Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 11 spýði, og so át hann meir. Hann stjól eisini matin frá tíkini um hann slapp. Tað var líka við, at hann stóð á køksborðinum, tá eg gjørdi mat, tí hann visti ikki um ella nær hann fór at fáa nakað at eta aftur. Eisini var tað torført hjá mær, tí hundurin bleiv jú sjúkur tá hann spýði og fekk bleytan maga, sigur hon. Hetta er hundurin nú komin frá, og er nú róligur tá hann er um mat. Tó, so tolir hann ikki annað enn hundamat í dag, og fær bleytan maga um hann etur annað enn tað. Sára heldur, at hetta er mein av viðferðini í fyrra heimi sínum. Gjørdi skjót framstig Nú er gott ár liðið síðani Sára fekk misrøkta hundin. Í dag er torført at síggja, at hesin hundurin nakrantíð hevur verið illa viðfarin. – Eg havi havt hann í meir enn eitt ár, og hann er ein forandraður hundur. Hann er góður, blíður, aktar væl og dugur tað sum hann skal, sigur hon. Hon heldur, at tað kann vera sera ymiskt, hvussu skjótt framstig síggjast, tá hundar hava upplivað misrøkt ella pínslu. Orsøkirnar til, at tað gekk skjótt og væl hjá hesum hundinum at koma seg, heldur hon eru, at hundurin ikki var bankaður ella sligin í gamla heimi sínum, hon hevði góða tíð til at taka sær av honum og eisini hevði ein hund av sama salgi áðrenn, og kendi tí til sinnalagið. – Tað situr fast í honum, at hann hevur verið bundin, og tí tørvar honum minni pláss, tá hann er einsamallur, men lukkutíð hevur harðskapur ikki verið framdur mótvegis honum, tí harðskapur setur seg veruliga í hundar, sigur hon. Tíkin hjálpir Sáru Hóast Sára og sjeikurin sóu skjót framstig við nýggja hundinum, so gekk rúm tíð áðrenn tað bleiv heilt gott. Sára heldur eisini, at tíkin sum tey áttu áðrenn hevur hjálpt til í tilgongdini. – Hon tók hann undir veingir sínar. Hon hevur ikki uppælt hann, men av og á so setur hon hann upp á pláss, tá hann ger ov nógv av. Tíkin aktar eisini væl og ger sum hon verður biðin. Hvørja ferð hon fær rós, hyggur hundurn at henni, fyri at vita hvat tað er, sum hon ger rætt, sigur Sára. Tó, so hevur nýggi familjulim­ urin eisini lært gomlu tíkina okk­ urt, og Sára heldur at hon er vorðin meir spølin og tímur væl at tvætla við hann. – Tey eru góð hvørt við annað, og hava tey verið hvør sær eina løtu onkran dagin, so er eyðsýnt, at tey eru glað at síggja hvønn annan aftur, sigur hon. Gamli eigarin eltir hana Viðkomandi sum átti hundin áðrenn Sára fekk hann, hevur fleiri ferðir roynt at sett seg í samband við bæði Sáru og við hundin. – Hon setur seg javnan í sam­ band við meg, og hon hevur eisini møtt hundinum aftur undir um­ sjón, men hundurin letur ikki um vón og vísir henni ongan áhuga. Eg hevði tó ikki torað at lovað teim­ um at verið saman uttan umsjón, sigur hon. Hundurin verður tó ikki bangin, tá hann sær gamla eigara sín, og Sára heldur, at tað er tí tey hava arbeitt miðvíst við, at hundurin skal kenna seg tryggan hjá sær. Eisini vónar Sára, at hann hevur gloymt nakað av tí, sum hann var settur út fyri. – Eg vil fáa ein grundleggjandi tryggleika í hann, soleiðis at hann er vísur í, at so longi hann er hjá mær hendir honum onki. Eg vóni tí, at tað ongantíð hendir mær nakað, so eg kann vera vís í, at hann hevur tað gott restina av lívi sínum, sigur Sára. Sára sigur til endans, at tað hevur verið ein positiv uppliving, at tikið í móti einum djóri á hendan hátt, og hevði hon ikki longu tveir hundar, tvær kettur og hønir, so hevði hon fegin gjørt tað umaftur. – Tað er fantastiskt at síggja munin á einum djóri á hendan hátt, frá tí sum tað kom frá, og so til hvat tað kann blíva til, endar hon við at siga. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Hon setur seg javnan í samband við meg, og hon hevur eisini møtt hundinum aftur undir umsjón, men hundurin lets ikki um vón og vísur henni ongan áhuga. Eg hevði tó ikki torað at lovað teimum at verið saman uttan umsjón Sára er dulnevni og vit kenna veruliga navn hennara. Hon er dulnevnd í greinini, tí hon hevur havt trupulleikar við at viðkomandi, sum átti hundin áðrenn hon fekk hann, hevur tráelt hana á sosialu miðlunum og fylgir væl við í lívi hennara og hjá hundinum. Hon er tí dulnevd fyri at verja seg og hundin. Hundurin var svøltaður og bangin, tá Sára fekk hann frá Djóraverndarfelagnum MODELLMYND