sóknast eftir leiðara: • Sum hevur útbúgving sum pedagog ella líknandi, um eingin við pedagog útbúgving søkir verður annar umsøkjari settur • Hevur leiðaraevni • Hevur hug at vera við at seta dám á endamálsorðingina fyri stovnin • Sum er opin fyri nýhugsan • Í samstarvi við nevndina og foreldur gera teir fysisku karmarnar klárar Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til bygdar- ráðsskrivstovuna tlf. 361034. Umsóknir saman við viðmæli og upplýsing um útbúgving, skulu í seinasta lagi 25. juli 2000 sendast til Sands Bygdarráð, 210 Sandi. Sands Bygdarráð Tilboð ynskist uppá at inniloka altan. Áhugað kunnu ringja Tlf. 421269 ella 289269 Hálvtíðarstarv á SMS-skrivstovuni Eitt hálvtíðarstarv á skrivstovu/bókhaldi okkara er leyst at søkja. Persónurin, vit søkja, skal hava hollan førleika innan vanligt bókhalds- og skrivstovuarbeiði. Skrivlig umsókn – sum verður viðgjørd í trúnaði – skal sendast til: P/F SMS Postboks 1059 · 110 Tórshavn Att: Hans Mortensen P/F Fiskavirkið framleiðir saltfisk, feskar fiskaúrdráttir og kryvur laks og síl. Framleiddu vørurnar verða útfluttar. Felagið hevði í 1999 155 ársverk og var umsetningurin 87. mio. kr. Í sambandi við farloyvi søkir P/F Fiskavirkið, Gøta eftir avloysara fyri góðskuleiðaran á virkinum í umleið 8 mánaðar. Klárt er at byrja beinanvegin. Arbeiðið umfatar: Ábyrgd av innaneftirliti Vørumenning Aftaná 8 mánaða tíðarskeiðið kann talan verða um fast starv innan sama arbeiðsøki. Umsøkjarar til starvið skulu hava útbúgving sum matvøruteknikkari/ fiskivinnuútbúgving ella líknandi útbúgving. Fleiri upplýsingar fáast við at ringja á tel. 441002 og tosa við Jógvan Gregersen. Umsóknarfreistin er 4. august 2000. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði og skula sendast til: P/F Fiskavirkið Boks 29 510 Gøta Sosialurin - 311820 Søkt verður eftir fólki at vaska í Stranda skúla frá 1. sept. 2000. Umsóknir verða at senda til Sjóvar Kommunu 490 Strendur innan 25. juli 2000. Vegna summarfrí er avgrei›slan stongd frá mánadegnum 24. juli til fríggjadagin 11. august, bá›ir dagar írokna›ir. Telefonavgrei›slan er tó opin mánadag - fríggjadag kl. 10.00 - 12.00. Eisini er møguligt at seta seg í samband vi› ALS á telefaks 310 263 og vi› telduposti, als@als.fo Útgjaldi› av arbei›sloysisstu›li fyri skei› 15 og 16 ver›ur avgreitt sum vanligt. Summarfrí 24. juli - 11. august ALS Arbei›sloysisskipanin P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn Tel 319550 • Fax 310263 • teldupostur: als@als.fo Starv sum góðskuleiðari pf Havsbrún Box 81 FO-530 Fuglafjørdur Tlf.: 44 41 60 Fax 44 44 00 Email:bep@havsbrun.fo Fyri framhaldandi at vera við í menningini av okkara framleiðslu og brynja okkum til stóru avbjóðing- arnar, sum eru fyri framman, verður søkt eftir einum góðskuleiðara. Vit kunnu bjóða: Eitt spennandi og áhugavert starv sum góðskuleiðari fyri Havsbrún. Eitt starv við nógvum avbjóðingum í vinnugreinum, sum eru í støðugum vøkstri og broytingum. Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú kemur at taka lut í og leggja tilrættis góðsku-- stýringina og dokumentatiónina av framleiðsluni frá rávørum til lidnar vørur. Tað er ein fyritreyt, at tú: • Hevur góð samstarvsevni. • Kanst arbeiða miðvíst og sjálv- støðugt. • Ert tolin, men samstundis ágrýtin. • Hevur ein ávísan teldukunnleika, dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Útbúgving: Vit kundu hugsa okkum, at tú hevur eina holla útbúgving, sum gevur tær kunnleika til framleiðslu, kemi, biologi og mikrobiologi. Byrjunartíð 1. september, men vit kunnu bíða nakað eftir rætta fólkinum. Løn: Sambært avtalu. Eitt sindur um Havsbrún: Havsbrún er eitt av størstu virkjunum í Føroyum og hevur 35 ár á baki. Á Havsbrún eru tríggjar deildir: Mjøldeildin framleiðir mjøl og lýsi burturúr fóðurfiski og slógvi. Fóðurdeildin framleiðir fiskafóður. Pelagos heilfrystir pelagiskan fisk. Havsbrún hevur ein umsetning uppá uml. 300 mill. kr, harav helvtin er útflutningur. Umleid 100 ársverk eru á virkinum. Hevur tú hug, áræði, og sært teg føran fyri at røkja hetta starv, ert tú vælkomin at søkja. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu vera Havsbrún í hendi í seinasta lagi 24. juli. Nærri upplysningar um starvið kunnu fáast við at ringja til Havsbrún, og spyrja eftir Jústines ella Pól. Sosialurin - 311820 Stórt høli til leigu á 2. hædd í Vágsbotni. Er vælegnað til handil, skrivstovu ella líknandi. Áhugað kunnu venda sær til Millennium, tlf. 318080 og tosa við Beintu. Frá Nantong Týsdagin 18. juli lata vit uppaftur. matstovan Nantong sosialinum Lýsið í