Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 136 - 19. juli 2000 Nr. 136 - 19. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Jan Müller Tann 10. juli kann gerast ein søguligur dagur í grøn- lendskari vinnusøgu. Henda dagin var› sett á at bora eftir olju og gassi á Fullabanka í Vesturgrønlandi. Millum tey mongu fólkini, sum eru vi› í hesum spennandi ar- bei›i, eru eisini føroyingar, og ein teirra er Ey›finn Jac- obsen úr Sørvági. Hann hevur til n‡liga starvast sum sakførari í Havn og seinastu tí›ina, á›renn hann fór til Grønlands, arbeiddi hann í Fíggjarmálast‡rinum vi› nettup oljumálum. Ey›finn Jacobsen vildi royna naka› n‡tt og søkti starvi› sum fyrisitingar- stjóri í grønlendsku ráevnis- umsitingini. Hann fekk starvi› framum a›rar 30 umsøkjarar. Nú fylgir hann so tí fyrstu boringini – um somu tí› sum hann eisini fylgir vi›, hvat hendir í Føroyum á oljuøkinum. – Eg hev›i ikki ímynda› mær, at hetta fór at vera eitt so avbjó›andi og spennandi arbei›i, og tann sannroynd, at bæ›i grøn- lendingar og føroyingar eru farnir at leita eftir olju og gassi um naka› somu tí› - ger hetta ikki minni áhuga- verd sigur Ey›finn Jacob- sen, sum er vi› at fáa fast undir fótum í Nuuk. Í summar fer restin av familj- uni til Grønlands. Ey›finn grei›ir frá, at ta› hevur gingi› vi› vi› boring- ini og vóru teir komnir einar 500 metrar ni›ur sí›st í farnu viku. Ætlanin er at bora í gó›an hálvan annan mána›. Talan er um eina rættiliga áhugaverda verkætlan, sum tey f‡ra oljufeløgini, Statoil, Phillips, Dong og Nunaoil standa fyri. Til sjálva bor- ingina ver›ur brúkt spildur- n‡ggja og sera vælútgjørda norska boriskipi› West Navion. Skipi› er útgjørt vi› øllum hugsandi hent- leikum. Saman vi› tí eru eisini tveir stórir supply- bátar. Alt grønlendska samfel- agi› fylgir boringini vi› stórum áhuga. – Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at stór semja er í Grøn- landi fyri at troyta ráevni í undirgrundini, ta› veri› seg olja, gass, mineralir o.a. Men sjálvandi leggja teir stóran dent á – eins og í Føroyum – at umhvørvi› ikki ver›ur dálka›, og er hetta kanska serstakliga t‡dningarmiki› í tí sera vi›- kvæma arktiska økinum. Ey›finn Jacobsen sigur, at umframt oljufeløgini, sum hava fingi› tilluta› uppgáv- una at gera hesa fyrstu bor- ingina, so fáa teir stóra hjálp frá ymsum donskum mynd- ugleikum so sum GEUS, Dansk Miljøundersøgelsen og Energistyrelsen. Eins og í Føroyum ver›ur nógv tosa› um at fáa sam- felagnum enn eitt bein at standa á, solei›is at ikki alt stendur og fellur vi› fiski- vinnuni. Sambart avtaluni millum heimast‡ri› og donsku stjórnina er øll umsitingin av ráevnunum flutt til Nuuk, og ta› er her leikluturin hjá m.a Ey›finn Jacobsen ligg- ur. Avtalan sigur so eisini, at av teimum fyrstu 500 mill. kr., sum koma frá møgulig- ari olju, skal b‡tast helvt um helvt millum Grønland og Danmark, me›an inntøkur oman á hesa upphædd skulu samrá›ingar vera um. Sam- bært avtaluni hava grøn- lendingar eisini møguleika at brúka danska ekspertisu. Mest sannlíkt at finna gass Hvussu stórir eru so møgu- leikarnir fyri at finna naka› í undirgrundini? – Gjørt er stórt forarbei›i og er talan um stórar strukturar, sum kunnu goyma olju og gass. Mett ver›ur, at møguleikin fyri at finna olju tó bert er eini 2-4%, me›an útlitini fyri gassfundi eru 50%. Og ver›ur talan um gassfund, so ver›ur tosa› um elefantar tvs. risastór felt. Ey›finnur Jacobsen sigur, at teir í Grønlandi fylgja eis- ini vi› í tí, sum hendir á før- oyska oljuøkinum. Í løtuni arbei›ir hann vi› at leggja til rættis 1. útbjó›ingina í Grønlandi. Hon ver›ur l‡st eftir at úrsliti fyriliggur frá hesi fyrstu boringini. Annars fer stórur partur av arbei›inum eisini til námsvinnuna, sum tykist hava stóra framtí› í Grøn- landi. Í næsta ár ver›ur eitt gullnám lati› upp í Grøn- landi. Sosialurin skilur annars, at møguleiki er fyri, at hetta sama boriskipi›, sum nú ver›ur brúkt í Grønlandi, kann koma at bora fyri Stat- oil-bólkin í Føroyum eisini. Ta› hava vit tó ikki fingi › vátta›, men ta› skilst, at hetta er ikki óhugsandi. Føroyingur vi› á »elefantvei›u« á Fyllabanka: Stórur spenningur í Grønlandi nú oljuleiting er byrja› Ey›finn Jacobsen vildi royna naka› n‡tt og søkti starvi› sum fyrisitingarstjóri í grøn- lendsku ráevnisumsitingini. Hann fekk starvi› framum a›rar 30 umsøkjarar. Nú fylgir hann so tí fyrstu boringini – um somu tí› sum hann eisini fylgir vi›, hvat hendir í Føroyum á olju- økinum Møguliga ver›ur ta› eisini boriskipi›, West Navion, sum fer at bora vi› Føroyar fyri Statoil og Phillips Dátt komu boðini við, tá sonur Arnbjørn ringdi og fortaldi, at Arnbjørn var deyður undir einari kaving á Sundi. Nokk var Arnbjørn ikki ungur longur, og nokk var heilsan farin at bila, men brádligi deyði kemur altið sum eitt sjokk. Ringt er fyri okkum vinum, men hvaðna verri fyri børnini, sum tó heldigvís eru við at vera vaksin og við at kunna standa á egnum beinum. Arnbjørn fekk ein bráð- an, men góðan deyða. Tí, hvat kann vera betur deyði, enn at doyggja á sínum lívs heysti, meðan man hevur tað gott? Eitt svenskt orðatak sigur: »At doyggja tá man hevur tað gott, kann bert vera gott«. Vit vóru barndómsvinir. Foreldrini vóru Lisa og Anker Thomsen. Heim teirra var altíð opið fyri okkum. Minnist aftur á mangar hugnaligar løtur heima hjá teimum, ikki minnst, tá mamman hevði havt bindiklubb, og vit fingu hennara fantastiska góðu »góðaráð« við fløda og syltetøj. Sum børn nýttu vit sumrini til at læra at svimja í ánni úti í Havnar- dali. Arnbjørn fekk í føðing- ardagsgávu frá pápanum einar svimjubrillur, og sum hann fortaldi: »Man sær eitt 10-oyra á botni- num sum onki«. Tá var lívsleiðin løgd. Føroya fyrsti froskmaður var ein veruleiki. Barndómsárini vóru ljós og lukkulig, og fóru við kaving á sjónum í svimji- buksum og føroyskari troyggju. Líka frá fyrst í apríl til síðst oktober, ja faktisk árið runt, um veðr- ið var gott. Tórshavnar Froskmann- afelag bleiv stovnað í 1957, Froskmannatíðindi bleiv givið út, Føroyar blivu upptiknar sum sjálv- støðug tjóð í alheimsfelag fyri kavarar, og Føroyar luttóku í alheims spjótfiskikapping á cuba i 1967. Fyrsta føroyska ítróttarfelag, sum sjálv- støðugt umboðaði Føroyar í alltjóða høpi! Alt hetta var Arnbjørn primus motor fyri, vit aðrir fylgdu bert við. Lívið sýntist tá ljóst og lukkuligt fyri okkum allar, men so líðndi komu myrk skýggj á lívshimmalin hjá Arnbjørn og sakk í djúpan aldudal, men kláraði at kempa seg uppaftur úr lívsins brótasjógvum. Hann fekk hereftir ar- beiði á »Blákrossi« í Havn og gjørdi eitt megnar ar- beiði her. Sjúklingarnir her elskaðu hann, og hann kundi ofta geva teimum vón, tí hann visti, hvat hann tosaði um. Ongin hevði verið í størri vón- loysi enn hann og tó kom- in upp aftur. Politiskt var Arnbjørn kommunistur um ein háls, spírin lagdur á cubaferðini í 67. Tjóðskaparliga var hann Framamaður og gløðandi loysingarmaður. Minningarorð yvir Arnbjørn Randrup Thomsen Hann hevði ein kradsan penn og var altíð fremstur á barrikadunum, men privat var hann av fittastu og blíðastu monnum og vildi aldrin nøkrum ilt. Humor hevði hann, sum fáur og kundi altið síggja tað stuttliga í øllum, stór- um sum smáum. T.d. kall- aði hann kavarabussin hjá mær fyri »antabussin«,tí nummarplátan byrjaði við AN. Fyri mær verður Havnin aldrin tann sama, nú Arn- bjørn er farin. Góðu Tórhallur, Sjúrður, Høgni og Armgarð. Tit hava mist ein pápa, sum elskaði tykkum og vildi tykkum alt gott. Hann hevur givið tykkum nógv góð upplivilsi og minni fyri lívið. Harrin styrki tykkum og tykkara familjum í sorgini. Karl Johan Fossá RÚNAR REISTRUP Gjármorgunin søgdu flestu starvsfólkini á Cafe Natúr í Havn seg úr starvi vegna lønarósemju. Sosialurin skilir, at ósemja leingi hevur verið millum starvsfólk og leiðslu á Cafe Natúr um løn- arviðurskiftini, og gjára- morgunin avgjørdi megin- parturin av teimum so at siga seg úr starvi. Sambært Turid Samró, stjóra á Cafe Natúr, er talan um at átta starvsfólk hava sagt seg úr starvi vegna ó- semju um løn fyri arbeiði ólavsøkudagarnar. - Tey settu fram eitt løn- arkrav fyri ólavsøkudagar- nar, sum vit als ikki kundu góðtaka, og boðaðu frá, at varð kravið ikki gingið á møti, so søgdu tey seg úr starvi. Ikki nøgd við 60 krónur um tíman Niklas Winhter, ið er ein av teimum, ið gjáramorgunin gjørdist fyrrverandi starvs- fólk á Cafe Natúr, sigur, at talan ikki var um at starvs- fólkini settu fram eitt ulti- matum, sum stjórin annars vil vera við, og at talan ikki er um átta, men tólv ella trettan fólk, ið gjáramorg- unin góvust at arbeiða á Cafe Natúr. - Vit søgdu sum var, at vit hildu at lønin, ið Cafe Natúr ætlaði at lata okkum fyri arbeiðið ólavsøkudagarnar, var ov lág, tá havt verður í huga hvørjar merkisdagar talan er um, og hvussu stórt arbeiðstrýstið er teir dagar- nar, sigur Niklas Winther. Hann upplýsir, at vanliga liggur tímalønin hjá starvsfólkunum millum 60 og 80 krónur, alt eftir hvussu leingi tey hava verið í starvi og hvørjar uppgávur tey røkja. Uppleggið hjá Cafe Natúr var sambært Niklasi Winther, at hesir lønarsatsir eisini skuldi galda 28. og 29. juli. - Tað hildu vit vera ov lítið, og tí løgdu vit eitt skrivligt lønaruppskot fram, har vit skutu upp, at lønin skuldi vera 120 krónur um tíman báðar ólavsøkudag- arnar. Hetta hendi á starvsfólk- afundi gjáramorgunin. Sambært Niklasi, tók stjórin á Cafe Natúr hetta sum eina hóttan, og boðaði frá, at tey, ið vóru ónøgd við lønar- treytirnar, kundu fara og ikki koma aftur. - Vit hava fingið ringa viðferð og valdu tí at fara, sigur Niklas, og leggur aft- urat, at tað er óhugsandi, at tey aftur fara at arbeiða á Cafe Natúr. Søktu beinanvegin eftir fleiri Longu fyrrapartin í gár søkti Cafe Natúr eftir nýggjum starvsfólkum í eini útvarps- lýsing, og sambært stjór- anum, vóru teir fyrstu nýggju umsøkjararnir longu farnir at ringja inn um mid- dagsleitið í gjár. Turid Samró sigur, at av tí at Cafe Natúr hevur opið mestsum hvønn dag í ári- num - harímillum alla ólav- søkuna - so vilja tey ikki geva fólki meira í løn, tá arbeitt verður serligar dagar. Í gjár var Cafe Natúr opin, og sambært stjóranum, fer cafein at koyra víðari sum vanligt, hóast meginparturin av starvfólkunum hava valt at venda henni bakið. - Vit eru nøkur fólk eftir, og eg vænti, at fleiri nýggj fólk fara at koma til arbeiðis um heilt stutta tíð, so hetta kemur ikki at ávirka arbeið- ið í sjálvari cafeini, sigur Turid Samró, stjóri á Cafe Natúr. Starvsfólkini rýma av Cafe Natúr Meginparturin av starvsfólkunum á Cafe Natúr í Havn, fara ikki aftur til arbeiðis, eftir at ein starvsfólkafund- ur gjáramorgunin endaði við, at flestu teirra søgdu seg úr starvi Meginparutin av starvsfólkunum á Café Natúr søgdu seg gjáramorguni úr starvi vegna vánalig lønarviðurskifti