hósdagur 4. mai 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
12
TEMA Djóravernd
ANNIKA KUNOY IM
Í
Føroyska samfelagnum
síggja vit nú so líðandi
eina hugburðsbroyting, og
fólk verða meir varug við
og áhugað í djóravælferð. Fólk
eru farin frá at hugsa um djór,
sum bert arbeiðs- og brúksdjór.
Samanumtikið tykjast fólk, at fáa
størri áhuga í og eru meir kunnaði
um tørvin hjá djórunum og í hvat
krevst fyri, at djórini liva eitt gott
lív. Hóast fólk tykjast alsamt meir
kunnaði, so eru enn heilt nógv,
sum ikki fara væl við djórum sín
um.
– Tað sær út at flyta seg rættan
veg, og at fólk taka sær betur av
djórum sínum. Hóast líðandi
hugburðsbroytingina, so eru enn
nógv tilfeldi og dømi um misrøkt
í føroyska samfelagnum, sigur
Rannvá H. Tórgarð, nevndarlimur
í djóraverndarfelagnum.
Ofta er tað fávitska
Djóraverndarfelagið tekur sær
millum annað av misrøkt av djór
um, og hetta er djór sum á ein
ella annan hátt líða. Rannvá H.
Tórgarð greiðir frá, at tað eisini
er munur á misrøkt, tí oftast er
talan um, at fólk ikki vita, hvat
krevst fyri, at djórini skulu hava
tað gott. Tað er tí fávitska, sum
elvir til størsta partin av misrøkt
í Føroyum í dag.
– Ofta hava fólk fingið vánaliga
vegleiðing, ella duga tey rætt og
slætt ikki at taka sær av djórum
sínum. Til tíðir er orsøkin eisini
hon, at fólk mangla upplýsing
ella ikki leita sær ta upplýsingina,
sum teimum tørvar. Ofta gera
djóraeigarar soleiðis, sum teir eru
vanir at gera ella síggja hini gera.
Tí eru kaninir javnan í ov smáum
búrum og hundar fáa ofta ikki tað,
sum teimum tørvar at trívast. Tá
vegleiða vit, og hjálpa til at betra
um umstøðurnar, sigur Rannvá
H. Tórgarð, og leggur afturat, at
ivast fólk í, hvussu tey skulu ansa
djórum sínum, so eru tey væl
komin at ringja til djóraverndar
felagið.
Tó, so eru tað eisini tey, sum
onki leggja í djór síni og ongan
áhuga hava í vælveru teirra, og
síðani eisni tey fáu, sum eru bein
leiðis órein og við vilja elva til,
at djórini mistrívast, ella sláa og
banka djór síni, greiðir hon frá.
Sum dømi nevnir hon ein hund,
sum dag inn og dag út stendur
inngirðaður í lítlum øki.
– Hundurin er illa fyri sálarliga
og gongur í ring. Málið varð meldað
til løgregluna, og djóralækni kom á
staðið. Tað bleiv gjørt til eitt mál,
og fór allan vegin í skipanini. Tó,
so var avgerðin hon, at hundurin
bleiv standandi, tí honum onki
bilaði kropsliga, sigur hon.
Tað er ofta at atlit ikki verða
tikin fyri sálarligu heilsuna
hjá djórunum, sum eru pínd og
Rannvá H. Tórgarð leggur aftur
at, at djóraverndarfelagið veit
um aðrar hundar, sum standa
í neyðarsligum umstøðum og
har bæði løgregla og djóralækni
hava verið blandaði í málið, men
onki verður gjørt, tí hundarnir
kropsliga eru væl fyri.
Djóraverndarfelagið
vegleiðir
Telefonin hjá djóraverndarfe
lagnum ringir at kalla hvønn
dag. Tey taka javnan í móti frá
boðanum um djóramisrøkt, og
um at djór eru illa viðfarin ella illa
fyri – bæði gjøgnum telefon og á
facebook síðu teirra. Tey sjey, sum
sita í nevndini royna, saman við
hjálparfólki, at finna eigararnar
hjá funnum djórum, finna djór
sum eru burturblivin, lata djór til
til fólk, sum ynskja at taka í móti
teimum, finna nýtt heim til djór og
at koma við svarum til møguligar
spurningar viðvíkjandi djórum.
Djóraverndarfelagið í Føroyum
var sett á stovn í 1975 og hevur
sjey limir og eini 10-15 hjálparfólk.
Áhugin at vera við í felagnum
er ikki ovurhondsstórur, hóast
samfelagstørvurin er stórur og
hugburðsbroyting er farin fram
í samfelagnum seinastu árini,
greiðir Rannvá H. Tórgarð, frá.
– Tað er tó eitt stórt netverk
rundan um felagið við ansingar
familjum, sum taka djór inn til
ansing og fólki sum geva felagnum
fóður til djórini av og á, sigur hon.
– Í høvuðsheitunum taka vit
mest í móti fráboðanum um
misrøkt, men nógvar av teim
um bera vit víðari til millum
annað løgregluna ella serfrøð
ingar á ymisku økjunum. Tá
vit í djóraverndarfelagnum fáa
fráboðanir ella fyrispurnigar,
ringa vit ofta til serfrøðingar og
spyrja okkum fyri, um okkurt
er, sum vit ivast í. Til dømis seta
vit okkum javnan í samband við
hundavenjarar, rossafeløgini og
Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Vit eru bert vanlig fólk, sum ikki
hava serligar útbúgvingar á hes
um økinum, men vit brúka tær
royndirnar, sum vit fáa við starv
inum, og spyrja okkum fyri, tá vit
ivast, sigur Rannvá H. Tórgarð.
Tað eru góð og ring øki
Spurd um munur er á livikorunum
hjá arbeiðs- og kelidjórum, sigur
Rannvá H. Tórsgarð, at tað eru
dømi um góðar og ringar umstøður
hjá bæði arbeiðs- og kelidjórum í
Føroyum.
Hon greiðir frá, at nógvir bónd
ir fara sera væl við djórum sínum,
tí hugsað eisini verður um góðsk
una av kjøtinum, tá djórið verður
dripið.
– Støðan er hin sama við keli
djórunum. Summi hava eitt
fantastiskt lív, í meðan summi ikki
hava tað gott, sigur hon.
Ynskja at fólk
verða upplýst
Hugburðsbroyting sum farin er
Djóraverndarfelagið fær javnan fráboðanir um misrøkt av djórum,
og tey vegleiða fegin, tá fólk venda sær til teirra við fráboðanum og
upplýsingum. Tørvurin á lógarbroyting á økinum er stórur í Føroyum,
og djóraverndarfelagið vónar, at skundur kemur á politiska arbeiðið,
sigur nevndarlimur í djóraverndarfelagnum, Rannvá H. Tórgarð
MISRØKT
KEMST OFTAST
AV FÁVITSKU
Djóraverndarfelagið:
Ofta hava fólk
fingið vánaliga
vegleiðing, ella
duga tey rætt
og slætt ikki
at taka sær av
djórum sínum