hósdagur 4. mai 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
13
fram í føroyska samfelagnum, er
ikki farin fram frá degi til dags,
men so líðandi er hátturin hugsað
verður um djór og vælferð teirra
broyttur í samfelagnum. Rannvá
H. Tórgarð heldur eisini, at av tí
at føroyingar eru serliga bundnir
at djórum í vinnuni, so noyðast
vit eisini at gera umstøðurnar so
góðar sum gjørligt.
– Tað sum vit royna at gera er
at vegleiða fólki, tá tey ringja til
okkara. Tá tey fáa djór frá okkum,
skulu tey hava upplýsingar um,
hvussu djórið verður passað. Vit
hjálpa við at betra um umstøð
urnar djórini liva undir við veg
leiðing, sigur Rannvá H. Tórgarð.
– Globalt er eisini meir fokus á,
hvussu umráðandi tað er at vera
góð við djórini. Hetta ávirkar eisini
føroyingar, og verður endurspeglað
í føroyska samfelagnum, leggur
hon afturat.
Lógin má broytast
Í apríl mánaði fór djóraverndar
felagið undir, at savna saman undir
skriftir í handlum kring landið, tí
tey halda at djóraverndarlógin má
broytast.
– Í apríl mánaði fóru vit undir at
savna undirskriftir inn, tí næstan
eitt ár var liðið síðani lovað varð,
at nýggj djóraverndarlóg skuldi
smíðast, men onki hendi á økinum,
sigur hon.
Rannvá H. Tógarð heldur, at
føroyska djóraverndarlógin frá
1985 er óítøkilig og torfør at tulka.
Hon kann tulkast ymsikt, alt eftir
hvør tað er, sum lesur og útleggur
hana. Tí ynskir djóraverndar
felagið eina nýggja ítøkiliga djóra
verndarlóg skjótt.
Undirskriftirnar verða savnaðar
saman fríggjadagin og latnar Poul
Michelsen, landsstýrismanni í
Uttanríkis og Vinnumálum.
– Politikararnir, sum nú sita
á valdinum hava lovað okkum,
at lógin skal broytast, men enn
er onki hent. Tí fóru vit at savna
saman undirskriftir at handa Poul
Michelsen. Tey sum hava skrivað
undir, ynskja eina ítøkiliga nýggja
lóg sum ger, at vit fáa brúkt hana.
Øll lógin sum hon er má broytast
og vera skilligari, sigur hon.
– Vit vildu við hesum gera vart
við okkum, tí vit halda, at tað er alt
ov vánaligt, at onki varð gjørt í so
langa tíð. Tað varð rætt og slætt
ikki prioriterað, sigur Rannvá H.
Tórgarð.
Hon fegnast tó um, at gongd
aftur er komin á arbeiði við nýggju
lógini, og um at áhugabólkar eru
tiknir við í tilgongdini.
– Vit ynskja at lesa lógina í
gjøgnum, og fáa møguleikan at
koma við góðum ráðum og við
merkingum, um tørvur verður á
tí, sigur Rannvá H. Tórgarð.
– Tað er eisini frálíkt, at hugt
verður at tí norsku djóraverndar
lógini, tá tann føroyska verður
smíðað, men ynskiligt var tó, at tey
hugdu at lógunum í øllum norðan
londum og ikki bert tí norsku, sigur
hon til endans.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Politikarar
nir, sum
nú sita á
valdinum
hava lovað
okkum, at
lógin skal
broytast,
men enn er
onki hent. Tí
fóru vit at
savna saman
undirskriftir
at handa Poul
Michelsen
Telefonin hjá djóraverndafelagnum ringir at kalla hvønn dag, men felagið hevur onga heimild at fjerna útsettu djórini