hósdagur 4. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
18
LÍVSSTÍLUR
Poseringarnar, sum nevnast “power poses” eru vísundaliga prógvaðar at minka um
strongdina og vaksa um sjálvsálitið. Venjingarnar eru íbornar og lættar at gera, og
kunnu hjálpa í strongdum støðum, so sum áðrenn samrøður, royndir ella kappingar
RØRSLUR
SUM BROYTA TEG
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
T
ú hevur sær tað fyrr: Eitt
ítróttarfólk, sum lyftir
armarnar um høvdið, tá
málið er skorað, ella tá
runnið verður yvir um eina mál
striku. Ella ein, sum hevur vunn
ið ein stóran lottovinning, og sum
síðani púra spontant lyftir arm
arnar um høvdið. Hetta millum
annað er power pose, og er nakað
vit gera við kroppinum náttúrliga
í ymiskum støðum. Sjálvt tey,
sum ongantíð hava sæð tað gjørt,
gera tað ótilvitað í støðum, vísur
granskingin.
– Power posing hendir natúr
liga, tá vit kenna okkum máttmikil.
Vit gera okkum størri, uttan at vit
hugsa um tað, tí tað liggur í okkum
biologiskt, eins og tað ger fyri djór
ini, sigur Mona Breckmann, fyri
lestrahaldari og coach.
Hon greiðir frá, at í djóraheim
inum er power pose onki ókent
fyribrigdi. Greið dømi um hetta
eru millum annað gorillan, sum
stillar seg á afturbeinini og slær
seg á bringuna, og vísir soleiðis, at
hon hevur ræði. Páfuglurin, ið eis
ini valdar yvir hinum fuglunum,
hevur ein stóran litfagran hala.
Kobraslangan og svanin gera seg
eisini størri, og vísa soleiðis ræði.
Hetta er ikki bert fyri at gera
seg størri enn hini og soleiðis
skara framúr, men tað vísir seg
eisini, at tá tú poserar soleiðis, so
minkar stress hormonið korti
sol, og sjálvsálitiðshormonið tes
tostoron vaksur. Tað vil siga, at
tann broytingin sum fer fram ikki
bert er í høvdinum, men eisini í
kroppinum, greiðir Mona Breck
mann frá.
Øll gera power pose
Hóast vit øll gera power pose ótil
vitað av og á, tí tað er ein biolog
iskur partur av okkum, so ber til
at styrkja um nýtsluna av hesum
amboðnum, um tú verður tilvit
aður og fremur venjingarnar, tá
tørvur er á tí.
– Tað er ein partur av heilanum
sum eitur "limbic brain". Hetta er
parturin av heilanum, sum ráðar
yvir øllum kropsmálinum, sum vit
gera í gjøgnum dagin. Til ber ikki
at stýra hesum partinum av heil
anum fult og heilt, tí limbic brain
reagerar upp á refleksir og uttan
tankar, sigur Mona Breckmann.
Hóast limbic brain reagerar utt
an at hugsað verður um tað, so ber
til at brúka power poses, tá tørvur
er á tí.
– Vit kunnu brúka poseringarnar
hóast vit ikki eru í leiðarastøðum
ella í rennikapping. Tú kanst eisini
brúka tað, so tú kennir teg betur í
tí støðuni tú ert í. Mítt besta ráð er,
at tú brúkar power poses, tá tú ert
í eini støðu, sum ger teg fjáltrutan
ella strongdan. Hetta kann millum
annað verða áðrenn ein fund, sam
røðu, roynd ella kapping, sigur
Mona Breckmann.
Power Pose broytir
hormonlagið
Tað er ikki bert ein grunnskygd
broyting ið fer fram, tá ið pos
eringarnar verða framdar, men
kanningar vísa greitt, at broyting
fer fram í hormonunum í kroppin
um eisini. Tá tú gert eina av hesum
poseringunum, og heldur poser
ingini í tveir minuttir, so broytast
hormonirnar í kroppinum. Hor
monið sum verður sett í samband
við sjálvsálit og málvísi vaksur og
hormonið, sum sett er í samband
við strongd minkar.
Power poses:
DØMI UM NÆR OG HVUSSU TÚ GERT
• Allar poseringarnar, ið gera teg størri,
hava eina positiva ávirkan.
• Superwoman: Hendurnar á lendarnar og
breiða fótstøðu.
• Krossfiskur: Armarnar uppum høvd, breiða
fótstøðu og høvdið uppum loft.
• Um tú bert kanst sita, so ber til vit koyra
hendurnar afturum nakkan.
• Dansa har tú ert, tí dansur og tónleikur fáa
okkum í gott lag
Mona Breckmann lesur kroppsmál í London, og brúkar
sjálv power pose, tá hon er í strongdum støðum