Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 16 TØGNMENTAN Morð, sjálvmorð og tøgnmentan – At tiga um ógvusligar hendingar, sum eru hendar tær, er ein verjumekanisma. Men tøgnin merkir ikki, at hendingin ikki setur síni spor inni í menniskjanum. Tí eitt er vist, tøgnin kann vera drepandi. Í øllum førum um tøgnin merkir, at man heldur ikki er erligur við seg sjálvan um tað, sum tøgnin er um, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur. Kjakið um sjónvarpssendingina “Ást fjalir lýti” um norsku Ann Alfredsen, sum var dripin í 1967, er merkt av tøgnmentan BARBARA HOLM F yri fyrstu ferð kanska nak­rantíð vakti ein før­oysk sending ans í samfelagnum, áðrenn hon varð send í sjónvarpinum hjá kring­varpinum. Talan er um søguna um norsku Ann Alfredsen úr Norra, sum varð dripin í 1967 av einum manni, sum eisini tók lívið av sær sjálvum aftaná morðið. Og tað er familjan hjá manninum, sum hava roynt at steðgað sendingini, tí 50 ára gamla sárið tolir illa at blíva rivið upp aftur. Ein veruleiki, sum Heri Kragesteen skilur væl. – Um tú hevur vant teg við, at hetta er nakað vit ikki tosa um, so er sera torført at broyta tann hugburð, sigur Heri Kragesteen, nú hann skal seta orð á tað, sum familjan hjá manninum, sum drap Ann og seg sjálvan, helst situr við. Tí tá ið tragiska morðið og sjálv­ morðið fór fram í húsum í Havn í 1967, var tað bara eitt blað, sum setti orð á tað. Dimmalætting skrivaði á baksíðuni ein stubba um hendingina, meðan hini bløðini tagdu fullkomiliga. – Tað er eingin ivi um, at tað er sera hart fyri tey avvarðandi, tá ið teirra familjulimur drepur ein ann­an persón og tekur lívið av sær sjálvum. Í heila tikið eru so ógvusligar hendingar nakað, sum raka nógv fólk í nærumhvørvinum sera meint, sigur Heri Kragesteen og dregur paralell til eina tragiska hending fyri fáum árum síðani. – Tá ið vanlukkan í Vágum eftir Oyggjaleikirnar hendi og kravdi fleiri mannalív, var tað nærmast ein landa­sorg. Øll sambondini, sum vóru á Oyggjaleikunum vórðu rakt av hesum og nærum alt samfelagið, sum fylgdi ítróttarfólkunum til Oyggja­leikirnar. Tað var so ógvus­ligt og rakti sera meint – sjálvandi fyrst og fremst tey nærmastu – men eisini sera breitt, sigur Heri Krage­steen. Hóast ein bilvanlukka og eitt morð/sjálvmorð ikki kann saman­ ber­ast, so eru tað kortini summi ting, sum samfelagið kollektivt reagerar upp á. – Tá ið morðið/sjálvmorðið í 1967 hendi, var tað fyrstu ferð í 300 ár, at nakar varð dripin í Føroyum, og tá er man sjálvandi ikki vanur við at reagera ella tosa um slíkt, sigur Heri Kragesteen. Miðlarnir eiga at virða eitt nei Kringvarpsfólk, sum standa aft­an fyri sendingina um norsku Ann Alfredsen, hava úttalað seg í sam­ band við stríðið um sendingina. Har hevur verið sagt eitt nú, at tað hevur týdning at siga søguna um hesa gentu, um hesa hending, sum ávirkaði samfelagið, og tó varð køvt burtur í einki. – Fólk hava rætt til at siga nei. Avvarðandi hava rætt til at siga, at tey ikki ynskja at luttaka í slíkum, sum er sárbært fyri tey, sigur Heri Kragesteen og tekur evni upp á eitt meira yvirornað perspektiv. – Spurningurin er, um tøgnin er góð fyri tey avvarðandi upp á longri sikt. Tað er heilt vist, at tað at tiga um ógvusligar hendingar, tí man ikki megnar at fyrihalda seg til tað, ongantíð er gott. Tí tað verður lagt í eina skuffu fyri seg í heilanum, har tað sleppur at liva sítt egna lív og kann sláa út upp á aðrar mátar. Til dømis sum angist, einsemi ella tunglyndi, sigur Heri Kragesteen og vísir á eitt dømi upp á tað sama. Tí fyri stuttum komu tilboð um viðgerð fyri tey, sum hava seinárin av kynsligum ágangi. Og har eru ivaleyst mong, sum ongantíð hava sett orð á tað, sum hent er teimum. – Tøgnin er ein tann sterk­asta verjumekanisman. Og spurn­ ingurin er eisini, hvør er ment­ anin har man er, og hvat kann man loyva sær at tosa um til dømis í heiminum, í samkomum, í polit­ iskum felagsskapum, í einari bygd og so framvegis. Tað kann jú vera ein sosial meginregla, at í hesari bygdini tosa vit ikki um hatta, sum grannin ger – hóast vit øll vita tað, sigur Heri Kragesteen. Lítla samfelagið kann drepa øðrvísi lívsstílar Sum menniskja hava vit tó øll ábyrgd av tí, sum grannin ger. Vit hava ábyrgd av at boða frá, at fyrihalda okkum til tað, sum gongur fyri seg í okkara nærum­ hvørvi. Men tað kann vera trupult – og serstakliga í einum lítlum samfelag. – Vit hava mong dømi um, at vit illa tola atburð, sum brýtur frá tí vanliga, tí vit eru so tøtt í Føroyum og hvør einstakur so sjónligur í samfelagnum, at øðrvísi lívsstílar ella atburður síggjast beinan vegin, sigur Heri Kragesteen. Her vísir hann millum annað á stríðið hjá teimum samkyndu, har sagt verður, at tey mugu gjarna vera her í Føroyum, men fólk kenna seg provokeraðan, tá ið tey, ið eru øðrvísi, eru ov sjónlig. – Tey samkyndu eru eitt gott dømi um ymiskleika, sum brýtur frá mongdini og tí rakar samfelagsliga. Eitt annað dømi er seksualundirvísing, har vit mangan uppliva, at lærarar hava trupult við at tosa um seksualitet, tí tað er eitt so mikið tabuisera evnið – í øllum førum at samskifta opið um, sigur Heri Kragesteen. Hóast føroyska samfelagið, røðin av tabuseraðum evnum og tøgnmentanin eru broytt nógv í Føroyum síðani Ann Alfredsen varð myrd í 1967, so eru vit fram­ vegis merkt av ymiskum sosialum reglum sum gera, at tað eru summi ting vit tosa um og summi ting vit ongantíð seta orð á. Hvussu er og ikki so er vist, at helst fara tey flestu til grøvina við nógvum loyndarmálum, sum tey ongantíð hava sett orð á. BARBARA@SOSIALURIN.FO TØGNIN KANN VERA DREPANDI Ást fjalir lýti Hóskvøldið varð sendingin Ást fjalir lýti send í Kringvarpinum. Søgan um Ann Alfredsen og mannin, sum tók lívið av henni og sær sjálvum, hevur vakt ans áðrenn hon varð send. Meðan Kringvarpið tvíheldur um, at sendingin hevur almennan áhuga, halda avvarðandi í mál­inum, at sendingin fer um mark, tí sárini verða skrykt upp aftur – heili 50 ár seinni. Eftir áheitan frá sakførara hev­ur Kringvarpið tikið ym­iskt burtur úr sendingini. Fak­feløgini hjá journalistum átala, at Kringvarpið letur redi­geringsrætting frá sær so, at sakførari sleppur inn at taka ymiskt burturúr. Sakførarin heldur hinvegin, at tað er undir alt lágmark, at Kringvarpið nú skal draga nakað fram, sum er so gamalt, og sum fólk hava syrgt í 50 ár. Hvussu er og ikki, so var sendingin í øllum førum á skrá hóskvøldið.