hósdagur 4. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
14
TEMA
TEMA Djóravernd
ANNIKA KUNOY IM
T
á løgreglan fær frá
boðanir um djóramis
røkt ella pínslu av
arbeiðs- ella húsdjórum,
so tekur løgrelgan við sær fakfólk
á staðið at meta um støðuna.
Síðani hyggur djóralækni at
einstaka málinum, og tað kann
vera ein rapport sum verður
gjøgnumgingin ella djóralæknin
fer á staðið, um neyðugt er, og ger
síðani eina meting, sum løgreglan
brúkar í málinum, sigur Birna
Mørkøre, landsdjóralækni. Hon
leggur afturat, at tað er sera sjálvd
an – bert nakrar ferðir um árið – at
hon fær slíkar fráboðanir.
Fer eitt mál í rættin, so er eisini
javnan, at djóralækni verður biðin
at vitna sum fakfólk og greiða frá,
hvat hent er í málinum, og hví
talan er um misrøkt ella pínslu.
Birna Mørkøre heldur, at nógv
er broytt í føroyska samfelagnum
seinastu árini, og at fólk eru vorðin
alsamt meir tilvitaði um, hvussu
farast skal við djórum.
– Tað er fleiri støður, sum enda
sum mál hjá løgregluni í dag, enn
tað vóru fyri bert fáum árum
síðani. Tó, so eru støður har talan
kann vera um djóramisrøkt ella
pínslu, men onki verður gjørt við
tað, tí tað ikki verður meldað til
løgregluna, sigur hon. Hon greiðir
frá, at tað eisini tykist, sum at fleiri
mál detta burturímillum, tí torført
er at grundgeva fyri brot á lógina,
tí lógin er óítøkilig. Hon heldur,
at nýggja lógin, sum er í gerð fer
at bøta um hendan trupulleikan,
tí tað eisini verður lættari at stað
festa, nær lógin veruliga er brotin,
og talan er um misrøkt ella pínslu.
Má meldast
Landsdjóralæknin greiðir frá, at
tað ikki ber til at taka avgerð um
talan er um misrøkt ella pínslu,
um mál ikki verða meldað til løg
regluna.
– Verða málini ikki meldaði, so
kann ongin avgerð takast í mál
inum. Nýggja lógin burdi gjørt
hetta arbeiði lættari hjá myndug
leikunum, og tá nýggj lóg kemur
á økinum, verða tað óivað fleiri
bøtur og átalur, sigur hon.
Hon vísur tó á, at tað eisini er ein
trupulleiki, at ongin mynduleiki í
Føroyum hevur regluligt eftirlit á
økinum, tí um onkur hevði tað, so
hevði arbeiði, við at farið inn og
gjørt metingar í ymisku málunum
gingið nógv skjótari. Summi øki, so
sum ælibrúk, eru tó lættari at hava
eftirlit við enn seyðahald, fjós ella
húsdjór.
Ofta verður til metingar
Í samrøðu við djóraverndarfelagið,
vísir nevndarlimur í felagnum á
mál, har hundur hevur verið inn
girðaður í ov lítlum øki, og hevur
verið illa fyri sálarliga. Málið
varð meldað, og bæði løgregla
og djóralækni vóru á staðnum.
Hundurin varð tó ikki fluttur, tí
hann var væl fyri kroppsliga –
hædd var tí ikki tikin fyri sálar
ligu heilsuna hjá hundinum, vil
djóraverndarfelagið vera við.
Hetta málið er onki eindømi, og
djóraverndarfelagið veit um fleiri
av slíkum slagi. Landslæknin sigur
tó, at tað verður hædd tikin fyri
sálarligu heilu djórsins, men at tað
er løgreglan sum tekur endaligu
avgerðinar um einstøku málini.
– Um ein hundur ikki hevur
kontakt við menniskju, er illa
hildin ella ikki er forsvarliga
røktur og týðilig tekin eru um
tað, so hevði eg mett at talan var
um misrøkt, sigur hon. Hon leggur
tó afturat, at onki slíkt mál hevur
verið á hennara borði, og um
løgreglan ivast í slíkum málum,
so plagar djóralækni at verða
fráboðaður.
– Tað verður ofta ein meting í
slíkum støðum, tí í lógini stendur
at djórið skal hava mat og drekka
og standa undir skýli um tað er
vindur, kalt ella um djórið stendur
í vátum umstøðum. Tí er tað
ynskiligt við fleiri nágreiniligum
kunngerðum, sigur hon.
Undantakið er flutningur av
djórum, tí tá djór skulu flytast
skulu akfør góðkennast av djóra
læknanum, og tað eru greiðar
reglur fyri, hvussu umstøðurnar
av flutningi skulu vera.
– Tá verður hugt at um flutn
ingurin er ov harðligur, um tað er
ov heitt og um djórini fáa mat og
drekka, sigur landsdjóralæknin.
Nær er talan um misrøkt
Tað er torført at nágreina, nær
talan er um misrøkt ella pínslu
av djórum. Hon sigur, at djóral
æknarnir altíð hyggja at um
grundleggjandi tørvir djórsins eru
møttir. Hetta er millum annað, um
djórið fær nokk at eta, hevur skýli
at kroka undir, hevur sár.
Hon vísir aftur á, at reglurnar
kundu verið meir nógv ítøkiligar,
so lættari var at meta um ein
støku tilfeldini – hetta bæði hjá
myndugleikum og hjá teimum
sum eiga djórini. Sum dømi nevnir
hon seyðahald og eftirlit við seyði.
Tað er krav at eftirlit er við seyði,
har tað er lætt at koma til, men
sjálvsagt er torførari, tá seyðurin
er langt burturi og veðrið møgu
liga er ringt.
– Tað skal vera rímuligt, og
tingini vóru lættari, um tað var
ein greið kunngerð, so fólk eisni
vita hvat tey skulu fyrihalda eg
til, sigur hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tá eitt mál verður meldað til løgregluna, og talan møguliga er um djóramisrøkt ella pínslu, so
fráboðar løgreglan djóralæknanum, sum kemur at meta um einstøku støðuna. Djóralæknin
saknar eisini eina greiðari djóraverndarlóg, sum ger tað lættari hjá myndugleikanum at
taka avgerðir, men sum eisini gevur djóraeigarum nágreiniligari leiðreglur at halda seg til
Landsdjóralæknin:
UMRÁÐANDI AT TAÐ
VERÐUR MELDAÐ
Landsdjóralæknin heldur, at tað er torført at nágreina, nær
talan er um misrøkt ella pínu av djórum undir núverandi lóg