hósdagur 4. mai 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
15
Dómur um
djórapínslu
leiðir til
mist festi
ANNIKA KUNOY IM
B
únaðarstovan hevur
eftirlit við festunum
í Føroyum. Tróndur
Leivsson, stjóri á
búnaðarstovuni, greiðir frá, at
fær búnaðarstovan ábending
um, at okkurt er galið á einum
festi, so verður farið á staðið at
sýna hetta við landbúnaðar
serfrøðini. Er ábending um, at
nakað nærkast djóramisrøkt,
so skal djóralæknin kallast til.
Tað er tí landsdjóralæknin sum
embæti, ið tekur avgerð um
einstøku støðuna frá einum
djóralæknafrøðiligum sjónar
miði.
Á búnaðarstovuni ber til
at gera vart við umstøður hjá
kríatúri, sum hoyra til land
búnaðin, so sum neyt og seyð,
og ikki um húsdjór. Formliga
hevur búnaðarstovan at gera
við tað, sum hevur við festijørð
at gera og ikki ognarjørð, greiðir
Tróndur Leivsson frá. Hann
leggur tó afturat, at kemur
ein skeiv fráboðan til bún
aðarstovuna, so verður frá
boðanin tó ikki løgd til viks,
hóast hon formliga hoyrir til
á øðrum staði, men búnaðar
stovan berur neyðugu boðini á
rætta stað.
Hevur fólk ábending um, at
talan kann vera um misrøkt á
einum festi, kemur fráboðanin
til búnaðarstovuna, ella verð
ur latin sýslumanni ella djóra
lækna. Tá ein slík fráboðan
kemur, fer búnaðarstovan á
staðið og kunnar seg saman við
fakfólki um, hvussu støðan er.
Tróndur Leivsson greiðir frá,
at djóralæknin tó er myndug
leikin og tekur tí endaligu av
gerðina fyri búnaðarstovuna í
slíkum førum.
– Staðfestir djóralæknin
djórapínslu verður festirætt
urin sperraður, og verður við
komandi dómdur fyri djóra
pínslu, so missur hann festið,
sigur Tróndur Leivsson.
Hann leggur tó afturat, at
tað kemur ógvuliga sjálvdan
fyri, at onkur missur festið.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tað er Búnaðarstovan, ið hevur
eftirlit við festunum í Føroyum. Um
ábending er um, at okkurt er galið,
so verður farið á staðið at kanna
málið, og staðfestir djóralækni
djórapínslu, so verður festirætturin
sperraður. Fellur dómur um
djórapínslu, so missur bóndin festið
Búnaðarstovan:
Nýggj djóra
verndarlóg
er ávegis
ANNIKA KUNOY IM
P
oul Michelsen, lands
stýrismaður í uttanríkis
og vinnumálum, sigur
við Sosialin, at hann
skilir ikki, hví Djóraverndarfelagið
hevur savnað saman undirskriftir
til broyting av djóraverndarlógini,
tí arbeitt hevur verið við nýggjari
lóg í longri tíð, og tann skrabelónin
til ta lógina er liðug. Hann sigur,
at lógin verður løgd fyri løgtingið
eftir Ólavsøku.
– Djóraverndarfelagið hevur
verið við sum hoyringspartnarar,
og vita tí um nýggju lógina, sum
næstan er liðug. Ongin ivi er
um, at lógin er gjørd so tíðar
hóskandi sum til ber, og norska
djóraverndarlógin er brúkt sum
grundarlag og hendan er strang
asta lógin á hesum økinum, sigur
Poul Michelsen.
Hann leggur afturat, at arbeiði
at smíða nýggja djóraverndarlóg
steðgaði upp í nakrar mánaðir, tí
Jóanna Djurhuus, fulltrúi, sum
arbeiddi við lógini hevur verið í
fíggjarmálaráðnum í eitt tíðar
skeið, men er nú afturkomin á
vinnumálaráðið, og arbeiði er nú
við at vera liðugt.
Jóanna Djurhuus, fulltrúi, sigur
at arbeiði at gera nýggja djóravernd
arlóg byrjaði fyri góðum ári síðani,
men hevur ligið í dvala í eina tíð.
– Tað sum vit gjørdu, tá vit
byrjaðu arbeiði fyri góðum ári
síðani var at bjóða áhugabólkum
á fund, har vit kunnaðu um hvørjar
ætlanir vit høvdu við lóguni, og
hvat vit ætlaðu at gera, sigur Jó
anna Djurhuus.
– Tað er umráðandi, at øll fe
løgini fáa høvi at siga sína meining
um økini, sum tey hava áhuga í, og
vit gera eitt uppskot har allir partar
verða tiknir inn til hoyringar.
Kritikkurin frá Djóraverndar
felagnum hevur verið, at føroyska
djóraverndarlógin frá 1985 er
gomul og alt ov óítøkilig. Torført
er at nágreina nær talan er um
misrøkt, og tað tykist ofta, sum
tað er upp til hvønn einstakan at
tulka og útleggja lógina í hvørjum
einstøkum føri. Tí heldur djóra
verndarfelagið, at skundast skal
undir nýggju lógina, sum lovað
varð teimum.
Jóanna Djurhuus tekur undir
við, at føroyska lógin frá 1985 er
yvirskipað og tørvur er á, at regl
urnar verða greiðari.
– Eg dugi væl at síggja, at lógin
ikki er ítøkilig. Hetta er ein politilóg
sum fevnir um vernd av djórum, og
politii hevur eftirlit við djóravernd
og ikki av djóravælferð. Tað er ein
ávísur munur, sigur hon.
Hon greiðir frá, at norska djóra
verndarlógin, sum brúkt er sum
grundarlag undir nýggju føroysku
lógini er ein moderna lóg, sum
passar væl til føroysk viðurskifti.
Drúgva norska lógin frá 2009
verður ikki umsett orðarætt, tí
í Noregi eru eisini viðurskifti,
sum eru óviðkomandi í Føroyum.
Somuleiðis er tørvur á, at okkurt
er við í tí føroysku lógini, sum ikki
er í tí norsku, men norska djóra
verndarlógin er eitt gott boð sum
grundarlag, og lagað verður síðani
til føroysk viðurskifti, greiðir
Jóanna Djurhuus frá.
Hon leggur afturat, at torført er
at siga nú, hvussu neyvt man fer at
regulera økið, tí tað eisini er treytað
av hoyringsviðmerkingunum sum
koma.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og
vinnumálum, skilir ikki, hví Djóraverndarfelagið hevur
tikið stig til at savna saman undirskriftir, tí arbeitt hevur
verið við nýggjari djóraverndarlóg í eina tíð. Til nýggju
lógina er stranga norska djóraverndarlógin brúkt sum
grundarlag, og áhugabólkar verða tiknir við til hoyringar
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið:
Tróndur Leivsson, stjóri
á Búnaðarstovuni.
Á búnaðarstovuni ber til
at gera vart við umstøður
hjá kríatúri, sum hoyra
til landbúnaðin
Poul Michelsen skilur ikki, hví
djóraverndarfelagið hevur
savnað saman undirskriftir,
tí arbeitt hevur verið við
nýggjari lóg í longri tíð