hósdagur 4. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
10
Tók misrøktan hund til sín:
Tá Sára fekk nýggja hundin frá djóraverndarfelagnum, var hann svangur og
bangin. Hann hevði staðið bundin og lítið fingið at eta frá fyrra eigaranum.
Hetta árið, hon hevur havt hundin, hevur hon arbeitt miðvíst við, at hann
skal kenna seg tryggan. Hon vónar, at hundurin hevur gloymt nakað av
tí ræðuliga, sum hann hevur verið útsettur fyri fyrstu livitíð sína
ANNIKA KUNOY IM
T
á Sára og sjeikurin
keyptu hús saman, gekk
ikki long tíð, áðrenn
avgerð varð tikin um,
at tey ynsktu ein hund afturat
tíkini tey áttu. Sára er djóravinur
og hevði longi ynskt sær ein hund
afturat, men umstøðurnar í lítlu
íbúðini loyvdu tí ikki. Tey vórðu
samd um, at tey skuldu fáa sær
ein vaksnan hund, tí Sára heldur, at
vaksnir hundar alt ov sjálvdan fáa
eitt nýtt heim, hava teir tørv á tí.
– Eg visti, at eg skuldi hava júst
hendan hundin, tí fyrstu ferð eg sá
hann, leyp hann upp til mín, og tað
kendist sum segði hann »góða tak
meg!« Hann var glaður og blíður
og smeltaði hjartað mítt, og eg
visti tá, at hetta var akkurát tann
hundurin, sum vit skuldu hava,
sigur Sára.
Fráboðan um misrøkt
Djóraverndarfelagið hevði fingið
fráboðan um, at ein hundur ikki
hevði tað gott í heimi sínum. Felagið
hevði verið í samband við eigaran
av hundinum við tí endamáli, at fáa
eigaran at lata teimum hundin, tí
djóraverndarfelagið onga heimild
hevur at taka djór frá fólki. Tað
gekk ein tíð við samráðingum,
áðrenn eigarin til endans gekk við
til at lata djóraverndarfelagnum
hundin.
– Viðkomandi sum átti hundin
var illa fyri sálarliga, og visti ikki
hvussu illa fyri og illa viðfarin
hundurin veruliga var. Tað dugdi
hon ikki at síggja, sigur Sára.
Hundurin frá sær sjálvum
Hon greiðir frá, at viðkomandi
sum átti hann ikki hevði orku til at
ansa eftir hundinum. Hann hevði
staðið bundin inni, og lítið og onki
fingið at eta. Tá Sára fekk hundin,
var hann seks mánaðir gamal
og niðurundirkomin í svongd.
Heldur ikki hevði hundurin verið
gongutúrar og fingið rørt seg ella
upplivað heimin rundan um seg.
– Hann hevði ongar upplivingar
havt, var ikki reinligur, hevði skiln
aðarangist og var frá sær sjálvum
av ræðslu, tá vit fóru út. Tað var
veruliga synd í honum, sigur Sára.
Seks mánaðar gamli hundurin
flutti síðani inn til Sáru, sjeikin,
tíkina, ketturnar báðar og høn
urnar, sum búgva uttanfyri. Sára
leitaði sær til hundavenjara eftir
ráðgeving, tí nýggi familjulimurin
var so illa fyri, at hon var óvís í,
hvussu hon fekk hjálpt honum.
– Tíkin sum eg hevði áðrenn er
av sama slagi sum nýggi hundur
okkara, so eg visti eitt sindur um
tað slagi av hundi, men eg mátti
fáa ráð um, hvussu eg fekk hundin
róligan, sigur hon.
– Hundurin var so glaður um, at
hann nú vær frælsur, at hann so at
siga hekk uppi undir loftinum, og
eg visti ikki, hvussu eg fekk hann
niður á jørðina aftur. Hann dugdi
ikki at slappa av, tí hann vant seg
upp alla tíðina. Hann svav eisini
bert seks tímar um døgnið, og van
ligt er hjá slíkum hundum at sova
tað dupulta av tí, sigur Sára.
Varð bangin at vera
einsamallur inni
Sára greiðir frá, at ta tíðina tá
hon fekk nýggja hundin, var hon
arbeiðsleys. Tí hevði hon góða tíð
til at geva hundinum alt tað upp
merksemi, sum honum tørvaði
júst tá. Hon byrjaði spakuliga at
vísa honum ymisk nýggj ting og
viðurskifti. Tað var nógv nýtt at
læra hjá hundinum, sum hevði
staðið bundin og svøltaður inni.
Hann dugdi til dømis ikki at ganga í
gjøgnum trappur og Sára fekk ikki
farið longri túrar við honum, tí tá
bleiv hann púra klikkaður, sigur
hon.
Eisini legði hon til merkis, at
hundurin varð serliga strongdur, tá
hon fór út, og hann var einsamallur
inni.
– Tá eg kom heim aftur, hevði
hann jaglað alt til og bæði pissað
og kukkað, tí hann varð ræddur.
Hundurin hevði staðið bundin í
fyrra heimi sínum, og heima hjá
mær var hann frælsur at fara
har, sum hann hevði hug at fara.
Eg fann tá útav, at av tí at hann
hevði staðið bundin, so var økið
hjá honum heima hjá okkum alt
ov stórt, og hann maktaði ikki
territorið. Enn í dag ber ikki til,
at hann er leysur, tá eg fari út, tí
hann maktar tað ikki. Tí má eg
koyra hann í eitt minni rúm, tá
hann er einsamallur heima. Hetta
er einasta loysnin, sum tykist rigga
hjá okkum, sigur hon.
Át til hann spýði
Av tí at hundurin hjá Sáru var so
hungraður, tá hon fekk hann, so
hevði hann heldur ikki tamarhald
á sær sjálvum, tá hann sá mat.
– Hann át og át inn til hann
HUNDURIN VAR
SVØLTAÐUR
OG BUNDIN
Tað var nógv nýtt at læra hjá hundinum, sum hevði
staðið bundin og svøltaður inni. Hann dugdi til
dømis ikki at ganga í gjøgnum trappur og Sára fekk
ikki farið longri túrar við honum, tí tá bleiv hann
púra klikkaður
TEMA Djóravernd