Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 19 – Testostoron er kent sum eitt dominanshormon, og verður sett í samband við sjálvsálit og mál­ vísi. Økt verður um mongdina av hes­um hor­mon­inum, tá pos­er­ ing­ar­nar verða gjørdar. Korti­sol harafturímóti er kent sum strongd­ ar hormonið. Hetta hormonið er sett í samband við ikki at vera førur fyri at laga seg eftir broytingum í strongd­um umstøðum, sigur Mona Breck­mann. Kanningar hava víst, at tá ein er vorðin leiðari, og tískil er úr­komin strongdu støðuni, so hækk­ar testostoroni, sum er domi­nans­ hor­monið, og kortisol, sum er strongd­arhormonið, lækkar eftir bert stuttari tíð, greiðir hon frá. At lata sum um Tað ber ikki til at siga power pose utt­an at nevna Amy Cuddy, sum er heil­in handan konseptið. Tá Amy Cuddy og toymi hennara gjørdu kann­ingar innan power poses, so vildu tey svara spurninginum um, hvørt tað ber til at økja um mongd­ ina av tes­tos­to­ron í fólki, sum ikki eru leið­arar við at gera po­wer poses. Tað, sum á enskum verð­ur rópt “fake it un­til you make it”, altso at láta sum um, inn­ til tú verð­ur tað sum tú látast at vera. Í kann­ ing­un­ um býttu tey lut­ tak­ar­ar­nar í tveir bólkar, og tóku spýtt frá báð­um bólk­un­um. Síðani varð eini bólkurin biðin um at gera so­ kal­l­aði “high power poses” og hin “low power poses” í tveir min­uttir. Síð­ani varð spýttið aftur kann­að, og Amy Cuddy prógv­aði tá, at tá fólk gera low power poses hækk­ ar strongd­ar­hor­monið kor­ti­sol, og tes­tos­te­roni lækkar. Tey, ið gjørdi high power poses, fingu tað mót­ sætta úrslitið har strongd­ar­hor­ mon­ið lækk­aði og tes­tos­te­roni hækk­aði. Hon vísti soleiðis á, at krops­pos­er­ing­ ar­nar hjá okkum veru­liga ávirka hor­monlagið, og til ber, at lát­ast sum um tú hev­ur sjálvs­álit og ræði í tveir minuttir, og síð­ani fært tú veruliga hesir egin­leikarnar. Tað b e r til at “fake it until you make it”, kom Amy Cuddy fram til í kanningum sín­um. Hvussu geri eg? Venjingarnar ella krops­pos­er­ ing­arnar eru sera praktiskar, og kunnu nýtast av øllum, sum ynskja at minka um strongdina í eini støðu, har man skal skera fram­úr, standa framman fyri fólki ella føra seg fram á ein ella ann­an hátt. Poseringarnar hjálpa eis­ini við at minka um strongd, fáa okk­ um í gott lag og veita meir orku í støðum, har vit kenna okkum orku­leys. Tað krevur onga serstaka vitan ella venjingar, tí hetta liggur longu í okkum. Við at verða tilvitaði kunnu vit snýta høvdið til at økja um testostoronið, hóast vit ikki hava vunnið nakað og ikki føla okk­um í góðum lag, greiðir Mona Breck­mann frá. Mona Breckmann mælir til, at ynsk­ir tú at royna poseringarnar, so er at velja eini tvær ella tríggjar power poses, sum tú heldur rigga fyri teg, og síðani halda poseringini í tveir minuttir framman fyri spegl­in­um. So er testostoronið longu økt og kortisolið lækkað, greiðir hon frá. – Eitt tað besta og kendasta prakt­iska dømi, sum eg havi uppá hetta, er at rætt og slætt at lyfta armarnar upp um høvd­ið og smíl­ast. Smíl sum tú meinar tað í tveir minuttir, og hetta ávirkar teg soleiðis, at tú veruliga verður glað­ari enn tú vart, áðrenn tú gjørdi pos­er­ing­ ina í speglinum, sigur hon. Ger tær tað til vana Hóast eitt power pose, sum hildið verð­ur framman fyri speglinum í tveir minuttir veruliga broytir hor­monirnar í kroppinum, so er tað ikki ein varandi støða. Tað er tí um­ráðandi at gera sær til vana, at hyggja í spegilin og tilvitað gera eina slíka posering, áðrenn ein skal gera okkurt, sum á ein ella annan hátt veitir angist. – Gert tú tað ofta, so fer tað at verða natúrligt fyri teg at gera hetta áðr­enn tú skalt til nakað, ið tú ert nervøsur fyri, sigur Mona Breck­mann. Hon greiðir eisini frá, at tað verð­ur ikki minni brúk fyri pos­er­ ing­unum, meir tær verða nýttar, tí gert tú til dømis eina slíka power pose, og síðani fert at tosa í tele­ fon, og harvið gert teg minni við at hava armarnar tætt inn at kropp­ in­um, boyggir høvdið og ryggin, so hevur tað mótsætta ávirkan, og testostoronið minkar aftur í kropp­inum. Ein liður í at menna sjálvsálit Mona Breckmann leggur dent á, at hó­ast power pose poseringarnar kunnu økja um sjálvsálitið í støðum, so er djúp­ari arbeiði sum krevst, um ein veru­liga hevur tørv á at arb­eiða við sjálvsáliti sínum. – Eg trúgvi ikki, at hetta er tað ein­asta og endaliga snildan ein kann gera, fyri at økja um sjálvsálit sítt, men heldur er hetta ein lítil part­ur av tí. Ynskir tú veruliga at økja um sjálvsálitið, so mást tú handla, og seta teg í støður, sum tú ikki følir teg so tryggan við. Hetta mást tú so gera áhaldandi til tú føl­ir, at sjálvsálitið er vaksið innan júst hetta økið, sigur hon. – Poseringarnar tú gert, tá tú gert power pose økja tó eisini um sjálvs­álitið, tá sjálvsálitshormonið vaks­ur, sigur hon, og leggur afturat, at pos­eringarnar als ikki eru ein yvir­fladisk loysn, hóast tað kann kenn­ast soleiðis at byrja við. – Tað kann serliga kennast yvir­ flad­iskt, um tú ikki ert í góðum lag, ella um tú ert strongdur. Men tað er prógvað, at tað er ein lívfrøðilig re­ak­tión, ið hendir í kroppinum, sig­ur hon til endans. LOW POWER POSE HEVUR ØVUGTA ÁVIRKAN Tað er eisini eitt, ið eitur low power poses, ið hevur øvugta ávirkan á okkum. Low power poses økja um strongdarhormonið, og lækka sjálvsálitið. Hetta hendir tá vit gera okkum lítil, sum til dømis, tá vit krossa armarmar ella boyggja ryggin. SOLEIÐIS BRÚKAR MONA POSERINGARNAR • Mona Breckmann lesur kropsmál í London, og arbeiðir eisini innan økið við at hava fyrilestrar og verkstovur um evnið. • Sjálv brúkar hon ofta power pose poseringarnar áðrenn hon skal standa framman fyri nógvum fólki, hava eina umráðandi telefonsamrøðu, ella skal á ein fund sum kann gera hana nervøsa. • Hon sigur, at tað sum riggar best fyri seg, er at koyra oyramikrofonir í oyrini og so dansa í meðan hon lyftir armarnar upp um høvdið og smílist. • Hóast tað ljóðar løgið, so hjálpur tað ógvuliga væl, tí pulsurin fer upp og hon hevur minni nervar og meiri yvirskot. • Hevur hon ikki tíð til at dansa, so roynir hon at finna eitt vesi, og stendur har framman fyri speglinum í tveir minuttir við ørmunum uppi yvir høvdinum. Monu dámar best at dansa fyri at økja um testosteronið Tú kanst eisini brúka tað tá tú ert í eini støðu, sum ger teg fjáltrutan ella strongdan. Hetta kann millum annað verða áðrenn ein fund, samrøðu, roynd ella kapping FRAMHALD Á NÆSTU SÍÐU