Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 17 Hví taka fólk lív? BARBARA HOLM Morð er ikki gerandiskostur í Føroyum og tí eru orsøkirnar fyri slíkum ikki lýstar væl her heima á klettunum. Men mangar teoriir eru skrivaðar um, hví menniskjan kemur so langt út, og ymiskar orsøkir eru til, at fólk uppliva tað neyðugt at fara so langt. Émile Durkheim, franskur sosiologur, hevur skrivað og gransk­að nógv í sjálvmorð, og hann finnir eina møguliga teori í menniskjans sambandi við felagsskapin. Tí felagsskapurin er tað, sum definerar okkum sum menniskju í ógvuliga stóran mun. Men Durkheim vísir á, at kemur tú ov nær felagsskapinum – verður tú sogin so langt inn, at tín egni samleiki hvørvur og tú gerst ráðaleysur. Ert tú hinvegin ov langt burtur frá felagsskapinum, so kanst tú kenna teg uttan týdning í heila tikið og tú missir alt sjálvsvirði. Teoriini frá Durkheim sigur tí, at tað snýr seg um at hava eina javnvág í felagsskapinum so, at fólk sleppa at liva egið lív og kort­ini eru knýtt at umhvørvinum tey liva í. Ein onnur teori er meira sálar­ frøðilig. Kendi sálafrøðingurin Freud sigur, at inni í okkum hava vit kærleiksfulla drívmegi, men vit hava eisini tað øvugta – eina destruktiva drívmegi. Onkuntíð venda vit teimum kenslunum móti øðrum og onkuntíð móti okkum sjálvum. Og her er tað tann sálarfrøðiliga hjálpin, sum skal til. – Ivaleyst eru nógv føroysk dømi um, at familja ella nærum­ hvørvið traðkar til, tá ið mann sær, at ein persónur stríðist sálarliga, og soleiðis fær mann hjálpt fólki áðrenn tað kemur so langt, sigur Heri Kragesteen. So kenna vit eisini til dømi um, at fólk hava tann hugburð, at tey einstøku fólkini einki eru verd – tað er bert felagsskapurin ella til dømis trúgvin tað snýr seg um. Og hevur tú onga virðing fyri tínum medmenniskjum, so kanst tú lættari koma hartil, at tú metir morð ella sjálvmorðsbumbur til dømis eru vegurin fram. Uppaling umsorganarfull í Føroyum Men hví hendir slíkt so sjáldan í Føroyum? Tá ið Ann Alfredsen var dripin í 1967, var hon tann fyrsta í fleiri hundrað ár. Síðani hava nøkur morð verið, sum síggjast aðrastaðni her á síðuni. Tað er trupult at meta um, hví slíkt ikki hendir meira enn tað ger. Ein orsøk kann vera tann oman­ fyrinevnda – at nærum­hvørvið loftar teimum, sum eru illa fyri. Ein onnur kann vera, at vit hava stóra umsorgan fyri okkara børnum. – Vit síggja í Føroyum, at barna­ uppaling er ógvuliga nógv merkt av umsorgan fyri teimum smáu. Lívið snýr seg í stóran mun um tey lítlu og teirra vælveru og trygg­ leika og tað ger, at vit geva teimum sjálvsálit nokk til at vera seg sjálvi, til at tora at tveita seg út í lívið og til at standa í móti, tá ið harðast leikar á, sigur Heri Kragesteen. Sjálvsagt kann tað eisini fara ov langt – curlingforeldur eru eitt dømi um tað – men í heila tikið er tað ein sunnur samfelagsligur veruleiki, at vit seta umsorgan og kærleikan til tey smæstu fremst í lívinum. At tosa um yvirskipaðar orsøkir til morð ella sjálvmorð kann geva nøkur boð upp á orsøkir, men umráðandi er, at man í hvørjum føri sær setir seg inn í lívið og trupul­leikarnar hjá tí, sum fer so langt, og soleiðis finnir fram til orsøkirnar til ekstremu hend­ ingarnar – og kanska ber til at betra um ymisk viðurskifti í sam­ felagnum, um vit seta okkum inn í tankar, forðingar og trupulleikar hjá teimum, sum eru ringast fyri. BARBARA@SOSIALURIN.FO - Tað eru nógvar ymiskar teoriir og ymiskar orsøkir til, at fólk taka lívið hjá sær sjálvum ella øðrum. Ein sosiologisk teori hjá Durkheim sigur, at um tú verður sogin for langt inn í felagsskapin, so hvørvir tín egni samleiki, og tað kann dríva teg so langt. Um tú hinvegin er for langt burtur frá tí kollektiva samfelagnum, ja so kanst tú kenna teg heimleysan og uttan týdning ella ávirkan, og tað kann eisini dríva teg so langt, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur Tíggju morð í fimmti ár Fyrsta skrásetta morðið eftir seinnaheimsbardagar var í Havn í 1967: 1. morðið: 1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið øvundsjúka, har maðurin skeyt seg sjálvan eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv. 2. og 3. morðið: 1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin doyðu. 4. morðið: 1979: Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld. 5. morðið: 1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana. 6. morðið: 1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð. 7. morðið: 2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og er hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð. 8. morðið: 2011: Sambært løgregluni er einki frætt frá Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi, síðani fríggjanáttina 4. november 2011 umleið klokkan 3. Ein maður verður dømdur 14 ára fongsul fyri manndráp. Líkið verður ikki funnið. Nøkur ár seinni verður beinagrindin funnin út fyri Ljósá. 9. morðið: 2013: Tilburðurin í Havn 20. november í 2013, tá løgreglan skuldsetti ein 68 ára gamlan mann fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann í einum húsum í Marknalíð í Havn. 10. morðið: 10. august í 2014 í Hvalba. Ein 36 ára gamal maður verður stungin fleiri ferðir í hálsin, tá ein maður við knívi kemur inn í húsini, har maðurin liggur og svevur í einum kamari uppi á loftinum. Norski rithøvund­ urin og bókmenta­ heiðursløn vinn­ arin Merethe Lindstrøm viðgerð í eksististentialisku skaldsøguni »Dager i stillhetens historie« m.a. henda veruleika. Hvussu tað kenst at liva saman í tøgn um tað, ið orð ikki mugu setast á