mánadagur 29. mai 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2017
10
HENDAN LESKILIGA UPPSKRIFTIN UPP Á
BULGUR VIÐ MOYRUM GRILLAÐUM KJØTSPJÓTI
SMAKKAR AV NÓGVUM, METTAR VÆL OG ER
SKJÓT OG LØTT AT GERA. ÍBLÁSTUR ER TIKIN
ÚR MIÐEYSTRI, OG HÓAST EKSOTISKT FYRI
SUMMAR FØROYSKAR GÓMAR, SO ER TAÐ
IKKI ÓKENT. UPPLAGT ER AT BALLA NAKRAR
BANANIR Í SYLVURPAPPÍR OG FYLLA TÆR VIÐ
SKÚMFIDUSUM OG HAKKAÐARI SJOKOLÁTU OG
AT LEGGJA TÆR Á GRILLINA Í 5-10 MINUTTIR.
FRÁLÍKA SKJÓTT OG LÆTT TIL EITT FØROYSKT
SUMMARKVØLD.
VIT
GRILLA
við íblástri úr miðeystri
TIL 4 PERSÓNAR
Tilfar til bulgurblanding
1 reytt chili ella 2 súpuskeiðir av
turkaðum piri piri
2 súpuskeiðir av turkaðari persillu, ella
eitt ½ knýti av frískari persillu
2 súpuskeiðir av olivenolju
2 hvítleyksbátar
2 teskeiðir av kumman
250 gram av bulgur
1 grønmetisbótamola upploystan í 2 ½ dl.
kókandi vatni
50 gram av hakkaðum mandlum
100 av turkaðum aprikosum
2 appilsinir
2 reyðleykar
100 gram av fetaosti
salt og pipar
TIL KJØTSPJÓTINI
Áleið 750 gram av kjøti – oksa ella
lambakjøt hóskar seg væl til hetta
2 súpuskeiðir av olivenolju
Nakað av persillu
1 sitrón
2 hvítleyksbátar
salt og pipar
GRØNMETI
2 reyðar piparfruktir
500 gram av soppum
AFTURVIÐ
Grikskt jogurt