Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Janus Petersen, fyrr­verandi stjóri í BankNordik, hev­ur stovnað nýtt partafelag, ið bygg­ir og selur í­búðir í Hoyvík fyri eitt virði á tvær milliónir krón­ur hvør Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Eftir at lítið og einki byggi­ virk­semi hevur verið við Karla Magnusarbreyt síð­ an veg­ur­in varð liðugur fyri nøkr­um árum síðan, er veru­ liga ferð komin í byggi­virk­ semi síðsta árið. Nýggj hús og bygn­ingar eru skotin upp sum hund­a­lond, og byrjar ein hand­ils­gøta spakuliga at taka skap. Serliga eru tað fleiri byggi­ harr­ar, ið síggja møguleikan at tjena pening upp á mang­ ul­in upp á bústaðir í høv­ uðs­stað­num, ið eru farnir und­ir at byggja í økinum, og liggja javnan íbúðir til sølu í nýggju bygningum, ið enn ikki eru bygdir. Ein slík verkætlan er eig­ ar­a­í­b­úð­ir í Ingibjargargøtu 6, ið er ein av síðugøtunum til Karla­magn­us­arbreyt, har smá­parta­felagið Frami er far­ið und­ir eina verkætlan, ið inn­i­heldur fimtan eig­ar­ a­í­búð­ir, harav tíggju teirra verða settar til sølu Fyrrverandi bankastjóri Tað er eitt kent andlit í før­ oyska vinnulívinum, ið stend­ur fyri byggingini. Í yv­ ir­lit­i­num hjá Skrá­set­ing Fø­r­ oya verð­ur nevni­liga upp­lýst, at tað er Jan­us Eyðun Pet­er­ sen, ið før­oyingar best kenna sum banka­stjóri í Bank­ Nord­ik frá 2005 til 2015, ið er stovn­ari og stjóri í felag­num. Upplýst verður eisini, at end­a­máls fel­ags­ins er at reka virk­semi innan bygg­ ing, hand­il og annað starv í hesum sambandi, og parta­ pen­ing­ur­in er 500.000 krón­ur. Sam­bært ting­lýs­ ing­ini keypti smá­par­t­a­fel­ ag­ið grund­styk­k­ið í vár fyri 1.265.626 krón­ur frá Tórs­ havn­ar komm­unu. Talan er um ein nýggjan vinnu­veg hjá fyrrverandi banka­stjór­anum, men sigur hann við Sosialin, at fyri fyrst verð­ur talan einans um tí einu verkætlanina. – Tað kemur annað uppá, hvussu tað spælir av. Tað er ein váði í øllum, so vit fáa at síggja, hvussu tað gongur, sig­ur Janus Petersen. Janus Petersen upplýsir, at bygn­ing­urin verður bygd­ ur av ymi­skum veitarum í Før­oy­um og uttanlands. 10 íbúðir til sølu Tað er meklarafyritøkan Betri Heim, ið stendur fyri søl­uni av teimum tíggju í­búð­unum, ið eru settar til al­menna sølu, og er tað Norð­oya Sparikassi, ið fíggj­ ar verk­ætl­an­ina hjá fyrr­ver­ andi Bank­Nordik stjór­a­num. Smá­parta­felagið Frami er byggi­harri, meðan verk­frøð­ ing­a­stovan HMP hevur eftir­ lit­ið um hendi. – Í næstum verður far­ið und­ir at byggja eini í­búð­ar­ hús í 3 hæddum við Karla­ magn­us­arbreyt í Hoy­vík. Tal­ an verður um 15 eig­ar­a­í­búð­ir und­ir somu lon. 10 av hes­um verða nú settar til sølu. Í­búð­ ir­nar eru í 1. og 2. hædd, skriv­ ar Betri Heim í lýs­ingini fyri í­búð­irnar. Tíggju av teimum fimt­an í­búð­u­num eru settar til sølu, og sam­bært Betri Heim eru allar longu um­bidn­ar. Um ein kortini fær møgu­leik­ an at keypa eina í­búð, so er kostnaðurin fyri eina í­búð á niðaru hædd 1.925.000 krón­ ur, meðan ein í mið­hædd­ ini kostar 1.975.000 krón­ur. Eingin íbúð er til sølu í ov­ astu hædd. Lyklaklárar íbúðir Í sølutilfarinum hjá Betri Heim verður upplýst, at í­búð­i­r­nar verða seld­ar lykla­klár­ar við ný­mót­ ans hent­leik­um sum lyftu, altan og vent­i­ la­t­i­ón og útsýni yvir Havn­ini og Argj­um. Í­búð­irnar eru um­leið 80 fer­metr­ar, hava køk við hvít­vørum úr IKEA, stovu, flisa­klætt baðirúm, tvey køm­ur, goymslurúm og alt­ an ella útigólv. – Bygn­in­g­ur­in verður bygd­ur í timb­ur­el­e­ment­um, og lev­er­a­ður í mod­ul­um á stað­stoypt funda­mentir. Klædn­ing­ur­in er úr timbri. Vind­eygu og hurð­ar eru úr timbri, og tekj­an er tjøru­ papp, skrivar Betri Heim í sølu­ti­lfar­inum. Fyrrverandi banka­ stjóri byggir íbúðir 15 eigaraíbúðir eru til sølu í hesum bygninginum í Ingibjargargøtu 6 við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, sum felag hjá Janusi Petersen letur byggja Dømi um, hvussu íbúðirnar kunnu síggja út innan. Tað er húsameklarafelagið Betri, sum selur íbúðirnar fyri fyrrverandi bankastjóran Janus Petersen, fyrr­verandi stjóri í Bank­ Nor­d­ik, er stjóri í Sp/F Frami, sum byggir tær 15 íbúðirnar við Karla­ magn­usar­ breyt í Hoyvík