mikudagur 19. juli 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 136 - 19. juli 2000
Nr. 136 - 19. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Kappró›rarári›
syngur
sí›sta vers. Men talan er um
ta› versi›, sum heilt víst er
ta› hugaligasta. Manningar-
nar fyrireika seg til stóru fi-
nlauna, sum ver›ur á Hav-
narvág annan fríggjadag. Í
f‡ra av teimum seks FM
kappingunum er greitt, hvør
hevur vunni› FM heiti›, og
Ítróttarsosialurin
ynskir
hjartaliga
tillukku
vi›
meistaraheitinum til teir
f‡ra FM vinnararnar. Teir
eru dreingirnir umbor› á
Tjaldrinum, kvinnurnar um-
bor› á Jarnbardi, genturnar
umbor› á Frúnni og menn-
inir umbor› á Argjabáti-
num. Hesar manningarnar
hava rudduliga vunni› allar
tær fimm kappingarnar, sum
hava veri› higartil, og tí
hava tær væl og vir›iliga
uppibori› at kalla seg meist-
arar. Ta› eru tær av sonnum.
Bæ›i hjá hesum f‡ra
manningunum og hjá øllum
hinum 55 manningunum,
sum hava tiki› lut í hesum
kappró›rarárinum, er ein
kapping eftir, og talan er av-
gjørt ikki bara um eina
kapping, sum skal fáast frá
hondini.
At rógva á ólavsøku er
naka› serligt, og ta› er nak-
a› heilt serligt at vinna á
ólavsøku. Sigur í ólavsøku-
ró›rinum kann ikki fjala
yvir vónbroti› ikki at hava
vunni› í øllum hinum kapp-
ingunum, sum hava veri›.
Men fyrsta plássi› á ólav-
søku ver›ur av ró›rarfólku-
num mett sum eitt sindur av
einum meistaraheiti.
Fyrireika seg
Frá flaggdegnum og inntil á
ólavsøku eru altí› nógvir
kappró›rarbátar at síggja á
Havnarvág. Undan ólav-
søku eru teir uppaftur fleiri.
Undan
vestanstevnuni
nevndu vit, at nógvar mann-
ingar høvdu vant í Vest-
manna. Hetta hevur ikki
veri› vanligt undan FM
ró›runum úti á bygd. Í fleiri
ár hevur ta› veri› vanligt, at
nógvar manningar venja á
Havnarvág, og solei›is er
ta› eisini í ár. Longu mána-
kvøldi› vóru fleiri bátar at
síggja har, og ta› fer bara at
vinda upp á seg, sum ta› fer
at stunda til vikuskifti›.
Umstø›urnar
at
venja
kappró›ur á Havnarvág eru
av teimum bestu. N‡ggi
fasti starturin hjá Ró›rar-
sambandinum hevur rigga›
væl á hinum stevnunum,
men á ólavsøku fara teir at
brúka tann fasta startin, sum
Havnar Ró›rarfelag eigur,
og sum teir hava brúkt í
fleiri enn tjúgu ár. Hann er
úr timbri og ver›ur spentur
fastur í land:
– Vit fara at leggja hann út
nú leygardagin, og so ver›-
ur møguleiki at venja vi›
honum, sigur He›in Han-
sen, forma›ur í Havnar
Ró›rarfelag.
Hví bí›a tit inntil leygardag-
in?
– Ta› kemst av praktisk-
um orsøkum. Ta› skal einki
til, at hann gerast grønur og
hálur. Tí plaga vit at bí›a,
inntil ta› er ein lítil vika eft-
ir til ólavsøkuró›urin.
jh
5-mannafør, dreingir
1
Tjaldri›
7
35
2
Havfrúgvin
5
24
3
Kollur
3
19
4
Drekin
2
16
5
Royndin Frí›a
0
6
5
Spógvin
4
6
7
Síli›
0
4
8
Junkarin
1
1
6-mannafør, kvinnur
1
Jarnbardur
7
35
2
Hvessingur
5
21
3
Gongurálvur
4
18
4
Fuglfir›ingur
3
16
5
Páll Fangi
1
10
6
Lómur
2
5
7
Sólmundur
0
3
8
Kollfir›ingur
0
1
8
Riddarin
0
1
5-mannafør, gentur
1
Frúgvin
7
35
2
Ørnin
3
18
3
Hvassi
4
17
4
Tjaldri›
5
16
5
Drekin
1
13
6
Beinta
0
5
7
Havfrúgvin
2
4
8
Síli›
0
2
6-mannafør, menn
1
Strálan
7
28
1
Hvessingur
4
28
3
Hósvíkingur
3
19
4
Gongurálvur
5
14
5
Kollfir›ingur
2
13
6
Sólmundur
1
7
7
Snopprikkur
0
1
8-mannafør
1
Argjabáturin
7
35
2
Toftabáturin
5
25
3
Nevi› Rey›a
2
17
3
Gullbrandur
4
17
5
Húsavíkingur
3
9
6
Hei›abáturin
1
2
6
Oyndri
0
2
6
Mi›vingur
0
2
9
Kvívíkingur
0
1
10-mannafør
1
Vestmenningur
7
29
2
Nólsoyingur
5
27
3
Havnarbáturin
3
23
4
Eysturoyingur
4
15
5
Vágbingur
0
6
5
Kjølur
2
6
7
Vestmannabáturin
1
1
7
Su›ringur
0
1
Ni›anfyri er stø›an í FM-
ró›rinum prenta›. Fyrra talrø›in
s‡nir stig á vestanstevnu, me›an
hin seinna s‡nir samla›a
stigatali›
Kappró›ur
Nú eru flestu bátarnir
á Havnarvág
Lesi› eisini
Ítróttin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Kappró›ur: Fasti
starturin ver›ur
lagdur undir
Argjahøvdi›
leygardagin, og so
ver›ur møguleiki
hjá øllum
manningunum at
venja inntil á
ólavsøku
Undan vestanstevnuni vóru
nógvir kappró›rarbátar at
síggja í Vestmanna. Nú eru
nógvir bátar at síggja á
Havnarvág. Men ta› sæst
einki til hvítu bátarnar vi›
grønari rim og gulari rond.
Vestmannabátarnir venja í
Vestmanna, og um ta›
stendur til formannin í ró›r-
ardeildini hjá VÍF, Bár›ur
Nielsen, so fara Havfrúgvin,
Gullbrandur, Vestmenning-
urin og Vestmannabáturin
ikki til Havnar at venja:
– Eg havi ikki tosa› vi›
manningarnar um hetta. Ta ›
stendur upp til tær sjálvar,
um tær vilja sleppa til Havn-
ar at venja. Men eg haldi
ikki, at vit hava havt gó›ar
royndir av hesum.
Á sjónum er nógv pá-
trúgv. Ta›, sum eina fer›
hevur gingi› væl, ver›ur
endurtiki› aftur og aftur, og
ta›, sum hevur roynst minni
væl, ver›ur líti› lagt í at
gera naka› burturúr.
Ró›rarforma›urin í VÍF
hevur í mong ár ró› kapp:
– Í 1996 vóru vit fleiri
kvøld undan ólavsøku í
Havnini og vandu vi› Vest-
menninginum. Ta fer›ina
royndist ta› illa, og vit
vunnu ikki. Ári› eftir hildu
vit okkum her nor›uri í
teimum kendu umstø›unum
og fóru ikki su›ur vi› bát-
inum fyrrenn fyrrapartin
ólavsøkuaftan. Tá vunnu
vit, og sí›ani hevur Vest-
menningurin ongantí› veri›
í Havnini og vant.
– Teir, sum manna bátar-
nir hjá okkum, hava ofta ró›
á ólavsøku. Teir vita, hvussu
fasti starturin er har su›uri,
og teir kenna máli›.
Er ta› ø›rvísi at rógva
ólavsøkumáli›, enn ta› er at
rógva onnur 1000–metra
mál?
– Ta› er slætt og gott at
rógva á Havnarvág, men um
tú leggur ró›urin til rættis
eftir eitt túsund metrum, so
ver›ur tú sn‡ttur. Okkara
bátar venja 900 metrar í
Vestmanna. Eg havi hoyrt,
at máli› í Havnini er 980
metrar, men tí›irnar vísa, at
ta› er væl styttri enn so.
10–mannaførini rógva tein-
in á ólavsøku í umlei› f‡ra
minuttir. Á vestanstevnuni
var tí›in hjá Vestmenningi-
num 4.27.22. Ta› bo›ar frá,
at teinurin er væl styttri á
ólavsøku, heldur Bár›ur
Nielsen.
Og so er spurningurin, um
teir í Havnar Ró›rarfelag
eru samdir vi› honum í tí.
Ta› fara vit kanska at hoyra
meiri um, tá ólavsøkan
nærkast eitt sindur meiri.
jh
Fara ikki til Havnar at venja
Kappró›ur:
Vestmenningar
halda ikki, at ta›
er nøkur hjálp hjá
teimum at
fyrireika seg til
ólavsøkuró›urin á
Havnarvág
Eldradagur í Skopun 8.
juli 2000 - fyrri partur
Góðu pensjonistar
Eg vil leggja fyri við at
takka fyri møguleikan at
flyta fram eina røðu á hes-
um eldradegnum í Skopun.
Sjálvur var eg sum lands-
stýrismaður við til at fyri-
skipa teir fyrstu eldradag-
arnar 27. og 28. nov. í 1993.
Vit brúktu tá sloganið ”Gott
er at kenna hitan av hond-
um, ið sleptu”, og ein vøkur
plakat varð gjørd til tiltakið.
Tí er tað gleðiligt at síggja,
at hetta er eittt tiltak, sum
er komið fyri at verða.
Eg vil í hesu røðu míni
tosa eitt sindur um eldra-
politikk í breiðum týdningi,
og hvussu hesin eigur at
verða fyriskipaður í fram-
tíðini. Her verður serliga
lagdur dentur á tey bæði øk-
ini pensjónir og heimarøkt.
Eru tit gomul elle eldri?
Fyrst nakrar hugleiðingar
um hetta at gerast gamal
ella at gerast eldri. Forrestin
eru tit gomul, ella eru tit
eldri? Eitur tað at gerast
gamal, ella eitur tað at ger-
ast eldri? Eg kenni ikki
beinleiðis orsøkina, men
orðið eldri verður gjarna
brúkt, tí vit halda, at orðið
gamal
onkursvegna
er
meira niðursetandi. Orðið
eldri klingar positivt, með-
an orðið gamal klingar
heldur negativt. Ein eldri
maður er yngri enn ein gam-
al maður. Skulu vit vera
kurteislig, so siga vit ikki
við eina konu, at nú et tú
vorðin gomul, men vit siga,
nú ert tú vorðin eldri.
Men hin vegin so brúka
vit orðið gamal í so nógv-
um høpum. Vit siga, at
drongurtin er 5 ára gamal,
hóast hann so avgjørt ikki
er gamal. Vit siga, at vit fara
í gamlamannadans, hóat
dansifólkið er i 30 og 40 ár-
unum. Vit fara ikki í eldra-
mannadans. Vit siga ”hygg
hasin gamli”, tá vit vilja
undirstrika, at viðkomandi
hevur gjørt eitt avrik. Vit
siga ”gamal í garði”, tá onk-
ur hevur drúgvar royndir.
Tí kann tað tykjast eitt
sindur undrunnarvert, at
orðið gamal ikki verður
brúkt um tey gomlu, men
heldur orðið eldri. Uttan iva
er tað tí, at tað eru tey gom-
lu, sum síggja illa, hoyra
illa, eru illa gongd, minnast
illa, meðan tey eldru tykjast
vera uttan øll hesi brekini,
sum náttúrliga koma við
árunum.
Men tað er í sjálvum sær
eitt privilegium at gerast
gamal. Men tú verður ikki
gamal, fyrr enn tú fyrst hev-
ur verið ungur og hevur liv-
að tíni mandómsár. Tú gerst
fyrst gamal, tá arbeiðsdag-
urin er farin at halla. Tað
gerst eitt privilgium, tá
hugsað verður um øll tey,
sum ongantíð náddu so
langt.
Og tey gomlu eru ein
virðismikil ogn hjá sam-
felagnum. Tey gomlu hava
virðir, sum eingin annar
hevur. Virðir, sum bert fáast
eftir eitt langt lív. Tað finst
nevniliga ein heilur lær-
dómur, sum bert kann nem-
ast gjøgnum lívsroyndir. Tí
hava tey gomlu nakað at
geva, sum eingin annar hev-
ur. Tí er tað skeivt av sam-
felagnum ikki at gera brúk
av hesum virðum, og tí er
tað er eitt sindur láturligt at
krógva seg undir, at ein ikki
er gamal, men bert eldri.
Eitt er tó vist, og tað er,
at øll vilja vit gerast gomul,
serliga tá vit hugsa um, hvat
alternativið til at gerast
gamal er — meðan tey
fæstu vilja kennast við, at
tey nú eru gomul.
Men hvør er skommin av
at gerast gamal? Er tað ikki
ein líka náttúrligur partur av
lívinum at vera gamal sum
at vera ungur? Er tað ikki
veruliga eitt priviligium at
gerast gamal? Og gerast vit
ikki gomul, hvat er so?
Kollveltingin í
60 og 70 árunum
Gamla samfelagsmynstrið
broyttist í Føroyum í 60 og
70 árunum. Vit fingu tá tað,
vit kunnu kalla ta sosialu
kollveltingina hjá kvinnu-
num. Har gamla mynstrið
var, at mammam var heima
saman við børnum og teim-
um gomlu, so gjørdist
mamman nú aktivur partur
av arbeiðsmarknaðinum.
Hetta var avgjørt positivt og
neyðugt, men tað førdi við
sær, at ættarliðini nú mistu
tað tætta sambandið við
hvønn annan. Børnini fóru
í vøggustovu og í barnagarð
fyri síðan at fara í skúla, og
eingin var heima at taka sær
av teimum gomlu, og vit
fingu ellis- og røktarheim,
eldrasambýlir og heima-
hjálp. Knappliga kendu vit
ikki hitan so flógvan frá
hondunum, ið sleptu.
Tað viðkomandi gjørdist
meira óviðkomandi. Ættar-
liðini stóðu ikki meira lið
um lið, men gjørdist meira
sjálvstøðugar eindir.
Men samstundis sum
samfelagið gjørdi krav upp
á kvinnurnar á arbeiðs-
marknaðinum, so førdi
henda kollvelting eisini til,
at samfelagið mátti átaka
sær tær uppgávurnar, sum
fyrr lógu hjá einstøku fam-
iljunum. Hetta kravdi so
umframt pengar eisini økt
krav serligari eftir kvinnu-
ligari arbeiðsmegi.
Pensjónsbumban?
Dagliga hoyra vit um, at tað
liggur ein tikkandi bumba
undir samfelagnum, tí um
ikki so nógv ár, so verður
talið av gomlum so høgt, at
tað verður ein ólyftandi
byrða fyri alt samfelagið og
tá serliga tey, sum eru í
vinnuførum aldri.
Man tosar í fullum álvara
um eina pensjónsbumbu,
sum um talan var um eina
katastrofu, sum kann raka
okkum. Hetta er átaluvert
og tos, sum ikki hoyrir ein-
um nútímans samfelagi til.
Mannminkandi og ómenn-
iskjansligt, tað er, hvat tað
er. Vit hoyra politkkikkarar
í dag, sum siga, at nú mugu
vit loysa pensjonistaspurn-
ingin, tí annars brennur alt
samfelagið saman um nøkur
ár.
Um eitt vaksandi tal av
pensjonistum kann kallast
ein katastrofa, so má eitt
vaksandi barnatal eisini
kunnu kallast ein katastrofa,
og tað er tað so avgjørt ikki.
Hetta er púra burturvið, tí
samfelagið eru vit øll frá
vøggu í grøv. Man kann ikki
í álvara tosa um, at ein bólk-
ur hóttir ein annan, tí so eru
vit skjótt komin har til, at
nakrir borgarar hava meira
virði enn aðrir, og tað má
for Guðs skyld ikki kunna
sigast um okkara samfelag.
Og tað er lítið virðiligt
fyri tey, sum hava lagt lunn-
ar undir okkara samfelag, at
tey skulu kenna seg sum
eina hóttan fyri tey, sum
koma aftaná. Tey gomlu
skulu kennast sum okkara
foreldur og ikki sum okkara
byrða.
Tá hetta er sagt, so vil eg
tó undirstrika, at tað er í
fínasta lagi, at serfrøðingar
sita og gera metingar av,
hvussu framtíðar samfelag-
ið verður samansett, men vit
mugu ikki lata hesar útrokn-
ingar og hesi hagtøl fult og
heilt taka grundarlagið burt-
ur fyri einum viðkomandi
samfelag. Tað skulu ikki út-
rokningar ella hagtøl gera
av, hvussu vit skipa okkum
— tað er og skal verða ein
avgerð, sum vit sjálvi skulu
taka. Útrokningar og hagtøl
eru hjálpiamboð og ikki av-
gerandi stýringsamboð.
Samfelagsmenning
og
samfelagsgongd kemur ikki
dalandi niður úr erva. Tað
eru vit sjálvi, sum skulu
skapa menningina, og tað
eru vit sjálvi, sum skulu
stýra gongdini.
Hvat fer at henda?
Og hvat er tað, sum menn
rokna við fer at henda, og
hví hendir tað?
Høvuðstrupulleikin
er
tann skeivleiki, sum fer at
koma í ta pyramiduna, sum
hevur við aldurssamanset-
ingina at gera. Tað gerast alt
fleiri pensjonistar, meðan
bólkurin við fólki í vinnu-
førum aldri verður lutfals-
ligari minni.
Sagt verður, at pensjon-
istabólkurin, tað eru tey yvir
65 ár, fer at veksa úr teim-
um 6200, sum eru í dag, til
gott og væl 10.000 um
knappliga 40 ár. Hetta er ein
vøkstur upp á gott og væl
60%. Samstundis veksur
bólkurin av teimum, sum
eru í vinnuførum aldri, tað
eru tey millum 20 og 64 ár,
úr teimum gott og væl
24.000, sum eru í dag, til
29.000 um knappliga 40 ár.
Hesin vøkstur er uml. 20%.
T.v.s. at pensjonistabólk-
urin fer at veksa nógv skjót-
ari enn bólkurin í vinnu-
førum aldri, og tí fer for-
syrgjarabyrðan at veksa.
Tað merkir so aftur, at har
tað í dag eru fýra fólk í vinn-
uførum aldri til hvønn pen-
sjonist, verða tað um 40 ár
bert trý í vinnuførum aldri
til hvønn pensjonist. For-
syrgjarabyrðan veksur, tí
tað gerast lutfalsliga færri
til at gjalda yvir skattin tað,
sum fer til pensjónir og um-
sorgan.
Men somu hagtøl vísa
eisini, at gongdin seinastu
30 til 40 árini hevur verið
júst tann sama, sum vit
kunnu vænta okkum næstu
30 til 40 árini. Og seinastu
árini hevur tað gingið stútt
framá, so hví ikki heldur
siga, at vit taka hetta sum
eina avbjóðing, og at út-
byggingin sjálvandi skal
halda áfram.
Og hví veksur pensjonist-
abólkurin lutfalsiga í mun
til tann vinnuføra bólkin?
Jú, fyri tað fyrsta, tí vit,
sum nú eru um miðalaldur
fingu færri børn og fyri tað
næsta, tí at livialdurin
hækkar. Men hetta við livi-
aldrinum er jú eyðkenni fyri
framkomin samfeløg og
hevur leingi verið ein mál-
setningur innan heilsuøkið.
Hetta er ikki eitt eyðkenni
fyri tilafturskomin lond. Tí
er tað nakað av einum par-
adoksi, at hetta skal fáa heit-
ið ein tikkandi bumba fyri
framtíðarsamfelagið.
Lat okkum tí avmontera
hesa pensjónsbumbuna í
føðingini, tí annars er vandi
fyri, at hon verður politiskt
misbrúkt til at skrúða hetta
samfelagið
annaðleiðis
saman. Man kann jú gera
sær trupulleikar fyri at fáa
eina orsøk til at gjøgnum-
trumfa ein ávísa politiska
ætlan.
Pensjónsskipanir
Ikki tí, tað eru nú mong ár
síðan, at politikkarar bæði
her heima og rundan um
okkum fóru at tosa um, at
tað fór at gerast alt meira
trupult at fíggja pensjónir-
nar yvir skattin, og tí mátti
onnur loysn finnast. Fram í
ljósið komu loysnir, sum
bygdu á ymisk prinsippir,
t.d. at pensjónirnar skuldi
arbeiðsmarknaðurin taka
sær av, meðan aðrir mæltu
til, at hvør lønmóttakari
skuldi sjálvur skipa fyri
egnum pensjónsviðurskift-
um, meðan uppaftur aðrir
tosaðu um, at hetta skuldi
síggjast sum ein almenn
uppgáva.
Tí síggja vit eisini ymisk-
ar pensjónsskipanir í teim-
um
ymisku
londunum.
Týskland hevur latið hetta
upp í hendurnar á arbeiðs-
marknaðinum,
Ongland
hevur latið tað upp í hend-
urnar á hvørjum einstøkum,
meðan vit um okkara leiðir
enn halda fast um ein ávísan
solidaritet við almennum
pensjónum.
Men vit kenna tó eisini
munin í dagsins politikki
Viðmerkingar:
Tryggleikin á gamalsaldri
– Eg ynski, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónir-
nar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at
brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða
partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd, segði Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðarfloksins m. a. tá Eldradagar vóru í Skopun 8. juli
her í Føroyum. Samhalds-
festið hevur fingið harða
kapping frá egoismuni.
Høgra rákið hevur bjóðað
vinstravonginum av í pen-
sjónsspurninginum.
Teir borgarligu mæla nú
til, at hvør sætar sær, og tí
vilja teir hava eina fólka-
trygging. Vit skulu sjálvi
taka ábyrgd av egnum ald-
urdómi, verður sagt. Man
hevur ábyrgd fyri sær sjálv-
um og ikki av øðrum. Hetta
er egoisman, tá hon er best.
T.v.s. at hvør tryggjar seg
sum frægast við einum áv-
ísum prosenti av lønini. Tað
hevur verið nevnt, at hvør
lønmóttakari skal gjalda inn
10% av lønini. Hetta er ein
møguleiki fyri tey við góð-
um lønum, men tað kemur
sanniliga at sansa at hjá
nógvum tímaløntum og øðr-
um í tí dagliga at skulu
gjalda 10% av lønini til pen-
sjón. Og sum skilst, so skal
arbeiðsgevarin ikki gjalda.
V. ø. o. tann munur, sum
er í okkara arbeiðsføra aldri,
har nøkur tjena nógv og
onnur minni, hann verður
varðveittur í pensjónsáru-
num. Og fyri tey, sum ikki
hava verið á arbeiðsmarkn-
aðinum m.a. heimaarbeið-
andi mammur, tey arbeiðs-
leysu og tey brekaðu, har
verður ein píningur av einari
almennari pensjón. Alt í alt
ein skipan, har tey fáu fáa
ov nógv, og tey mongu ov
lítið.
Framhald
Jóannes Eidesgaard