Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 9. august 2017 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKIPANARÁBYRGDARI GRUNDARDÁTUR Førleikar og útbúgving o Týdningarmikið er, at tú kennir til rakstur, menning og trygd av KT-skipanum og til sáttmálar og avtalur sum fylgja við hesum. o Tú skalt duga væl at samskifta og samstarva í einum umhvørvi við følbroyttum og siðbundnum fak-umhvørvum. o Tú skalt vera opin, lurta og samstundis hava greiðu stevnumiðini fyri tær. Samskipan, organisatión og kunning eru lyklaorð. o Tú skalt hava kunnleika um og helst royndir í at brúka amboð og háttaløg í verkætlanarleiðslu. o Tú skalt hava viðkomandi útbúgving á í minsta lagi bachelor-stigi í t.d. kunningartøkni, samskifti, organisatión e.l. Setanar- og lønarviðurskifti Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv til 31.12.2020, og kann verða longt. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og verður lønt eftir teimum royndum og teirri útbúgving, umsøkjarin hevur. Starvssetanin og arbeiðsstaðið verður á Umhvørvisstovuni, og tú vísir formliga til stjóran. Í sambandi við tær uppgávur, tú hevur í grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum, vísir tú tó til verkætlanarleiðaran fyri grundardátur. Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, Boks 2048, 165 Argir ella við teldubrævi til us@us.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “Skipanarábyrgdari”. Umsóknarfreistin er 15.08.2017. Meiri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna, Petur Nielsen, stjóra, á peturn@us.fo/tlf. 234310 ella Jóanis Erik Køtlum, verkætlanaleiðara fyri grundardátur, á joanis@talgildu.fo/tlf. 251350. Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- vernd, umhvørvisgransking, orkumál og el-veitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, adressur, kort og geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan varðar av korttænastuni kortal.fo. Umhvørvisstovan er grundardátustovnurin í verkætlanini Talgildu Føroyar Les um Talgildu Føroyar á www.talgildu.fo Umhvørvisstovan søkir eftir skipanarábyrgdara til grundardátuøkið. Grundardátur er ein av fýra høvuðstáttum í verkætlanini Talgildu Føroyar, og Umhvørvisstovan hevur fakligu og rakstrarligu ábyrgdina av hesum parti av verkætlanini. Skipanarábyrgdarin skal í tøttum samstarvi við Talgildu Føroyar samskipa arbeiðið at menna og reka grundardátuskráirnar á Umhvørvisstovuni. Talan er um nýtt starv, og tann, ið settur verður fær møguleika at mynda starvið. Starvið Grundardátuøkið fevnir um landsfólkayvirlit, eina komandi virkisskrá, ognarskráirnar - tinglýsing og matrikul - , adressur, kort og aðrar staðsettar dátur. Hesi myndugleikaøki skulu mennast, so dáturnar beinanvegin vera tøkar hjá øllum samfelagnum at gagnnýta. Eisini skal samskiftið við borgarar, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og vinnulív verða talgilt og sum mest sjálvvirkið. Ábyrgdarøki og høvuðsuppgávur o Í samstarvi við leiðslu og starvsfólk á einstøku fakøkjunum at samskipa menningar- og rakstrarátøk. o Vera samskiftislið við verkætlanarleiðaran fyri grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum. o Skipa og menna tøkniliga rakstrarumhvørvið. o Samskifta við veitarar og m.a. gera og røkja rakstraravtalur og SLA. o Verkætlanarleiðsla. o Eggja almennum stovnum og privatum virkjum at gagnnýta grundardátur. WWW.GLASIR.FO Janusargøta 3 | Postboks 218 | FO-110 Tórshavn | Tel. 353 535 | starv@glasir.fo | www.glasir.fo Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 lærarum og 1.500 næmingum. Gymnasialt miðnám er størsta virkisøki á Glasi, og nú lýsa vit eftir útbúgvingarstjóra, sum fær ábyrgdina fyri gymnasialu útbúgvingunum. Vit leita eftir einum útbúgvingarstjóra, sum er framsíggin, hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir og er eldhugaður fyri, at samanleggingin í ein skúla skal eydnast. Viðkomandi verður partur av ovastu leiðsluni á Glasi. Les meira um starvið, ábyrgdir og krøv til umsøkjarar á glasir.fo/starv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins, og er lønt í 37. lønarflokki, har verandi løn er kr. 47.861,26 um mánaðin umframt eftirlønargjald á 15%. Meira fæst at vita um starvið, við at seta seg í samband við Boga Bech Jensen, rektara, á bbj@glasir.fo. Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi 15. august 2017 kl. 12:00. Starvið verður sett skjótast til ber. STJÓRI FYRI GYMNASIALT MIÐNÁM STARVS- LÝSING